Við víðopnum sinni og kenslunæmum sansum liggi eg fjálg og trygg í døkkum, reyðum skyni. Kring meg skvatlar ein flógvur bjálvi varliga aftur og fram saman við ljóðinum frá rútmiskum hjartaslátturi og tungum andadrátti.
Hóast eg eri sjey ára gomul, eri eg eitt fostur í móðurlívi.
Fyri løtu síðani kreyp eg niður í stóru barnakonuna á gólvinum. Onkur lyfti lokið av búkinum og vísti mær inn í opið, har til ber at kenna, hvussu tað er at liggja í búkinum hjá mammu síni aftur.
Uttan fyri barnakonuna stendur ein persónbilur parkeraður á flisagólvinum. Hann er klæddur við grønum flagi. Í øllum krókunum eru alskyns aðrir løgnir lutir og listaverk, sum vit børn kunnu royna, nerta við, kenna og práta um.
Eisini í vakra garðinum við víða havútsýninum eru gávur til sansirnar. Til dømis ein risastórur og ikki sørt vandamikil skreiðibani og ein garvillur rennistrongur tvørtur um eitt grønt vatn, har summi detta útí.
Vit eru stødd í seinnu helvt av sjeytiárunum. Modernaða listasavnið Lousiana í Humlebæk í Norðursælandi hevur, í rætta tíðarandanum, eina framsýning við heitinum ”Børn er et folk”.
Seinni havi eg skilt, at fólk í hópatali tustu til framsýningina, sum eisini gjørdist eitt satt frambrot innan norðurlendska barnamentan.
Festir seg í hugan
Hetta er mítt fyrsta minni frá Lousiana. Ein stekt uppliving, sum festi seg í unga barnasinnið, og sum hevur fylgt mær síðani. Eins og aðrar sterkar upplivingar, sum hava lyndi til at meiðsla seg í minnið.
Hetta vita tey á listasavninum Lousiana. Stóra víðagitna modernaða listasavninum, sum er millum tey fremstu í heiminum. Eyðkent av dygdargóðum og slóðbrótandi framsýningum og mentanarligum tiltøkum, sum festa røtur heilt aftur í hypofysuna. Serliga innan myndlist, men eisini kjak-, bókmenta- og tónleikatiltøk í heimsklassa, umframt eina stóra deild fyri børn og ung.
Listasavnið, sum lat upp í 1958, eigur omanfyri 3000 verk úr øllum heiminum. Mest málningar og standmyndir frá 1945 og fram eftir navnframum listafólkum frá Picasso til Warhol og frá Jorn til Kirkeby. Uttan um savnið er ein stórsligin standmyndapark við verkum, sum gløggir, viðurkendir listfrøðingar hava mett um, valt út og sett inn í umhvørvið við serligum atliti til vøkru náttúruna út til Oyrasund.
Bólgnar av yvirskoti
Umframt føstu framsýningina skipar savnið fyri 4-6 árligum serframsýningum, har dentur verður lagdur á altjóða, modernaða list.
Í summar var millum annað nýskapandi framsýning undir heitinum Warhol after Munch, har verk eftir Munch hava verið gjøgnum pressuna hjá Warhol. Lousiana eigur frammanundan størstu samlingina av verkum eftir amerikanski listaikonið Warhol í norðurlondum.
Restina av hesum árinum er serframsýning við verkum eftir týska listamannin Anselm Kiefer, og komandi ár kunnu vit millum annað gleða okkum til eitt satt Picasso-paradís í Humlebæk við framsýningini Picasso: Peace + Freedom.
Tí, sum savnsleiðarin, Poul Erik Tøjner, sigur:
- Eitt listasavn skal vera eitt ríkt stað, har tú finnur meira enn tað neyðuga. Júst hetta 'meira', sum ferð eftir ferð kemur til sjóndar, er einasta, men eisini sterkasta, prógvið um lívsneyðuga týdningin av list og mentan. Hendan kenslan av meira, annað, nýtt – sjálvt, tá tað er gamalt. Eitt dygdarsavn bólgnar av yvirskoti. Av meira av tí, sum fólk vilja hava. Av meira av tí, sum eftirspurningur er eftir beint nú.
--
Fakta:
Lousiana telist millum fremstu listasøvnini við modernaðari list í heiminum. Savnið er eisini eitt livandi mentanarhús, har listin, arkitektururin og uttandura umhvørvið gevur eina hugtakandi heildaruppliving. Eisini ein høgan heystardag.
Sitat: Eitt listasavn skal bólgna av yvirskoti.
Poul Erik Tøjne, savnsleiðari
Sitat: Hóast eg eri sjey ára gomul, eri eg eitt fostur í móðurlívi.
--
Myndatekstur:
Pablo Picasso
Le charnier. Paris, 1944-45; Líkhúsið 1945.
Foto: The Museum of Modern Art, New York (MoMA)/Scala, Firenze
Framsýningin verður 11. februar - 29. maj 2011
--
Walton Ford, Baba-B.G., 1997
Akvarel, gouache, tusch og blyant á pappír 105,1 x 74 cm
Privat ogn, Courtesy Paul Kasmin Gallery
© Walton Ford, Courtesy Paul Kasmin Gallery
Framsýningin verður 12. november 2010 - 6. marts 2011
--
Árliga afturvendandi tiltakið Louisiana Literature var í síðsta mánað.
Finnski høvundin Sofi Oksanen í samrøðu um skaldsøguna ”Reinsan”. Louisiana Museum of Modern Art, Humlebæk
Foto: Klaus Holsting
--
HØVUÐSMYND:
Calderterrassan framman fyri matstovuni við útsýni yvir Oyrasund.
Louisiana Museum of Modern Art
--
Frá framsýningini hjá Anselm Kiefer sum heldur fram til 9. januar 2011
Foto: Poul Buchard /Brøndum & Co
Louisiana Museum of Modern Art
--