Her er føroyska setanarrøðan hjá Mette Frederiksen

Fyri fyrstu ferð er setanarrøðan hjá forsætisráðfrúnni týdd til føroyskt og grønlendskt. Hetta er ein liður hjá Fólkatinginum og stjórnini at javnseta tey trý málini í ríkinum

Tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, helt setanarrøðuna í Fólkatinginum týsdagin, tosaði hon um ein nýggja felagsskapin millum Danmark, Føroyar og Grønland, sum skuldi vera á jøvnum føti, har tað ikki er Danmark, sum ræður yvir hinum báðum londunum. Hon segði millum annað soleiðis: »Men so leingi vit hava ein ríkisfelagsskap. Og tað vóni eg persónliga, at vit hava í nógv ár afturat. So skal tað vera eitt javnt samstarv millum trý lond, trý fólkasløg, tríggjar stjórnir. Og trý mál.«

 

Lesið røðuna hjá forsætisfrúuni niðanfyri. Hon er týdd til føroyskt og kann eisini lesast á heimasíðuni hjá Fólkatinginum:

 

Setanarøða hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til Fólkatingið 3. oktober 2023

 

Tað talaða orðið er galdandi.

 

Eg vil fegin byrja mína røðu í dag við at greiða frá um ein heilt serligan lut.

 

Øll her í salinum hava nýtt hann. Hann er miðdepilin í danska fólkaræðinum. Vit hugsa helst ikki nógv um hann.

Tað er røðarapallurin, eg standi á júst nú. Har lóggáva í landinum verður skapað. Og hevur gjørt í meira enn 100 ár.

 

Hann varð gjørdur í árunum 1915 til 1917 av einum ungum kvinnuligum snikkara. Anny Berntsen.

 

Hon fekk útbúgving á Richardts Sløjdinstitut, ið var ein skúli fyri kvinnur, sum í byrjanini av 20. øld jagstraðu dreymin um at blíva handverkari.

 

Ungi snikkarin viðgjørdi eitt gamalt eikarkelvi – altso úr einum gomlum viðarbuli – av Møn.

 

Røðarapallurin er boltaður og festur við tøppum. Har er hvørki brúkt seymar ella skrúvur. Og snikkarin hevur brýnt alt hetta við egnari handamegi.

 

Røðarapallurin her er meira enn bara ein vakur møpil.

 

Hann er eisini myndin á tí heilt serligu donsku handverkasiðvenjuni. Skapað og hildin saman av menniskjum við sterkum yrkisførum.

 

Menniskjur, ið arbeiða. Við hondum teirra. Og við høvdum teirra.

 

Og hetta byrjar í skúlanum.

 

##med2##

 

Fyri ikki so langt síðani varð eg spurd um, hvat eg vildi vera, um eg ikki var forsætisráðhar- ri.

 

Svarið mítt kom beinanvegin, tí eg var als ikki í iva: Eg vildi vera lærari.

At hugsa sær at vera tann persónurin, ið hevur sum arbeiði fáa børn til at eydnast.

 

At síggja gleðina, sum kemur, tá ein næmingur fær tølini í einum roknistykki til at ganga upp.

 

At uppliva børn, ið rætta ryggin, tá tey tora nakað, sum tey annars ikki plagdu. Eldhugin í eygunum.

 

Og kanska tað besta, tá tey smáu knekka lesikotuna. At hoyra tey siga ljóðini k-a-t, smíla og siga hvatliga: ‘KAT’

 

Viljin til at royna umaftur og umaftur.

 

Harafturat skal man eisini hugsa um alt tað, man sjálvur lærir. Avbjóðingin í at síggja tingini frá nýggjum frásjónum. Tí man sum lærari møtir so nógvum børnum og foreldrum, sum hugsa øðrvísi, enn hvat man sjálvur ger.

 

Sum lærari er man tann, ið veit nakað, og sum dugir okkurt. Man er ein serfrøðingur. Ein myndugleiki.

Presturin og rithøvundurin, Johannes Møllehave sáli, hevur sagt okkurt týdningarmikið um myndugleikar. Og nú endurgevi eg orðarætt:

 

‘Har skal vera ein myndugleiki. Har skal vera ein, ið flýgur flogfarið [...]. Vit eru noydd til at avhenda ábyrgdina. Og vit noyðast at virða ein, sum veit nakað og dugir okkurt. [...] Uttan myndugleikar kunnu vit ikki liva’.

 

Eg eri samd. Vit eru til noydd til at virða menniskjur, sum vita nakað og duga okkurt. Men gera vit so tað?

 

Virðingin fyri læraranum byrjar heima hjá foreldrunum.

 

Og spurningurin er, um vit foreldur fyrireika børn okkara nóg væl til at vera partur av felags- skapinum í skúlanum?

 

Til at samstarvast? Koyra fingurin upp? Vera friðarlig? Bíða við egnum tørvum? Ja, til at virða læraran sum ein myndugleika í floksstovuni.

 

Og eru vit foreldur veruliga sjálv við til at stuðla læraranum sum ein myndugleika?

 

Tá eg var barn, var leikluturin hjá foreldrum mínum innan skúlaarbeiði avmarkaður til ein foreldrafund av og á. Og til eina kontaktbók við boðum sum: ‘Mette var sjúk í gjár’.

 

Tey høvdu álit á mær. Og serliga á lærarunum.

 

##med3##

 

Í dag samskiftir man sum foreldur dagliga við skúlan og við hvønn annan á talgilda palli- num Aula.

 

Um t.d. vikuætlanir, spælibólkar og skúlamat til gummistivlar, sum eru horvnir.

 

Tað er eitt risa framstig, at vit foreldur hava meira áhuga fyri skúlagongdini hjá børnum okkara. Sjálvandi.

 

Men duga vit foreldur nóg væl at siga við børnini: ‘Hetta hevur tín lærari stýr uppá. Hon hevur gjørt tað, ið hon helt, skuldi gerast.’

 

Ella geva vit í staðin ov ofta børnunum rætt?

 

Siga vit: ‘Tað var eisini spell, at hatta og hatta hendi. Eg fari at skriva til læraran hjá tær og fái hana til at gera okkurt við tað’?

 

Sjálvandi skal man reagera, um man verður varur við, at okkurt er heilt galið. Um barnið ikki trívist.

 

Men vit mugu ikki – í einari misfataðu umsorgan – taka leiklutin frá læraranum sum tann vaksni, ið er hægsti myndugleikin í flokkinum.

 

Og vit mugu ikki loysa allar trupulleikar hjá børnum okkara. Tí so verða tey skelkað, tá tey gerast vaksin og møta heiminum.

 

Tað ávirkar meg, tá ein ungur lærari kann siga við eitt tíðindablað, at hon ikki hevur hug at kanna Aula.

 

Tí sum hon skrivar:

 

‘Hvat fyri boð er nú komið inn á mín innbakka? Hvat spyrja foreldrini nú um?’

 

Og vit foreldur spyrja læraran um nógv. Kannar lærarin, um børnini eta teirra matpakka? Kannar hon skiftingarklæðini hjá børnunum?

Letur hon nóg ofta vindeyguni upp?

 

Góða foreldur: ‘Havið meira álit á okkum. Gevur okkum meira pláss. Og álit’. Bønar og biður unga lærarinnan um.

 

Og eg haldi, at vit eru nógv, ið skilja hana.

 

Tí harumframt boðini, vit foreldur senda til skúlan. Ja, so skal lærarin eisini kunna okkum um, hvat flokkurin hevur gjørt farnu vikuna. Hvat tey skulu gera mánadagin. At skúlabøkur- nar skulu pakkast inn. Og minst til annars at kanna hárið gjølla fyri lús.

 

Tað er sjálvandi gott, at man kann síggja, hvat børnini hava gjørt í skúlanum.

 

Men vit eru tó noydd til at skilja ta tíð, sum tað tekur at dokumentera og senda okkum foreldrum frásagnir. Henda tíðin kann so ikki nýtast til undirvísingina. Ella til at vera saman við børnunum.

 

Og sum um alt hetta ikki var nóg mikið samskifti í sær sjálvum. So eru øll tey boðini, vit foreldur senda hvørjum øðrum.

 

Um foreldraveitslur. Jólahugnatiltøk. Floksútferðir. Nevndarfundir. Trivnaðarnevndir.

 

Eg havi enn til góðar at møta foreldrum, sum so eru ordiliga glað fyri alt tað, sum Aula hevur við sær.

 

Tí er tað eisini freistandi bara at avtaka Aula.

 

Og sjálvandi kunnu og skulu vit kjakast, um tað er klókt, at vit fyri fleiri árum síðani tóku stig til henda pallin.

 

Men kjakið er størri enn hetta. Hetta snýr seg grundleggjandi um, hvussu vit sleppa okkum undan at kvetta petti av myndugleikanum hjá læraranum.

 

Hvussu vit tryggja okkum meira frið í floksstovuni. Børn, sum taka ábyrgd og sjálv loysa trupulleikarnar.

 

Hetta er nakað, vit øll eiga at hugsa um. Eisini í skúlastýrunum.

 

Á sama hátt hava nógv tikið upp kjakið um, hvussu nógv skermurin skal fylla í lívinum hjá børnum og ungum. Hvussu bundin tey eru blivin at teirra fartelefonum.

 

Nógvastaðni hava tey ásett skermsreglur. Ella tey hava fullkomiliga forboðið nýtsluna av fartelefonum í skúlatíðini. Og hava verið kritisk, um skermurin eigur at vera ein so stórur partur av undirvísingini.

 

Takk fyri tað. Latið okkum fáa enn fleiri skúlar, har spælið enn einaferð fyllir mest. Har bør- nini eru meira úti. Helst tann bíligasta og klókasta loysnin til at skapa meira trivnað.

 

Og latið okkum fáa enn fleiri skúlar, har tað er ein størri virðing fyri, at har er onkur, sum veit nakað og dugir okkurt. Fyri læraranum.

 

Tað má vera so innihaldsríkt sum lærari at uppliva, at børn eydnast. Men tað má eisini kennast so ófullfíggjað, tá børn miseydnast.

 

Og tað hendir tíverri alt ov ofta.

 

Tá elstu næmingarnir kasta karamellur á síðsta skúladegi aftaná 10 ára skúlagongd. Aft- aná meira enn 2000 tímar undirvísing í donskum. Og aftaná meira enn 1000 tímar undirví- sing í støddfrøði. Ja, so er tað enn 7. hvør næmingur, sum ikki hevur lært at lesa, skriva ella rokna nøktandi.

 

Tað eru næstan 7.000 børn og ung hvørt einasta ár. Som voksed’. Og koksed’. Og står i kø på livets vej.

 

Og eg veit ikki ein gongd, um hetta er tað ringasta longur.

Ella um tað er tann sannroyndin, at hagtølini hava verið soleiðis í nógv ár.

 

Hóast at nógv politisk framtøk hava verið. Fleiri tímar í donskum. Nýggir felagsskapir. Vit hava enntá seinast samtykt at lækka floksloftið í teimum minstu flokkunum.

 

Hóast alt hetta er gjørt.

 

Og sjálvt um vit í dag nýta fleiri pengar fyri hvønn næming í danska fólkaskúlanum. Hetta lata vit líka standa eina løtu.

Sjálvt um vit í dag nýta fleiri pengar enn nakrantíð áður fyri hvønn næming í danska fólka- skúlanum.

 

So hava vit sum samfelag enn ikki eydnast við at venda hesi gongdini. Tað er ræðuliga tyngjandi.

Og hetta setir okkum yvirfyri einum vali. Antin kasta vit handklæðið í ringin. Geva upp. Lata máttloysið ráða.

 

Tað dámar mær ikki.

 

Ella eisini kann hetta gera okkum enn meira treisk, og at vit hesa ferð fara at eydnast. Hetta eigur at vera møguligt.

 

Men við tí eyðmjúkleika, sum liggur í, at eingin av okkum longur kann siga, at eitt lítið tak loysir alt.

 

Vit eru noydd til at koma allan vegin runt.

Kanska lurta meira eftir næmingunum. Fløkja tey uppí.

 

Og í staðin fyri at stýra skúlanum niður í minstu detalju, so skulu vit tora at geva floksstovu- na aftur til tann læraran, sum í roynd og veru er lærdur til tað.

 

Eitt tal sigur alt. 1.081.

So nógv bindandi politisk mál skulu lærararnir í fólkaskúlanum taka støðu til.

 

Bara í ítróttarundirvísingini eru yvir 250 mál. Lat meg lesa tey upp:

 

‘Næmingurin megnar at meta um ítróttarmentanarligu siðvenjur, virðir og samskifti í einum samfelagsligum sjónarmiði.’

 

Álvaratos.

 

Er orsøkin, at her í salinum kanska er ein ovurumboðan av okkum, sum vórðu vald síðst, tá vit skuldu spæla fótbólt? At vit í staðin hava stappað teori og alt ov abstrakt heiti inn í ítróttartímarnar?

 

Sjálvandi skal har eisini vera læringarmál í ítrótti. Men onkuntíð snýr tað seg eisini bert um at spæla høvdingabólt.

 

Og sum um tað ikki var nóg mikið við 1.081 bindandi málum. Ja, so eru tað eisini tey 3.170 sokallaðu vegleiðandi málini.

Tað er tískil fleiri enn 4.000 felags mál, sum lærarar og fólkaskúlar skulu hugsa um og liva upp til, tá tey undirvísa okkara børnum.

 

Tað er alt, alt, alt ov nógv.

Í komandi viku fara vit at kunngera nýggja uppskotið hjá stjórnini til ein nýggjan fólkaskúla.

 

Her fara vit at seta fram uppskot um, at hvørja ferð har eru 10 mál, fara vit at skera 9 av teimum burtur.

 

Hetta svarar til, at vit vraka meira enn 3.800 bindandi og vegleiðandi mál. Vit skulu geva skúlanum frælsi.

Við størri frælsi fylgja eisini hægri vónir og krøv til tykkum lærarar.

 

Fyrrverandi skúlagranskarin og nú skúlaleiðari á Frederiksberg, Helle Bjerg, hevur sagt okkurt týdningarmikið um væntanirnar til læraran. Og nú endurgevi eg hana orðarætt:

 

[Lærarin] skal fyrst og fremst duga at skapa eitt javnmett samskifti við næmingarnar. Og samstundis vera ein myndugleiki, sum sigur: Tað eri eg, sum skipar fyri. Tað eri eg, ið setir karmarnar. Tað eri eg, sum er skúlin.

 

Tíverri eydnast tað bara summum lærarum við tí fyrsta. At koma í eygnahædd við næ- mingarnar.

 

Síðan 1970’ini hava tit lærarar flutt tykkum av lærarapultinum og út í flokkin. Gott. Tí frá- støðan millum læraran og næmingin var alt ov stór.

Men hon kann eisini gerast ov lítil.

 

Eg vendi aftur til skúlan seinni í røðuni.

Tí tá stjórnin er so upptikin av bæði útbúgving og frísetan, so hongur tað væl saman við tykkum børnum og ungum, sum skulu bera hetta fantastiska samfelagið víðari í framtíðini. Um tit fáa bestu møguleikarnar til hetta.

Eisini tí vit eru komin til eitt punkt, har fleiri pengar ikki longur loysa allar trupulleikarnar.

 

Eg havi sjálv nýtt hesa orðingina, at gjaldoyrað í tí nýggju tíðini í donskum politikki er egin- leikin til at føra ein politikk, ið kann tryggja eina nóg stóra arbeiðsmegi.

 

Tað er eisini orsøkin til, at stjórnin nú hevur sett fram eitt uppskot um eitt nýtt lønarloft í tí almenna, sum vit nú samráðast um við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Og tað er tí, at vit seinni á árinum fara at seta fram eitt uppskot um skattalættar til allar danskarar í starvi. Løntakararar við púra vanligum inntøkum. Og serliga einligir forsyrgja- rar.

 

Tað at vera upptikin um, at vit eisini í framtíðini eru nóg nógv fólk í hesum landi, ið arbeiða. Um vit hava røttu treytirnar til tað.

 

Merkir tað so hin vegin, at pengar eru týdningarleysir?

 

Nei. Vit hava sum stjórn ætlað okkum at nýta týðiliga fleiri pengar í vælferðini. Men allíka- væl skulu vit øll ansa eftir, at politiska kjakið ikki verður ov einfaldað.

 

Tað er veruliga rætt, at har í komandi 2030-ætlanini er eitt søguligt stórt rásarúm. Altso fleiri pengar.

 

Tað er eisini veruliga rætt, at kommunurnar og landspartarnir komandi árið hava fingið fleiri pengar, enn tey høvdu farna árið.

 

Samstundis við, at tað so eisini er veruliga rætt, at man í nógvum kommunum og landspør- tum hava sett fleiri sparingar í gildi.

 

Sparingar, sum har ikki er eitt politiskt ynski um. Hvørki frá landsins borgarstjórum ella í stjórnini.

 

Tá alt hetta er rætt. Á somu tíð.

 

So stendst tað lutvíst av fyrilit fyri inflasjónini.

 

Danmark eitt av teimum londunum í Evropa, har inflasjónin er fallin mest og skjótast. Nú er uppgávan at halda henni niðri.

 

Tí er tað avmarkað fyri, hvussu nógv virksemi vit kunnu geva frælsi komandi ár.

 

Men menningin í inflasjóninini er ikki einasta orsøkin til, at tað lokalt er ringt at fáa fíg- gjarætlanirnar at ganga upp.

 

Har er eisini ein rúgva av útreiðslum, ið bara hækka og hækka, uttan at tað neyðturviliga hevur verið politiska ætlanin.

 

Tað snýr seg um útreiðslur til fyrisiting og skrivstovuveldi. Útreiðslur til serundirvísing í fólkaskúlanum.

Og tað snýr seg eisini um tað, man við einum sindur reglubundnum orði kallar ‘tað spesiali- seraða almannaøkið’.

 

Her skulu vit halda fast. Tí aftanfyri tølini snýr tað seg um nakrar av teimum borgarum, ið mest tørvar eitt sterkt vælferðarsamfelag.

 

Børn og ung, sum liva undir umstøðum, sum skaða teirra menning og heilsu. Vaksin við breki. Menniskjur, ið eru illa fyri.

 

Eg veit væl, at tit ikki altíð uppliva at fáa ta hjálp og tann stuðul, tit eiga at fáa í einum múg- vandi landi.

 

Heldur ikki sjálvt um kommunurnar hava økt um útreiðslur teirra til økið við meira enn 4,5 mia. kr. seinastu fimm árini.

 

Tað bendir kanska á, at tað ikki bert eru brúk fyri enn fleiri pengum. Men at vit eisini skulu hyggja eftir, um kunnu nýta pengarnar betur.

 

Bara eitt dømi.

 

Bústaðartilboð er ein bústaðarformur, har vaksin við serligum tørvum kunnu fáa ta umsor- gan, hjálp og tann stuðul, teimum tørvar.

 

Útreiðslurnar til bústaðartilboð eru týðiliga hækkað.

 

Ikki bara tí har er ein vaksandi tørvur. Men eisini tí útreiðslan til tey bústaðartilboðini, sum eru, er vorðin nógv hægri.

 

Hvat er so svarið frameftir?

 

Ja, tað er millum annað at byggja fleiri bústaðartilboð.

Og tað er akkurát, hvat stjórnin hevur avtalað við kommunurnar.

 

Tað ger seg galdandi her sum á nógvum øðrum økjum, at tað sjáldan bara er ein spur- ningur um fleiri ella færri pengar.

 

Um vit fegin vilja broyta. Um vit fegin vilja hava fatur á tí, ið veruliga merkir nakað. So skulu vit eitt hakaskot djúpari. Í minsta lagi.

 

Tí tað er eisini her, at tað veruliga verður áhugavert. Tá vit skulu taka eina trupla avgerð. Onkuntíð millum tveir møguleikar, sum antin eru líka góðir ella líka vánaligir.

 

Ein tvístøða.

 

Tær persónligu tvístøðurnar taka Sara & Monopolet sær av. Tað gera tey annars væl. Men hon hevur so eisini bert tríggjar persónar við sær í útvarpinum.

 

Her inni eru vit 179 persónar til at loysa politisku tvístøðurnar í okkara tíð.

 

Um tit halda, tað onkuntíð kann vera drúgt, so gleðið tykkum yvir, at vit ikki samskiftast á Aula.

 

Og ein av teimum tvístøðunum, sum komandi árini fer at vera meira týðilig.

 

Tað er fyrilit fyri veðurlagnum mótvegis náttúru og umhvørvi. Fyrilit fyri grønu umleggingini mótvegis atliti til nábúgvar og møguleikan fyri at kæra.

 

Hetta kjakið kunnu vit akkurát tað sama byrja nú. Tí tað er ikki lætt.

 

Í Danmark hava vit í dag fleiri enn 4.000 vindmyllur á landi. Men seinastu árini er útbyg- gingin næstan steðgað.

 

Fyri tveimum árum síðani vórðu 45 vindmyllur settar upp á land. Í fjør var talið niðri á 33. Og í ár eru í løtuni bert fýra vindmyllur settar upp. Tað er ikki bara á landi, vit hava hesa avbjóðingina.

 

Um eg nú skuldi orða tað sum eina áheitan til Sara & Monopolet. So vildi tað ljóða soleiðis:

 

‘Góðu Sara og tað altíð fantastiska Monopol.

 

Eg eiti Mette og vil fegin hava, at fleiri vindmyllur verða settar upp beinanvegin.

Eg haldi, vit eru alt ov bundin av gassi – ikki frá Preben, men frá Putin. Og harafturat hava

 

vit skund, um vit skulu fáa tamarhald á veðurlagsbroytingunum.

Tíbetur er har onkur, sum fegin vil seta vindmyllur upp. Millum annað sjónum uttanfyri

 

Stevns á Sælandi.

 

Men tað er samstundis eitt øki, har flogmýs og flytifuglar dáma væl at flúgva runt í.

Og tey, ið fegin vilja seta vindmyllur upp. Tey hava ikki talt, hvussu nógvar flogmýs flúgva í økinum um várið og um heystið.

 

Tí er verkætlanin nú seinkað.

 

Hvat heldur Monopolet? Hava tey, ið vilja seta vindmyllur upp, ikki gjørt arbeiði teirra nóg væl. Og eru flogmýs meira týdningarmiklar enn vindmyllur?

 

Vinarliga Mette’

 

Hiðan vildi Sara Bro so taka yvir.

Og óansæð, hvør var gestur í Monopolet tann dagin, hevði eg verið forvitin um kjakið.

 

Um Søren Pind er við, haldi eg, hann vildi siga, at flogmýsnar bara áttu at flúgva rundan um vindmylluveingirnar.

 

Allíkavæl er tað ikki so einfalt.

 

Tí vit sleppa ikki undan at hugsa um, at stóra útbyggingin av varandi orkuni, sum vit øll ynskja okkum, onkuntíð fer at henda, sjálvt um tað gongur út yvir náttúruna akkurát har.

 

Og um grøna umleggingin skal ganga skjótari. Um onnur fyrilit mugu víkja.

So mugu vit á annan hátt taka stig til, at náttúran og umhvørvið eisini fáa betri treytir. Ak- kurát sum vit sjálvandi skulu tryggja nábúgvunum, ið verða ávirkað, eina hampiliga mótrok- ning.

 

Tí vit liva ikki bert í einari veðurlagskreppu. Vit liva eisini í einari náttúru- og lívmargfeldi- skreppu.

Hygg bert eftir okkara mongu fjørðum. Hyggur man útyvir vatnið er tað vakurt sum altíð. Men fer man undir kav er næstan einki lív. Vit mugu minka um burturveiting av køvievni.

 

Vit halda áfram við okkara arbeiði við komandi náttúrutjóðgarðunum. Og so skulu vit ansa betur eftir okkara hóttum djórasløgum.

Sum tey flestu tíbetur hava hug at gera nakað við. Meira enn 15.000 danskarar luttóku í fyrstu tjóðskaparligu teljingini nakrantíð av tindasvínum her heima.

 

Har vórðu skrásett fleiri enn 25.000 livandi og deyð tindasvín.

 

Nú kunnu vit fylgja menningini. Ansið eftir tindasvínunum. Sum annars fara í híð her frá oktober og frem til mai.

 

Tað er tað øvugta av Fólkatinginum.

Hóast tað nú sjáldan er pláss til at fara í híð í politikki.

 

Tá eg saman við stjórnarleiðsluni fyri stuttum vóru á busstúr. ‘Ude på noget’ sum Palle, Polle og Ruth.

 

Ja, har vitjaðu vit Odense Havn.

 

Her bygdu tey lutirnar til tær vindmyllurnar, sum skulu standa á sjónum. Tær eru nú so stórar, at tað er best at byggja tær á havnini og síðan senda tær við skipi harfrá.

 

Tær eru stórt sæð ómøguligar at flyta á landi.

 

Tískil vil Odense Havn millum annað fegin víðkast. Men sambært havnini kann hetta vara upp til 10 ár.

 

Man skuldi kanska hildið, at tað er byggigongdin, ið tekur langa tíð. Man ikki vit øll kenna ein handverkara, sum av og á er blivin seinkaður?

 

Men soleiðis er tað ikki her.

 

Fysiska víðkanin av havnini tekur umleið tvey ár.

 

At gera neyðugu kanningarnar, senda umsókn, fáa verkætlanina góðkenda og ikki at gloy- ma vandan fyri, at har koma kærur á leiðini, og tí verður steðgur í verkætlanini. At tað kann vara næstan átta ár, sigur havnin.

 

So tolin er man als ikki í hinum londunum í heiminum. Og um ikki Danmark og Evropa setir ferð á.

So svíkja vit ikki bara okkara ábyrgd fyri at seta ferð á grønu umleggingina.

 

Vit tapa eisini altjóða kappingina um, hvar tey grønu virksemini í framtíðini verða sett á stovn.

 

Vit hava eina sjálvsmynd av, at Danmark er eitt av teimum londunum í heiminum, sum eru mest stórætlað, tá tað snýr seg um veðurlagið.

 

Side 11

 

Tað eru vit eisini. Tað passar. Men vit seta ov nógvar snávingartræðrir upp fyri veðurlags- stríðið.

 

So okkara forleyp stendur og fellir við, um vit kunnu handfara tvístøðurnar, og um vit kunnu lokka tey dugnaligastu til landið. Bæði virksemi og starvsfelagar.

 

Harvið eru vit aftur við spurninginum um útbúgving.

 

Fyri tað at fremja grønu umleggingina hvønn tann einasta dag. Tað er í veruleikanum ein stór byggiverkætlan.

 

Men eisini ein byggiverkætlan, sum er í vanda fyri at steðga á, um ikki fleiri ung fáa hug til at nema sær eina yrkisútbúgving.

 

Er ein av frágreiðingunum um, at so nógv ung velja studentaskúlan, at man harvið hevur fleiri møguleikar seinni í lívinum?

 

Er ein onnur frágreiðing, at fólkaskúlin í dag snýr seg ov nógv um háfloygda hugsan.

 

Háttaløg. Ástøðir. Verkætlan. Greiningar. Sjálvt í lærugreinum, sum áttu at havt eitt prakti- skan miðdepil.

Sum t.d. heimkunnleiki. Har trý út av fýra førleikamálum ikki snúgva seg um at gera mat.

 

Men um at kunna grundgeva fyri valið av rávørum og at tulka máltíðirnar við at skilja virðir, mentan og lívskor.

 

Sum tann næmingurin, sum til sína roynd í heimkunnleika matgjørdi eitt perfekt bleytkókað egg. Men av tí hann ikki dugdi at greiða frá, hvørjar kemiskar reaktiónir, sum taka seg í tí kókaða vatninum, sum gjørdi, at eggjahvítin legði seg sum eina kúlu rundan um smílandi blommuna í egginum. Ja, so mátti hann fara vónbrotin frá royndini.

 

Fyri at siga tað beinleiðis. So eigur tað altso ikki at vera soleiðis, at man kann argumentera seg burturúr, at man ikki dugir at kóka eitt egg.

 

Meira praktiskt innihald í lærugreinunum í fólkaskúlanum fer at gagna øgiliga nógvum næmingum.

 

Men sjálvt tað fer helst ikki at broyta tað, at har enn fer at vera ein bólkur, sum gerast skúlatroytt.

 

Í nógv ár hava vit roynt at píska tey gjøgnum 8. og 9. flokk. Hvønn dag hava tey kent seg ófullkomin. Og tey hava fingið enn eitt vánaligt minni um tað at ganga í skúla og læra. Tí tey hava nettupp ikki lært nógv annað, enn at tey ikki dugdu.

 

Í staðin fyri at royna okkurt nýtt, eiga vit í veruleikanum at fara aftur til okkurt gamalt, sum kanska riggaði betur.

 

Meistaralæran.

 

Møguleikin fyri, at tú sum ein skúlatroyttur næmingur kann koma út til t.d. eitt virksemi eina ferð um vikuna. Kanska tveir dagar.

 

Har tú kanst arbeiða við heilt ítøkiligum uppgávum. Uppliva, at tú dugir okkurt. Styrkja sjálvsálitið. Samleikan. Trúnna á eina framtíð.

 

Kanska gevur hetta tær meira hug til eisini at læra tað, tú manglar í donskum og stød- dfrøði.

 

Og vit steðga ikki har. Ella: Vit byrja ikki har.

 

Tí í veruleikanum vita lærararnir rættiliga tíðliga, hvørjir næmingar hava ringt við læra at lesa.

 

Tað eigur ikki fyrst at vera í elstu flokkunum, at man finnur út av tí.

 

Tí mælir stjórnin til, at teir næmingar, ið hava tað ringast í donskum og støddfrøði, kunnu fáa nágreiniliga undirvísing í smáum bólkum.

 

Tí her snýr tað seg ikki um, at nøkur bara skulu vraka bøkurnar og nýta hendur teirra. At summi eru handlig, meðan onnur eru klók.

 

Hetta er skeivt. Hetta er ósatt.

 

Tað snýr seg um nakað so einfalt, at vit læra uppá ymiskar mátar.

Tað er eingin, ið kann klára seg uttan at duga at skriva, lesa og rokna.

 

Summi av teimum donsku ungu, sum fyri stuttum luttóku í evropameistaraskapinum í hand- verki hava sagt tað øgiliga beinrakt.

 

Ein teirra er Jakob. Hann er timburmaður. Og undan kappingunum segði hann: ‘Lumma- roknarin hjá mær er mín besti vinur.’

 

Ein dugnaligur yrkislærdur er eitt menniskja, har høvd og hendur samstarva.

 

Og akkurát hetta at samstarva. Tað eiga vit eisini at gera her í Fólkatinginum.

Eg eri fegin um at standa á odda fyri eina stjórn, ið beinstevnt sóknast eftir samstarvi við hinar flokkarnar.

 

Níggju út av tíggju sáttmálum eru gjørdir við flokkum bæði vinstrumegin og høgrumegin fyri stjórnina.

 

Eisini í øllum ríkisfelagsskapinum sóknast vit eftir einum tøttum og virðiligum samstarvi. Við pláss til ymisleikar, ið sjálvandi liggja í at vera trý lond. Kjakini kunnu vera ramlig.

Eg haldi, at vit øll her í Fólkatinginum skulu gera okkum til reiðar, at ríkisfelagsskapurin meira og meira minnir um tað, vit kenna frá øðrum politiskum samanhangum.

 

Í einum modernaðum veruleika fara har at vera fleiri ósemjur í ríkisfelagsskapinum.

 

Hetta síggi eg ikki sum ein mótsetning til tey góðu úrslitini, vit skapa saman.

Men hetta endurspeglar – haldi eg – at vit flyta okkum burtur frá tí, ið plagdi at vera eitt ólíkt valdsbýti.

 

Hetta er grundleggjandi eitt heilsutekin.

 

Einaferð var tað, at har var Danmark, og so vóru har tvey onnur lond í ríkisfelagsskapinum.

 

Tað er nú liðugt.

 

Tað er ikki Danmark, sum skal áseta framtíðina hvørki hjá Grønland ella Føroyum. Tað er ein avgerð, sum hoyrir til Nuuk og Tórshavn.

 

Men so leingi vit hava ein ríkisfelagsskap. Og tað vóni eg persónliga, at vit hava í nógv ár afturat. So skal tað vera eitt javnt samstarv millum trý lond, trý fólkasløg, tríggjar stjórnir.

 

Og trý mál.

Sum nú eisini kunnu orðast á røðarapallinum her.

 

Eg bjóði tí vælkomin, at formansskapur Fólkatingsins hevur avgjørt, at man framyvir kann tosa grønlendskt og føroyskt á okkara felags lóggávuting.

 

Tí sjálvandi er málið ein heilt týðandi partur av okkara samleika.

 

Hetta ger seg eisini galdandi í Danmark. Har dialektirnar hvørva spakuliga frá tí danska málinum.

 

Hava tit hugsað um tað, tá tit lurta eftir kjakum her í salinum?

 

Tað er sjáldsamt, man hoyrir mun á, hvaðani vit koma.

Hóast eg veit, at har ein ímillum okkum, sum av og á roynir. Hr. Bjarne Laustsen. Úr Him- merlandi.

Han nýtir málberingina ‘nemligja’. Helst er tað eitt mótmæli móti keypmannahavnsku mál- beringini: ‘præcis’.

 

Tí sum hann hevur sagt: ‘Man verður næstan svakur av at hoyra tey ungu siga ‘præcis’ í heilum.’ Serliga tí flestu keypmannahavnarar í dag koma úr Jútlandi.

 

Hr. Bjarne Laustsen hevur eisini tikið stig til samráð við málberingini ‘pråligeåhørher’. So ‘pråligeåhørher’.

 

Danmark er eitt lítið land, sum talar við miklari rødd í øllum heiminum. Tað verður lurtað eftir okkum.

Og ikki bara, tí vit duga væl at tosa enskt. Men tí vit altíð gera, hvat vit siga.

Leading by example, sigur man í útlondum. Eina sovorðna málbering hava vit helst ikki á donskum. Vit gera tað bara.

 

Ganga á odda fyri stuðlinum til Ukraina.

Hugkveikja onnur við einari stórætlaða grønari umlegging.

 

Halda fast við eina skipan fyri friðskjól, sum eru meira human. Og har vit samstundis endu- rvinna neyðuga eftirlitið við uttaru landamørkunum hjá ES.

 

Tað er ein leiklutur, ið er bindandi. Sum ikki skal gleppa okkum av hondum. Tí nøkur fá misnýta talufrælsið tilætlað at háða og eggja onnur lond og mentanir.

 

Í fleiri hundrað ár hevur stríðið fyri demokrati og talufrælsi snúð seg um rættin hjá men- niskjum frítt at kunna tala, hugsa og skriva.

 

Nær komu vit hartil, at sjálvt gløgg og vitborin fólk nú verja rættin til at brenna bøkurnar hjá øðrum?

 

Men tað er eisini ein leiklutur, sum krevur eitt ávíst sjálvsinnlit. Vit tosa ikki so nógv um tað enn.

Kanska hava vit enn ta orðingina, at vesturheimurin er miðdepilin í heiminum. Frá tá vit sungu um Afrika – ’det land, som alle børn kender’.

 

Nú kalla vit so lond sunnanfyri Miðjarðarhavið ‘tað aljóða suðrið’. Men hvat eru vit so? Tað altjóða norðrið?

 

Tað er mest á einum heimskorti, at Evropa er miðdepilin í heiminum. Hygg at einum globu- si. Ella spyr Andreas Mogensen.

 

Fram móti 2030 eru fimm lond, sum til samans fara at sita við helvtini av fíggjarliga vøkstri- num í heiminum. Tað eru Kina, India, Indonesia, Japan og Suðurkorea.

 

Meðan vit í ES og USA fara til samans bert at sita við einum fimtaparti. Tyngdardepilin broytist.

Evropa missir ávirkan. Fíggjarliga. Tøknifrøðiliga. Og fólkatalsliga.

 

Hetta er ein avbjóðingarmynd, sum fer at krevja nógv av okkum øllum. Og um vit ikki eisini vilja missa møguleikan fyri at ávirka onnur við okkara virðum, so eiga vit at blíva betri til at byggja brýr til aðrar partar av heiminum.

 

Tað eigur at vera møguligt Vit eru kend fyri at byggja heimsins bestu brýr, tá vit byggja tær, bli’r de virk’lig kæmpestore, sum Humleridderne syngja.

 

Men tær brýrnar, sum eru neyðugar í framtíðini. Tær krevja helst meira eyðmjúkleika. Áhu- galeika. Forvitni. Og skilning.

Tað er bert soleiðis, at vit kunnu ganga upp ímóti tí polariseringini, sum helst er størsta hóttanin móti fólkaræðinum í 21. øld.

 

Kanska hava tit tað sum eg. At har eru myndir frá heiminum, man ongantíð gloymir.

 

Tá múrurin fall 9. november 1989. Minnast tit, tá týskararnir endiliga sluppu upp um handa forbannaða múrin? Frælsi. Bjartskygni.

 

11. september 2001. Minnast tit sløkkiliðsmannin, ið var huldur í dusti. Tornini, sum skram- blaðu saman. Yvirgangur. Ótti.

 

Og minnast tit, hvat tit hugsaðu morgunin 24. februar 2022? Kríggj enn einaferð í Evropa. Børn, sum søgdu farvæl við pápar teirra. Troðfullar evropeiskar jarnbreytarstøðir, sum var tað í 1940’unum.

 

Dagar, ið broytti heimin.

 

Enn einaferð ein so kollveltandi hending frammanfyri eyguni hjá okkum.

 

6. januar 2021. Álopið á Kongressina í USA.

 

Fólkavaldir, amerikanskir politikkarar, sum máttu flýggja fyri at bjarga lívi sínum. Fleiri fólk doyðu.

 

Brádliga hvarv vissan um friðarligu avhendingina av valdinum millum ein forseta og tann næsta.

 

Tað er eitur fyri eitt hvørt fólkaræði. Og hóast amerikansku demokratisku stovnarnir hildu saman og sigraðu, so fari eg ongantíð at gloyma hasar myndirnar. Eg trúði ongantíð, hetta fór at henda í USA. Ongantíð.

 

So góðu danskarar.

 

Góðu áhoyrarar, sum umboða demokratisku stovnarnar í Danmark. Góða tíðindafólk og myndafólk.

Góðu embætisfólk.

 

Danska kongshúsið og okkara frálíka Hátign. Góðu starvsfelagar her í Fólkatinginum. Vit kunnu rætta ryggin í felag.

 

Tá kríggja rakti Evropa, valdu vit í Danmark at ganga á odda, tá tað kom til hjálpina til Ukraina. Tað gera vit enn.

 

Takk fyri stóra stuðulin til at donera stríðsflogførini, sum landið í langa tíð hevur spurt eftir.

 

Og lat tað vera klárt: Um onnur lond byrja at skinkla, so standa vit danskarar enn meira fast. Bardagin hjá Ukraina er okkara bardagi.

 

Tá polarisering og tvídráttur eru við at skræða tjóðir í sundur, so velja vit her heima sam- starvið og samrøðuna.

 

Tað er tí, Danmark hevur sína fyrstu breiðu stjórn í fleiri áratíggju. Tað er tí, vit júst eru kosin til at vera heimsins mest demokratiska samfelagið.

 

Tá kríggið skal berjast millum tað ónda og tað góða. Millum rætt og rangt. Fyri eitt frælst Ukraina. So standa vit danskarar saman.

 

Tað er við tí penninum, man skal skriva, um man vil skriva heimssøgu. Takk fyri!

 

Vit stíga í fótasporini hjá ættarliðunum fyri okkum.

 

Síðan hesin røðarapallurin varð gjørdur av einum ungu kvinnuligum snikkara fyri meira enn hundrað árum síðani, hava nógvir ríkisdagslimir, fólkatingslimir, ráðharrar og forsætis- ráðharrar staðið akkurát her.

 

Próvført. Kjakast. Samráðst.

 

Tey hava øll til felags, at tey høvdu dreymar um tað góða samfelagið, Danmark kundi verða.

 

Um fortíðarpolitikararnir høvdu upplivað tað Danmark, sum er uttanfyri vindeyguni henda fyrsta týsdagin í oktober 2023, so høvdu tey klípt seg í armin.

 

Yvir hvussu frálíkt eitt vælferðarsamfelag, tey hava verið við til at skapa.

 

Eitt av heimsins ríkastu samfeløgum gjørt upp í pengum eins og í lívsvirði og eydnu. Eitt samfelag, sum gevur menniskjum møguleika at fremja dreymar teirra.

 

At koma væl gjøgnum tilveruna. Og sum loftar okkum, um vit missa fótafestið. Eru vit so komin á mál?

Nei.

 

Vit hava enn nógv, vit fegin vilja. Og tað verður nokk heldur ikki í tí nýggja fólkatingsárinum, at vit eydnast við taka ferðina úr politikki.

 

Vit skulu víðari til heilsu. Vit skulu fáa skil á teir trupulleikarnar, sum eru á krabbameinsøki- num. Vit skulu skapa størri samanhang millum læknarnar, kommunurnar og sjúkrahúsini. Ikki minst viðvíkjandi okkara eldru.

Sjúklingarnir skulu vera í miðdeplinum.

 

Tí skulu nógv fleiri av starvsfólkunum í heilsuverkinum hava sjúklingasamband. Frá skrivi- borði til sjúkling kunnu vit kalla tað. Ein 10-ára ætlan fyri sálarsjúkufrøðina. Meira fyribyr- ging. Og so skulu vit øll vera hugað til at brúka fleiri pengar á heilsuna hjá danskarunum. Og tað eru vit.

 

Vit skulu víðari til veðurlagið. 2025-málið skal í hús. Landbúnaðurin skal hjálpa til. Tessveg- na eitt CO2-avgjald. Og eitt flogavgjald, so vit kunnu flúgva grønt í Danmark.

 

Vit skulu víðari til vælferð. Frígering. Vit byrja við fólkaskúlanum. Hareftir eitt umfatandi útspæl á eldraøkinum.

 

Vit skulu víðari við skattalættum til øll tykkum, ið arbeiða. Hakka eldrakekkin til tykkum eftirlønarfólk, sum hava minst. Útinna lønarloftið í tí almenna.

 

Vit skulu víðari við at styrkja donsku verjuna. Halda áfram við stuðlinum til Ukraina. Sam- ráðast um eina nýggja evropapolitiska semju.

 

Vit mugu hava arbeiðsskylduna uppá pláss fyri borgarar við einum integratiónstørvi. Serliga kvinnur við ikki-vestligari bakgrund skulu avstað um morgunin eins og vit onnur. So hjálpir man til í samfelagnum fyri ta veiting, man fær – til man fær eitt ordiligt starv.

 

Vit skulu víðari við at økja trygdina í øllum pørtunum av Danmark. Tessvegna ein brots- mannaliðspakki. Møguleikin fyri, at løgreglan kann seta herdar revsingarsonur á stovn t.d. í Christiania.

 

Tað mest týdningarmikla frælsisstríðið í Danmark er stríðið fyri, at gentur við minniluta- bakgrund sjálvar kunnu ráða yvir teirra kynslív og framtíð. Og at vit øll ikki skulu ræðast kriminalitet vegna brotsmannalið, rokkarar og ótillagaðar dreingir, sum leypa á teirra javn- aldrandi.

 

Vit skulu víðari við einum virðileika í almannapolitikkinum. Fáa tey veikastu úr arbeiðsski- panini.

 

Ein nýggj 2030-ætlan.

 

Og vit skulu víðari við summum av teimum torføru kjakunum. Fosturtøkumarkið. Yrkis- gagnsgáva. Beinleiðis deyðahjálp.

Alt hetta skulu vit.

 

Tað er beint áðrenn, tað er meira umfatandi enn boðini á Aula. Tað verður ikki tíð til at fara í híð.

Tað verður harafturímóti tørvur á nógvum samstarvi. Einari rúgvu av neyðsemjum.

 

Og einari rúgvu av orðaskiftum. Eisini her í salinum.

 

Eg nevndi í áðni, at røðarapallurin er gjørdur við einum eikarkelvi sum grundarlagi.

 

Tað sigst, at antin snikkarin Anny Berntsen ella Frede Bojsen úr Venstre hevur lagt ein seðil inn í røðarapallin.

 

’Her er en kævle, I kan kævle videre på’. Í dag havi eg gjørt mín part.

Og nú gleði eg meg til, at vit saman ‘kævler’ víðari í setanarorðaskiftinum hósdagin.

 

Og í tí fólkatingsárinum, sum stendur fyri framman. DANMARK LEINGI LIVI! Hurrá! Hurrá! Hurrá!