vil ikki siga tað sama sum at teir eru givnir at spæla fótbólt. Ikki í bestu deildini í hvussu so er. Har var 18. umfarið á skránni í vikuskiftinum, og har fara teir eisini at spæla fótbólt tvey tey næstu [...] næstu vikuskiftini. So verður vetrarsteðgur inntil mitt í mars. Alt bendir á, at FCK fer at halda vetrarfrí á fremsta plássinum. Men sunnukvøldið mistu teir óvæntað tvey stig á heimavølli, tá ið AGF vitjaði [...] Hann hevði góðan møguleika at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og í 2. hálvleiki javnaði Johnny Hansen fyri AGF, sum spældi nógv meiri álopskent, enn flestu feløgini plaga at gera, sum vitja í Parkini
Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli [...] máls og segði við kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið [...] aftur skulu hoyra tann sigursæla boðskap sum ber okkum boð um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at deyðin ikki longur er eitt punktum, men at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima hjá Gudi; hetta lívið
- Ulysses eftir James Joyce. Eg eri byrjaður uppá hana so ofta nú, at eg eri við at fáa kompleksir av tí. Eg dugi væl at síggja, at har gongur okkurt óvanliga fasinerandi fyri seg í bókini, men av onkrari [...] av, hvussu neyðardýrið Jean Valjean megnar at løna tað ónda við tí góða, ja alt stríðið millum tað góða og ónda og ósvitaligu trúnna uppá, at tað ber til at gerast eitt betri menniskja. Skuggabaldur eftir [...] ikki hava lisið nakran høvund, sum megnar at vera so neyvur í sínum kanningararbeiði, samstundis sum hann fær skrivað eina ótrúliga spennandi søgu. - Fyri at tynna eitt sindur um hetta tunga tilfarið lesi
ræðuligt. At rappið koyrir við fullari ferð, meðan AXL sjálvur hevur lagt mikrofonina frá sær og bara stendur og veipar við ørmunum, vísti bara, at AXL sjálvur einki hevur ímóti, at áhoyrararnir vita, at talan [...] sum er eitt rúsfrítt tiltak, har ung kunnu koma saman til dans og konsert, uttan at rúsdrekka er blandað uppí. Heilt at sleppa undan ávirkaðum fólkum er trupult til eitt slíkt tiltak, og soleiðis var eisini [...] sukursøtur, sum flest allur tónleikur hjá slíkum bólkum er. Tað ljóðaði einki serligt, og tað er synd at siga, at talan var um nakra uppliving hjá einum eitt sindur kræsnum áhoyrara. Men hinvegin so dámdi fjøldin
hetta hóskar og er tað, ið ger konseptið heilstoypt. Men tað sum ger, at hetta heldur, er tann veruleiki, at talan er um løg, ið tola at ver sungin og spæld við ella uttan eitt ljóðføri, guitar ella klaver [...] har steðga virkisfúsu klaksvíkingarnir ikki. Teir hava fingið Magna Husgaard at seta nótar til sangirnar, Edvard Fuglø at tekna og burturúr er komin sangbók. Ein kærkomin bók, tí tað er langt ímillum [...] børnini sjálvi eiga á fløgu og tíma og duga at syngja. Alt gott um sonevndu Starabókina, 100 sangir og so framvegis. Men hesum nýggja var saknur í. Gylt At Kular Røtur soleiðis klæða seg í gull, er teimum
ár, hann hevur eisini talað til kristiligar fundur, og hann er fullgreiður yvir, at tað er stórur munur á at tala og at syngja. Ein tala tosar til okkara vit og skil, meðan tónleikur fer framvið hesum [...] Eg havi einki ímóti, at sumt er meira innviklað enn annað, men tað kann verða strævið, um alt skal tulkast og vendast, áðrenn tað kann skiljast. Tí hava vit lagt okkum eftir at gera tónleikin á hesari [...] ikki so poetisk, men tey eru løtt at skilja, sigur Heini Lützen, sum saman við Jón Svein Heinesen er høvuðsmaður aftanfyri útgávuna. Endamálið við hesum stílinum er at fáa boðskapin um Kristus greitt fram
um. Sangurin heldur enn Tá vit ringja til Hans Inge Fagervik, fegnast hann um at hoyra úr Føroyum og at fáa boðini um, at sangurin enn klárar seg væl. Han hevur nevnt hetta í norskum miðlum, sum halda [...] nøgdur við útgávuna. At hetta er nakað av tí fyrsta, ið Kim sang inn sum unglingi, ger onki, tó at hann kanska hevði gjørt tað øðrvísi í dag, metir Fagervik, sum leggur dent á, at Kim er sera dugnaligur [...] ferðir, og tá hann fann útav, at Marita eisini fanst á føroyskum sum Maria, fegnaðist hann. Og tað ger hann aftur nú, tá lagið er komið á almenna føroyska hittlistan. Hann roynir at fylgja við gongdini í Føroyum
farmamarknaðinum er beinhørð, men vit hava nógv at gera, og eingin ivi er um, at Samskip er komið til Føroya fyri at vera, sigur Joel. Hann vísir á, at samlaði farmaflutningurin til og úr Føroyum er ikki [...] varð liðugur at lesa, hevur hann arbeitt hjá oljufelag í London í hálvt ár, á Føroya Fiskasølu í trý ár og hjá Eimskip í hálvt triðja ár. Út- og innflutningur Stjórin sigur, at Samskip fer at hava sín egna [...] sigur Joel, at leiðin úr Klaksvík gongur niður til Immingham í Bretlandi, haðani til Rotterdam, upp til Ísland og aftur til Klaksvíkar. - Skipið er í Rotterdam sunnudag, og tað merkir, at vit fáa fisk
í Havn, og kappast var soleiðis, at luttakaranrir skuldu svimja 750 metrar, súkkla 20 km og at enda renna 5 km. Fyrst varð svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðug at svimja, skuldu íðkararnir skunda [...] súkkluna, men skjótt var, at Evald og Beinir fingu tær aftur. Hildur og Rói fingu eisini fatur á Katrini, sum hendan dagin hevði valt at fullføra og ikki meira. Men var Rói so óheppin, at ketan setti seg fasta [...] ein styrkiroynd at fara undir 1/8 triathlon, tí venjingin er ikki akkurát til triathlon. Á svimjiteininum, sum var 750m, vóru tað Rói Eysturdal, Súsanna Skylv og Katrin Sørensen, ið so at siga fylgdust á
dygdirnar var eingin møguleiki at gera nakað burturúr leygardagin. GÍ megnaði rættuliga sjáldan ella mest sum ongantíð at koma í sovornar støður. Merkisvert var tað, at tá ið GÍ royndi at tiltuska sær yvirvágina [...] noyddan at fara aftur á vøllin fyri at fáa samband millum keturnar. Harvið gjørdist Vitus Kofoed einsamallur á toppinum, og tað var ikki so heppið. Nýggja íløgan hjá GÍ hevur higartil ikki víst seg at vera [...] hjá NSÍ. Men í síðsta enda vísti innskiftingin av Andy Olsen seg at koma væl við. Einki mál kom í vanligu leiktíðini. GÍ megnaði ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. NSÍarnir vóru tættir í verjuni