FCK kiksaði í Parkini

Tað tódnaði millum tey bæði oddaliðini úr høvuðsstaðnum, og á heimavølli var Horsens verjan ikki so tøtt, sum hon plagar at vera

SUPERLIGAN

Eftir eitt langt og gott summar er tað rættuliga vorðið heyst í Danmark. Men tað vil ikki siga tað sama sum at teir eru givnir at spæla fótbólt. Ikki í bestu deildini í hvussu so er. Har var 18. umfarið á skránni í vikuskiftinum, og har fara teir eisini at spæla fótbólt tvey tey næstu vikuskiftini. So verður vetrarsteðgur inntil mitt í mars.
Alt bendir á, at FCK fer at halda vetrarfrí á fremsta plássinum. Men sunnukvøldið mistu teir óvæntað tvey stig á heimavølli, tá ið AGF vitjaði í Parkini, og nú er fjarstøðan aftur til Brøndby minkað til fýra stig.
Álvaro Santos legði FCK á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Hann hevði góðan møguleika at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og í 2. hálvleiki javnaði Johnny Hansen fyri AGF, sum spældi nógv meiri álopskent, enn flestu feløgini plaga at gera, sum vitja í Parkini.
Longu leygardagin vann Brøndby á heimavølli 1-0 á Viborg, sum er á triðja plássi. Sigurin bar við sær, at Viborg nú er fimm stig aftanfyri Brøndby. Málið skoraði álopsspælarin Morten Skoubo, sum leingi hevur verið skaddur.
OB er á fjórða plássinum, og tað var eingin slingur í valsinum, tá ið teir vóru í Haderslev. Rógvi Jacobsen var ikki partur av liðnum hjá SønderjyskE. Føroyski landsliðsspælarin hevur brákað eitt rivjabein. SønderjyskE fekk fyrsta málið, men OB skoraði trý mál eftir átta minuttum, og so høvdu teir við 3-1 leiðslu í hálvleikinum lagt lunnar undir 4-2 sigur.
Hjá FC Nordsjælland hevur tað gingið væl í heyst, men hesa ferð hilnaðist tað ikki væl. AaB vitjaði í Farum, og hóast Súni Olsen ikki var førur fyri at spæla, tí hann hevur brotið beinið, so gekk tað aftur hesa ferð væl hjá AaB. Næstsíðst vunnu teir 3-0 á Brøndby, og teir vóru væl nøgdir, tá ið teir fóru úr Farum við 1-0 sigri. Eftir at tað leingi í summar og fyrr í heyst tóktist vera meiri skinklandi, so hevur tað nú hilnast væl, og nú er AaB í hvussu so er komið undan hóttanini av at flyta niður.
Silkeborg var leingi illa statt, men eisini hjá teimum hevur gongdin verið góð seinastu ferðirnar. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Esbjerg, sum tað heldur ikki hevur gingið nakað serligt hjá. Silkeborg vann næstseinast á FC Midtjyllandi, og hesa ferð vunnu teir 2-1 á Esbjerg. Iddi Alkhag hevur áður spælt við Esbjerg, og sunnudagin var hann ikki blíður við sínar fyrrverandi viðspælarar, tí hann skoraði bæði Silkeborg málini.
Horsens hevði undan hesum umfarinum sjey ferðir verið partur av málleysum javnleikum á heimavølli. Hjá FC Midtjyllandi hevur tað ikki gingið væl í ár, og tí varð roknað við, at tað ikki fór at verða so málríkt í Horsens, har vøllurin ikki er so góður, sum hann er manga aðra staðni í Danmark. Hann er ikki so góður, tí eingin hiti er í vøllinum.
Talan gjørdist um sanna málveitslu. FCM misnýtti tvey brotsspørk, men kortini vunnu teir 4-3. Horsens verjan var ikki at kenna aftur. Hon hevur higartil verið ógvuliga tøtt, men hesa ferð fóru fleiri mál ígjøgnum, enn tað eru farin í nøkrum av teimum undanfarnu seytjan umførunum. Spurningurin er, um ein av orsøkunum var, at Johan Byrial Hansen, sum annars hevur verið fastur maður í vinsta borði, hesa ferð sat uttanfyri, tí hann var leikbannaður.