Leygarkvøldið var aftur skipað fyri ungdómstiltakinum Náttin er Ung, sum er eitt rúsfrítt tiltak, har ung kunnu koma saman til dans og konsert, uttan at rúsdrekka er blandað uppí. Heilt at sleppa undan ávirkaðum fólkum er trupult til eitt slíkt tiltak, og soleiðis var eisini leygarkvøldið. Ungdómarnir blivu kannaðir við inngongdina, og eftirlitsfólkini tóku heilt fitt av rúsdrekka frá teimum ungu.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri tiltakið leygarkvøldið var rættuliga fjølbroytt við bæði føroyskum og útlendskum framførslum. Føroysku framførslurnar vóru tríggjar í tali: Fyrst var ein dansibólkur við nøkrum gentum á pallinum, og tær riggaðu bara heilt væl.
Fyrsti tónleikabólkurin á pallinum var føroyski Skunk, og teir spældu harðan og gjøgnumførdan rokktónleik, og hóast talan var um ein ungan og rættuliga óroyndan bólk, so var framførslan sannførandi og góð.
Eftir at Skunk hevði havt sína framførslu, var gjørt klárt til næsta føroyska bólkin, The Story Ends, sum veruliga svingaði.
The Story Ends vóru framúr góðir, og tónleikurin hjá teimum svingaði serstakliga væl. Tónleikurin hjá The Story Ends var kanska eitt sindur sermerktur, serliga fyri føroyska tónleikaheimin, men tað ljóðaði ótrúliga væl, og áhoyrararnir tóku eisini væl ímóti tónleikinum.
Sukursøtir danir
Fyrsta útlendska navnið á pallinum var danski dreingjabólkurin C21. Teir báðir Søren og David, sum manna danska dreingjabólkin, vóru eisini ógvuliga væl dámdir millum áhoyrararnar á Hálsi leygarkvøldið, og serliga vóru tað tær ungu genturnar, ið høvdu jólaljós í eygunum, tá ið teir báðir snøggu dreingirnir vóru á pallinum. Onkrar gentur høvdu enntá gjørt nøkur skelti, har tað góvu til kennar, at tær elska C21.
Annar av teimum báðum limunum í C21, Søren, er eisini kendir fyri annað enn bert tónleikin. Hann er nevnliga við í nýggja filminum um Far til Fire, har hann hevur leiklutin sum Peter, ið er drongurin hjá Søs, sum er eitt av børnunum hjá Far til Fire.
Tónleikurin hjá C21 er ógvuliga sukursøtur, sum flest allur tónleikur hjá slíkum bólkum er. Tað ljóðaði einki serligt, og tað er synd at siga, at talan var um nakra uppliving hjá einum eitt sindur kræsnum áhoyrara. Men hinvegin so dámdi fjøldin sum heild væl danska bólkin, og tað er ivaleyst tað, sum er mest umráðandi, tá ið alt kemur til alt.
Skrambul úr Amerika
Endabresturin á tiltakinum leygarkvøldið var ein framførsla, sum amerikanski rapparin AXL hevði. Lat tað verða sagt beinanvegin, at undirritaði blaðmaður als einki hevur ímóti rapp, og í veruleikanum dámar nógvan rapptónleik. Men tað sum borðreitt var við leygarkvøldið var undir alt lágmark, so vánaligt var tað. Sum skilst var tað ikki serliga dýrt hjá fyrireikarunum at fáa AXL til Føroya, og tað er væl skiljandi eftir at hava hoyrt amerikanska rapparan á palli.
Øll framførslan hjá AXL var play-back, og bert hendingaferð rappaði hann eitt sindur í mikrofonina, og tað var eisini betur ógjørt, tí tað ljóðaði ræðuligt. At rappið koyrir við fullari ferð, meðan AXL sjálvur hevur lagt mikrofonina frá sær og bara stendur og veipar við ørmunum, vísti bara, at AXL sjálvur einki hevur ímóti, at áhoyrararnir vita, at talan er um play-back.
AXL var væl móttikin av áhoyrarafjøldini, sum tóktist vænta sær nógv av amerikumanninum, men so hvørt sum framførslan hjá honum leið, fækkaðist talið av áhoyrarum í høllini, og hetta var ivaleyst tann løtan á kvøldinum, har flest fólk leitaðu sær uttar at svala sær á, og tað sigur ikki so lítið um amerikanska rapparan.
Sum heild kann tó sigast, at tiltakið eydnaðist væl, og teir mongu ungdómarnir tóktust eisini verða væl nøgdir, tá ið teir klokkan gott trý sunnunáttina leitaðu sær antin heim til húsa ella víðari í býin.