fakrørsluni samstarv - eitt samstarv, sum er nátúrligt í londunum uttan um okkum. Í Føroyum hevur hetta samstarv ikki verið so eyðsætt, sum aðrastaðni, og her hava bondini millum fakrørsluna og flokkin [...] leiðin at ganga. Eitt samstarv millum ein politiskan flokk og millum fakrørsluna er sjálvandi treytað av, at viljin til samstarv er í lagi, og at teir persónar, ið samstarva skulu, hava álit og aga hvør fyri [...] stríðið tykist kólnað. Tað er at fegnast um, at stig nú verða tikin til tess at fáa samband millum fakrørsluna og Javnaðarflokkin. Tað ber eisini boð um politiska búning, at tað er flokkurin, sum rættir hondini
føroyingum heldur er rætt og rímiligt, so fer fjøld av fólki at gera vart við seg, og seta spurnartekin við, hvat nú er í ferð við at henda, og tað má endurspeglast í pressuni, tí ikki er mansbarn í Føroyum [...] komandi suverenu Føroyum! Jú, víst fer tað at bera til, men stóri spurningurin er undir hvørjum liviumstøðum - og her er tað skylda tykkara sum politikkarum at siga føroyinginum frá við turrum tølum, hvussu [...] so má okkurt spyrjast burturúr - og tað er onki løgið í tí ,Finnur - heldur heilt natúrligt, at so er. Politisk propaganda - ella? Fremsta skylda pressurnar er at lýsa veruleikan - orsøk og virkning -
í eini oljuvinnu, tí talan er um leiðir, har dýpið er stórt, streymurin harður og bylgjurnar til tíðir høgar. Oljuvinna undir slíkum umstøðum er ikki vandaleys, og neyðugt er tí, at myndugleikarnir seta [...] tryggleikin og arbeiðsumhvørvið er á høgum stigi. Somuleiðis at neyðugt, at verkafólkið er væl útbúgvið, bæði tá ræður um teirra starv, men sanniliga eisini tá talan er um trygd og tilbúgving. Tíðindi [...] tíð gera kanningar. *tlanin er seinni at stovna eitt samstarvsforum fyri fiski- og oljuvinnu, og eisini skal skaðabótanevndin mannast, tá tíðin er búgvin. Vitanargrundarlagið er somuleiðis fingið til vegar
Haraftrat er eisini møguleiki fyri at finna ymsar upplýsingar fram inni á skipanini. Her verður hugsað eitt nú um fremmant gjaldoyra. Eitt annað, sum er ein stórur fyrimunur við skipanini, er, at um ein [...] ein er staddur uttanlanda, so er framvegis gjørligt at nýta skipanina. Umleið 1.000 brúkarar Føroysku peningastovnarnir hava higartil gjørt nærum 1.000 avtalur við brúkarar, sum hava fingið sær antin Heimabankan [...] Heimabankan ella Heimagreiðsluna. Talið er støðugt vaksandi. Størri parturin av hesum eru privat viðskiftafólk, men eisini er rættiliga fitt av fyritøkum og stovnum, sum hava íbundið seg til aðra av skipanunum
ganga við posti her. Hesu ferð var kavi og frost, so eg stúrdi fyri hálkuni í Elduvíkslíð. So var eisini, líðin var øll avísað, so gott var at hava skilafólk við sær. Alt hetta er nú søga, nú er bert at seta [...] Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina at ganga her. Mobiltelefonin var ikki komin til Føroyar, so eingin telefon kundi náa meg. Her var friður, bert náttúran kundi tala til ein, fuglalát, áarløkir [...] tykkum so hjartaliga fyri tíðina, eg livdi saman við tykkum. Tit góvu mær eitt ríkt innihald í lívinum, her eg livdi saman við tykkum í gleði og sorg. Eg var við til at hjálpa mongum fuglfirðingi úr móðurlívi
Úrvalið av verkum, ið her verður sýnt fram, avspeglar áhugan hjá Artemisia Gallery fyri tí stóra umheiminum, og her verður hugtakið mørk rannsakað úr ymsum sjónarhornum. Artemisia Gallery er eitt samvinnutiltak
nógv eldri fólk komin at lurta eftir Frændum. Nú heldur onkur kanska at 400 áhoyrarir ikki er so nógv, men tað er nógv í Klaksvík nú á døgum. Leygarkvøldið fóru Frændur á pallin í Ítróttarhøllini á Kambsdali [...] fara vit ikki at taka dagar ímillum her, men lata upp til hvønn einstakan at døma um. Ljóðgóðskan á konsertunum og dansinum var gott. Reint og ikki so hart, sum ofta er trupulleikin og tað sást týðuliga [...] til sangirnir, sum tey kendu. Alt á føroyskum Frændur er tann einasti føroyski bólkurin, sum spælir føroyskan tónleik burturav eitt heilt kvøld. Tað er stuttligt at teir prógva, at tað ber til ferð eftir
frágreiðingin frá donsku løgregluni fyri 1997 er komin og eins og vanligt er inniheldur hon eisini ein part um Føroyar. Sjey blaðsíður um alla føroysku løgregluna er ikki so nógv, men tað sigur líka nógv um [...] innbrotum mett í mun til seinastu fimm árini, so er talið av innbrotum enn sera lágt, hóast tað er fari nakað upp eftir seinastu trý árini. Samstundis er talið av øðrum innbrotum fallið til tað lægsta í [...] gini hjá løgregluni, so er talið av brúkstjóvaríum framvegis fallandi ellivta árið á rað. Í fjør vóru skrásett 57 brúkstjóvarí her á landi. Herverkini fækkast eisini Men tað er ikki bara talið av tjóvaríum
hildið leygardag og sunnudag. Hesuferð er evnið á seminarinum ?sjálvbodnir felagsskapir?, sum er eitt mál, sum Norðurlandaráðið arbeiðir við. Ein partur av hesum seminari er ein almennur kjakfundur í Norður [...] Norðurlandahúsinum 23. august 1998 kl. 13 til kl. 15 har evnið er sjálvbodnir felagskapir, her verða umboð úr fyrisitingini í Føroyum. Tað er Jóanes Dalsgaard, stjóri í mentamálastýrinum, sum heldur eitt upplegg
gonguteigurin yvir um Landavegin er langt uppi í Kinabrekkuni, á krossinum við Heygsvegin og tað er ov langur teinur hjá børnunum at ganga, sum bara skulu yvir um vegin. Tí er sjón fyri søgn, at tey taka tey [...] vænta tað óvæntaða. Hvussu er og ikki eiga ferðslu- og vegmyndugleikarnir altíð at hugsa um fólk til gongu, serliga børnini, tá ið teir leggja ferðsluna til rættis. Men tíverri er ikki altíð so. Foreldur [...] ein beint fram, og tann eina breytin er á skák soleiðis, at bilar spakuliga kunnu glíða inn á breytina. Tískil fara børnini yvir um ein ógvuliga breiðan veg og tað er vandamikið í sjálvum sær, sigur Jón