Hera bróður til minnis

Hann hevði verið uppi til eksamiu í matematikk hjá Müller í Tvøroyrar skúla. Matematikk var hansara yndisfak, og vit bíðaðu spent eftir, hvat úrslit hann mundi fara at koma heim við. Áðrenn hann kom inn, fór hann í kjallaran, tí onkur var har. Ein drongur. Minnist ikki, hvat drongurin gjørdi í kjallaranum hjá okkum, men eg minnist, at Heri var eitt sindur mælskur, eitt sindur harðmæltur. Tað ljóðaði, sum skeldaði hann dreingin: Nú hevur hann mestur fingið ringan karakter, helt mamma fyri, tí er hann ikki komin beint inn at fortelja.
Heri kemur inn í gangin. Mamma spyr alt fyri eitt, um hann hevur fingið ringan karakter: Hvat fekst tú?
Tvey feit UG! sigur Heri.


Hjá honum var tað eftir øllum at døma natúrligt, sjálvsagt, at fáa góðan karakter í matematikk. Og sjálvandi, lagið var gott á øllum, sum inni vóru.
 
Hugdi altíð, tá ið Heri teknaði skip. Tað vóru tey flottastu skipini, hann teknaði. So flott, at hvørki fyrr ella seinni, havi eg sæð nakað líknandi. Hann teknaði hús. Húsini, sum hann ætlaði sær sjálvum. Tey vóru so flott, at eg havi kanska sæð fotomyndir av húsum í Beverly Hills, ið hava líkst teimum hjá Hera. Húsini hjá Hera vóru tó ikki so stór sum tey hjá Hollywood-stjørnunum. Í so máta var Heri meiri jarðbundin. Ongantíð untist honum at fáa eini hús, ið bara bóru brá av teimum, hann teknaði.
 
Spurdi hann um alt, tí hann var so klókur og dugdi so væl at fortelja. Spurdi hann, hvat framtíðin hevði at bera av øllum tí fantastiska, streymlinjaða, sum hann teknaði: Húsini fara at standa á julum, himmalin verður reyður, fjøllini verða blá, havið verður gult. So flott verður alt. Skipini verða atomrikin. Flúgvararnir flúgva fleiri ferðir skjótari enn ljóðið.
 
Eg trúði hvørjum orði. Sveimaði í huganum saman við Hera í hansara ótrúligu fantasiverð.
 
Mær longdist ósigiliga illa eftir Hera, tá ið hann fór til Havnar at ganga í studentaskúla. Visti, at hann búði á Sjómansheiminum, og at hann skulkaði onkuntíð. Nygaard var rektari og vildi sum vera man hava eina gyldiga grund.
 
Tað var so nógv brim í Vágsbotni, at eg slapp ikki út, segði Heri. Eina gyldigari grund fekk Nygaard ikki. Jú, kanska var grundin líka so gyldug eina aðru ferð, tá ið Heri hevði sum gylduga grund: Eg hevði ilt.
 
Eg gleddist altíð um høvi at vera saman við Hera, har tað bar til. Tað veri seg í Sandavági, á Tvøroyri, í Keypmannahavn og í Havn. Tað var altíð gott at vera saman við honum. Hann var stuttligur, romantiskur. Hann var stutt sagt at kalla aldrin keðiligur. Og so var hann so hjálpsamur.
 
Heri hevði eisini so nógvar vinir, sum allir vóru nakað heilt serligt í mínum hugaheimi. Eingin var keðiligur. Allir vóru so stuttligir og klókir, helt eg. Tað var alt so trygt og gott.
 
Nei, ikki alt.
 
Heri góðtók ikki tað, vit rópa eina vanliga tilveru. Hann treivst ikki í teirri fyriskipaðu sosialu heildini, sum eitt samfelag er. Hann tímdi ikki. Hann vildi liva, sum hann vildi, soleiðis sum honum dámdi. Og tað var verri enn so altíð, at tilveran toldi Hera. Tí kom tilveran honum ógvuliga tvørt fyri tey seinastu mongu árini.
 
Einaferð fór Heri niður at lesa. Hann var innskrivaður á universitetið. Onkuntíð mundi hann vísa seg har, tí hann fór upp í filosofikum. Setningurin, hann skuldi svara, æt nakað so ófatiligt í hansara verð sum Viljin. Her var lítil logikkur í lagnunnar speisemi. Tað skuldi eingin koma og bjóða Hera av við viljanum. Og tó. Henda dagin, hann hevði verið uppi í viljanum, fór hann um universitetsgátt við einum feitum UG. Síðan sá eingin hann aftur  mær vitandi  á universitetinum.
 
Líka so deiligt sum tað var at vera saman við Hera, líka so harmiligt og tungt kundi tað eisini vera. Nettupp viljin, soleiðis sum vit yvirhøvur tulka hetta hugtak, var honum eingin hollur lívsstuðul. Líka so stórur er saknurin og líka so sterk eru minnini um Hera.
Eitt deiligt menniskja, sum næstan øll vóru góð við.
 
Eg sakni teg sváran, Heri bróður.
 
Sonne bróðir