Eitt sjálvsagt samstarv

Tað var eitt sjálvsagt samstarv, sum formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard legði upp til á stevnuni hjá flokkinum í Trongisvági um vikuskiftið.

Jóannes Eidesgaard bjóðaði fakrørsluni samstarv - eitt samstarv, sum er nátúrligt í londunum uttan um okkum. Í Føroyum hevur hetta samstarv ikki verið so eyðsætt, sum aðrastaðni, og her hava bondini millum fakrørsluna og flokkin ikki verið so tøtt. Hóast tað, so hava somu persónar gingið aftur bæði í fakrørslu og í Javnaðarflokkinum.


Men tað hevur verið samstarv millum fremstu fakfelagsfólk og Javnaðarflokkin. Einaferð var formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther frammaliga í leiðslu Javnaðarfloksins. Og eisini var formaður Fiskimannafelagsins, Óli Jacobsen bæði í leiðslu floksins og eitt skifti var hann tingmaður Javnaðarfloksins.


Tað er so sjálvsagt og so nátúrligt, at ein javnaðarflokkur og fakrørslan samstarva.


Men kinkur kom í hetta samstarv - og endin var, at nøkur fakfelagsfólk tóku seg saman í flokk fyri á tann hátt at fáa ávirkan á landsins leiðslu. Og tað eydnaðist at fáa ávirkan, men tíðiliga kom til sjóndar, at hetta ikki var rætta leiðin at ganga.


Eitt samstarv millum ein politiskan flokk og millum fakrørsluna er sjálvandi treytað av, at viljin til samstarv er í lagi, og at teir persónar, ið samstarva skulu, hava álit og aga hvør fyri øðrum.


Soleiðis var tíverri ikki í samstarvinum millum føroyska Javnaðarflokkin og fakrørsluna. Persónligar ósemjur, klandur og stríð legði fót fyri hesum samstarvi, og endaði tað við, at Javnaðarflokkurin leið ein lemjandi ósigur - og flokkurin gjørdist so lítil, sum hann ikki hevur verið síðani vil løgtingsvalið í januar í 1932.


Javnaðarflokkurin hevur ment seg aftur, og stríðið tykist kólnað.


Tað er at fegnast um, at stig nú verða tikin til tess at fáa samband millum fakrørsluna og Javnaðarflokkin. Tað ber eisini boð um politiska búning, at tað er flokkurin, sum rættir hondini fram. Okkara inniliga og staðiliga áheitan á fakrørsluna er: Sláið ikki hondina av honum - farið við í hetta samstarv. Sjálvandi ikki uttan treytir, og sjálvandi skulu tit seta fram krøv.


Men samstarvið!