NSÍ snýtti gøtumenn

Skiftisspælari gjørdist hetja, og so gjørdi tað minni, at hann í síðstu løtu noyddist av vøllinum

Løgmanssteypið

Fyri 19 ára gamla Andy Olsen varð seinnaparturin leygardagin minnisríkur í Gøtu. Tá ið tað restaðu ellivu minuttir, varð hann skiftur inn. Tað er einki nýtt. Í fjør var hann við í tólv landskappingardystum. Bara í fýra av teimum var hann við frá fyrsta bríksli. Hesa ferð loysti hann Jónstein Petersen av. Tað sóu gøtumenn sum ein lætta, tí teir mettu Jónstein sum eitt tað besta álopsvápnið hjá NSÍ. Men í síðsta enda vísti innskiftingin av Andy Olsen seg at koma væl við.
Einki mál kom í vanligu leiktíðini. GÍ megnaði ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. NSÍarnir vóru tættir í verjuni, har Messias Perreira eftir leikligan aldudal og fleiri ferðir á bonkarendanum aftur hevði fingið møguleikan, og so dúvaðu teir ofta upp á stikkbóltar fram ímillum. Gøtumenn fingu ikki glið á miðvallarspælið. Popczynski kendi seg ofta noyddan at fara aftur á vøllin fyri at fáa samband millum keturnar. Harvið gjørdist Vitus Kofoed einsamallur á toppinum, og tað var ikki so heppið.
Nýggja íløgan hjá GÍ hevur higartil ikki víst seg at vera púra uppløgd. Dygdirnar hjá nýggja álopsmanninum eru avgjørt ikki at temja og halda upp á bóltin, meðan bíðað verður eftir stuðli aftanífrá. Tað var hetta, sum tað oftast var neyðugt við leygardagin. Vitus Kofoed er heldur typiskur boksspælari. Tær dygdirnar var eingin møguleiki at gera nakað burturúr leygardagin. GÍ megnaði rættuliga sjáldan ella mest sum ongantíð at koma í sovornar støður.
Merkisvert var tað, at tá ið GÍ royndi at tiltuska sær yvirvágina, sum teir vónaðu skuldi bera sigursmálið og harvið hálvfinalupláss við sær, tóku teir álopsmannin út. Í eykatíðini fekk innskifti Poul Arni Jacobsen ein møguleika, men stútarin var ikki nóg nevyur, og Jens Martin Knudsen, sum fyri fyrstu ferð í ellivu ár hevði leitað topphúgvuna fram aftur, var ongantíð settur á serligar royndir.

Andy í miðdeplinum
Einki var at síggja til Helga L. Petersen, sum annars hevur verið fremsti álopstrumfurin seinastu árini. Teir tríggir í fremstu røð ? Gert Langgaard, Jústinus R. Hansen og Jónstein Petersen ? eru allir heldur miðvallarar enn álopsspælarar.
Tað gjørdi góðan mun, at Ian Højgaard var á miðvøllinum, og hesa ferð spældi Aleksandar Jovevic í næstan 70 minuttir.
NSÍ møguleikarnir vóru rættuliga fáir, men tá ið innskifti Andy Olsen fekk ein, var tað nóg mikið. Í umdystinum leyp GÍ høvuðleyst á við nógvum fólki. Fleiri ferðir kundi Jens Martin við bleytum útspørkum seta vandamikil mótálop í gongd.
Í hesum førinum stakk ein annar av nýggjaru NSÍ monnunum, Jústinus R. Hansen, stakk fram í høgra borð, Andy Olsen sneiddi framvið mótstøðumanninum, vinkulin tóktist at gerast í so spískur, tá ið hann kom í brotsteigin, og fyritreytirnar vóru einki serligar, tá ið tað var kalda høgra beinið, sum skuldi brúkast. Men Andy rakti væl, og bólturin fór flatt framvið Halli Hansen og í handara síðunetið.
Ógvusligur rómur innanfyri vøllin, meðan heimaáskoðararnir ytru megin stóðu sum kánus. GÍ gjørdi alt fyri at spíska seg, og NSÍ ofraði seg. Í tólv landskappingardystum í fjør fekk Andy Olsen einki gult kort. Ta løtuna, hann leygardagin var á vøllinum í Sarpigerði, sá hann gult tvær ferðir og harvið reytt. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann verður ikki tøkur, tá ið NSÍ sunnudagin skal spæla landskappingardyst á heimavølli, men tað munnu hann og liðfelagarnir ikki leggja so nógv í. Eftir trilvandi fyrstu umfør í landskappingini og einki serligt bólkaspæl í steypakappingini er NSÍ komið í hálvfinaluna.