Tónleikur talar til hjartað

 Ein tala tosar til okkara vit og skil, meðan tónleikur fer framvið hesum og rakar okkara kenslur, sigur Heini Lützen, gospelsangari, sum nú er aktuellur við nýggjari útgávu. Tónleikurin á nýggju fløgu er einfaldur og inniligur countrytónleikur við einum greiðum kristiligum boðskapi

Tónleikurin á nýggju gospelútgávuni »Einki uttan Jesus« er einfaldur, og boðskapurin er púra greiður.
Og hetta er ikki av tilvild.
 Tað er so nógvur lamur í heiminum í dag, og tað er so nógv, sum skal tulkast áðrenn tað kann skiljast. Eg havi einki ímóti, at sumt er meira innviklað enn annað, men tað kann verða strævið, um alt skal tulkast og vendast, áðrenn tað kann skiljast.
 Tí hava vit lagt okkum eftir at gera tónleikin á hesari útgávu rættiliga einfaldan og greiðan. Orðini eru kanska ikki so poetisk, men tey eru løtt at skilja, sigur Heini Lützen, sum saman við Jón Svein Heinesen er høvuðsmaður aftanfyri útgávuna.
Endamálið við hesum stílinum er at fáa boðskapin um Kristus greitt fram.
 Vit hava valt sangirnar og gjørt tónleikin við tí í huga, at boðskapurin skuldi koma greitt fram. Onkrir av sangunum er tilfar hjá okkum sjálvum, meðan annað er týtt til føroyskt, sigur Heini Lützen.

Siðbundin countrytónleikur
40 ára gamli gospelsangarin hevur verið virkin í føroyskum gospeltónleiki í úti við 25 ár. Hann tók tey fyrstu og varisligu fetini sum sangari mitt í sínum tannáringaárum, og hann hevur síðani verður mettur sum ein av okkara allarbestu gospelsangarum.
Eina tíð í áttatiárunum var hann oddamaður í gospelrockbólkinum Samsint, men seinnu árini hevur gjørt og sungið meira friðarligan gospeltónleik.
Og soleiðis er eisini á nýggju útgávuni »Einki uttan Jesus«.
 Vit hava valt ein ektaðan og siðbundnan countrystíl á fløguni. Vit byrjaðu við eini 15 sangum av fyrstan tíð, men onkrir sangir vórðu lagdir til síðis, og nú eru tað 10 sangir við á útgávuni, sigur Heini Lützen.
Hann syngur meginpartin av sangunum, men Oddbjørg Poulsen, Durita Jacobsen og Jón Svein Heinesen syngja eisini á útgávuni, og Linda Petersen, Malan Lützen og Margit Petersen hava verið við til at syngja kórrøddirnar. Jón Svein Heinesen hevur framleitt tónleikin, og nógvir góðir tónleikarar spæla við.

Munur á talu og tónleiki
Heini Lützen hevur ikki bara verið gospelsangari í nógv ár, hann hevur eisini talað til kristiligar fundur, og hann er fullgreiður yvir, at tað er stórur munur á at tala og at syngja.
 Ein tala tosar til okkara vit og skil, meðan tónleikur fer framvið hesum og rakar okkara kenslur. Tá ið tú talar, so mást tú argumentara fyri fólki og fáa tey at skilja boðskapin, men tað er ikki neyðugt við tónleiki. Hann rakar nógv djúpari  tónleikur rakar fólk í hjartað, sigur hann.
 Annað er ikki endiliga betur enn hitt fyri at fáa boðskapin fram, og eg haldi, at ein kombinatión av talu og tónleiki helst er tað besta.
Á nýggju útgávuni snýr tað seg tó um tónleik  einfaldan tónleik við greiðum boðskapi.
 Tónleikur hevur sera nógv at siga fyri fólk. Tú kanst bara hyggja eftir, hvussu nógv er av tónleiki allastaðni, sigur Heini Lützen.

Hava onkrar framførslur
Heini Lützen hevur verið virkin sum gospelsangari bæði á fløgu og til ymisk tiltøk  konsertir, møti og annað. Hann hevur longu havt onkrar minni framførslur við tónleikinum frá nýggju útgávuni, og helst verður onkur framførsla afturat.
 Vit hava ikki nakrar stórar ætlanir um konsertir, men tað plagar altíð at verða onkur tiltøk, sum vit skulu syngja til, sigur hann.
Hósdagin sang hann nakrar sangir til móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og áður hevur hann sungið í Kelduni í Skálafirði. Í næstum verður Heini Lützen at hoyra á einari serligari gospelcafé, og helst verður onkur onnur framførsla undan jólum eisini.