Heppin sameining av komforti og sporti

Við Astra GTC 2,0 Turbo við 200 hk eru Opel væl við í kappingini í GTI-klassanum. Undirvognurin er ein heppin sameining av komforti og sportsligum koyrieginleikum. Bilurin sær eisini rættuliga frekur út

Opel vilja við Astra GTC vísa hvussu sportligur ein sedan við trimum hurðum og plássi til fýra ferðandi kann síggja út. Lága runda taklinjan, saman við kraftigu linjuføringini, fær bilin at síggja út sum hann altíð er klárur til at leypa avstað. GTC stendur fyri Grand Tourismo Compact

Við Astra GTC 2,0 Turbo við 200 hk eru Opel væl við í kappingini í GTI-klassanum. Við fyrsta eygnakst sær GTC út sum ein umbygdur Astra, men veruleikin er tann, at talan er um ein sjálvstøðugan sportsbil, sum er gjørdur til at kunna koyra langt yvir 200 km/t.

Undirvognurin er ein heppin sameining av komforti og sportsligum koyrieginleikum.
Tað er eingin trupulleiki at aktivera spitaran, so bilurin næstan flýgur avstað og samstundis hava fult tamarhald á honum. Bilurin hevur 6 gir og 17" hjól við 225/45-profili, sum eisini gera sítt til góðu og føstu koyrieginleikarnar.

Hóast GTC sær nógv lægri út enn tann vanligi Astra við 5 hurðum, er hann bert 3,2 cm lægri, og tá setrini eisini sita lægri, er munurin einans 1,2 cm. So sjálvt hjá stórum persónum er plássið við forsetrini ongin trupulleiki.

Astra GTC fæst við fýra ymiskum motorum: 1,4 litur við 90 hk, 1,6 litur við 105 hk, 1,8 litur við 125 hk, og 2,0 litur turbo við 200 kh. Seinni kemur GTC í eini OPC útgávu við 240 hk.

Sum standard hevur Astra 2,0 GTC t.d. EHPS-elektrohydrauliska servostýring, EBF-bremsukraftdeilara, ESP-elektroniskt stabilitetsprogramm, airbag framman, í síðunum og gardinairbag eins og aircondition.

Bilurin sær rættuliga frekur út, so tað verður nokk við teimum størru motorunum at vit koma at síggja Astra GTC.



Opel Astra GTC 2,0 Turbo

Motorurin2,0 litur 4 syl. bensin (turbo) 200 hk

0-100 km/t7,8 sek.

Toppferð234 km/t

Bensinnýtsla10,8 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd225/45-17

Stødd og vekt
Longd428,8 cm
Breidd175,3 cm
Hædd141,3 cm
Eginvekt1.275 kg
Viðførisrúm380 litrar

PrísurKr. 320.000,-

SøluumboðP/f Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo