summar á landleiðini við trolbátinum, Randi. Í 1993 róði Hansmar út við útróðrarbátinum Helen, til hann aftur fór umborð á Mascot, sum hann var við til seint í nítiárunum. Nú gekk leiðin umborð á Stapan [...] num á Toftum, lá línuskipið Thomas Nygaard ytst í havnini. Dragilúkan stóð opin, bjart ljós skein út undan tronga dragiholinum – og í rútinum í skottinum aftureftir sást, at ljós eisini var inni á arb [...] Vit sigldu út á fiskileið í tveir tímar, fiskaðu, sigldu síðan innaftur og landaðu sjálvir. Í vikuskiftinum var marknaðurin stongdur, sigur hann. Av teimum 30 árunum, Hansmar hevur staðið á skipsdekki, hevur
Sum tvey ára gamal fór Trúgvi niður á Ríkissjúkrahúsið at verða kannaður, og har kundu tey skjótt staðfesta, at tað einasta á kroppinum, sum hann hevði tamarhald á, vóru eyguni. Av tí at einki stað [...] stað var í Føroyum fyri børn við slíkum breki, kom hann at búgva á ymsum stovnum í Danmark. Longst búði hann á Geelsgård, og har fekk hann nógvar góðar vinir, sum hann seinni vitjaði og hevði samband við [...] gavst ikki fyrr enn gátan var loyst. Honum dámdi væl at búgva á Eirargarði. Hvønn morgun fór hann saman við hinum búfólkunum niðan á Virkni, har tey kunnu fáast við ymisk ítriv. Hetta at kunna fara
Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á løgmansskrivstovuni, tosaði um innihaldið og týdningin av nýggja sáttmálanum, sum Føroyar og Ísland hava gjørt, og Grétar Már Sigurðsson, stjóri á handilspolitisku [...] fólki nýttu høvi at lýða á framløgurnar í Norðurlandahúsinum, sum vóru lutfalsliga stuttar og neyvar. Sosialurin fer í øðrum blaði at venda aftur til ymiskt av tí, sum var til umrøðu á ráðstevnuni, og í dag [...] liggja í sáttmálanum. Hann vísti á, at tað er bara at lata eitt blað upp ella tendra fyri útvarpinum so frættist dagliga um landvinningar, sum íslendskar fyritøkur gera, eisini á føroyska marknaðinum. - Føroyskar
flestar kvinnur tá á døgum var Alma Frederiksen heima øll árini, eftir at hon var gift og hevði fingið børn at taka sær av. Men á ungum árum var hon í Havn og lærdi tað, sum tey tá á døgum róptu "sløjd" [...] summar, tá ið hon slapp at hitta Margrethu drotning og Heindrik prins, sum stukku inn á gólvið á Ellis- og Avlamisheiminum á Føroyavitjanini í fjør. Sosialurin ynskir Almu Frederiksen og familju hennara hjartaliga [...] og familju hennara á degnum. Millum tey mongu vóru løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm og borgarstjórarnir í Vágum, Napoleon Magnusen úr Miðvági, Jákup Súni Lauritsen úr Sørvági
deild menn Í gjárkvøldið vandu toftamenn á grasvøllinum. Teir fyrireika seg nú til Intertoto Cup dystin, sum er á skránni leygardagin klokkan 17, tá B68 á grasinum á Svangaskarði fer at taka ímóti belgiska [...] hevnisøku ímóti Fróða Benjaminsen. Málini At tað í 1. hálvleiki var stórur munur á, hevði við sær, at nógv av spælinum gekk fyri seg á FSV hálvuni. B68 menninir vóru grammir, eftiransingarnar vóru tættar, og teir [...] Súni Fríði var leysur í brotsteiginum, tá hann longu eftir fimm minuttir setti hol á, og so gekk tað skjótt: Marcello var á plettinum í 13. minutti, og Fróði Benjaminsen skoraði í 17. og 30. minutti. Átta
formaður, Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt. Hesir vórðu allir afturvaldir uttan mótvalevni á aðalfundinum fyri einum ári síðani. Teir standa fyri vali aftur á aðalfundinum um eitt ár. Drúgvir [...] skal ikki bera til soleiðis hissini á sjálvum aðalfundinum at koma við uppskotum um, hvør ella hvørji skulu manna nevndina í Fótbóltssambandinum. Hetta var breið semja um á aðalfundinum fyri einum ári síðani [...] til aðalfundar, aðalfundurin var eisini kunngjørdur á fundi við feløgini 20. januar, og lýsing um aðalfundin hevur verið í bløðunum. Fjórða punktið á skránni er at velja nevndir og varalimir. Tað skulu
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seks bólkar vóru klárir at fara á pall, og hóast fólk ikki var komið júst í hópatali, tá fyrsti bólkurin, Side Effect, fór á pall, so var longu gott lag. Seks góðir bólkar skuldu [...] alt tos um frammanundan kosin finaluevni. Effectfult Side Effect var fyrsti bólkurin á pallinum. Klokan 21:15 rópti Jákup Magnussen, frásøgumaður, bólkin fram og hesin bólkurin, sum sigur seg spæla industriellan [...] løgum evni til fleiri landaplágur. Tó at tey øll somul vóru fitt og vøkur at hyggja at á pallinum, so hendi lítið og onki á pallinum og so við og við gjørdist eitt sindur møðsamt. Eg veit, at ein ikki kann
til floksfelagararnar á landsfund Fólkafloksins leygardagin. Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin varð meiri tosað um persónar enn um politikk. Í øllum førum á tí partinum á fundinum, sum var opin [...] vórðu fjølmiðlarnir koyrdir á dyr, tá ið tveir tímar vóru farnir. Høvuðsevnið á landsfundinum var tann sannroynd, at Jørgen Niclasen varð afturvaldur til formann og Jákup Mikkelsen til landsstýrismann [...] fiskivinnumálum og tað má eg liva við og arbeiða á tí palli, eg eri á, til frama fyri fólkaflokspolitikk. - Eg fái ikki sett meg fram um flokkin, tí eg má vera á tí liðnum, sum myndar floksins politikk framyvir
Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00. Hey hey Vit bæði giftast 28. desembur. vígslan verður í Betesda í Klaksvík kl. 13. vælkomst verður kl. 20 á Hotel Norð á Viðareiði. Tey ið hava hug [...] Marianna Madsen á Teigunum, Sandur, 80 ár. Dagurin verður hildin sama dag í Ungmannahúsinum Virkið kl. 19.30. Tey ið vilja gleða hana við at koma í føðingardag verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 373245 [...] verður hildin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík ímillum kl. 15 og 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Týsdagin 4. desember kunnu hjúnini Karolina og Hans Müller Kvivík (búsitandi á Mørkini í
Á tíðindafundinum eftir dystin var tað sjón fyri søgn, hvørjar kenslur bylgdust í barminum á skotska venjaranum. Craig Brown er ein dámligur maður, og tá tú ert settur at røkja starv sum landsliðsvenjari [...] og at Todi Jónsson tískil eisini átti at verði rikin av vøllinum. Men á tíðindafundinum fingu skotsku fjølmiðlarnir ikki venjaran á glið, hvat hesum viðvíkur: ? Eg sá ikki, hvat gekk fyri seg, men eg havi [...] Craig Brown ikki at blunka við at vísa á møguleikan at keypa spælarar í Føroyum: ? Eg ivist onga løtu í, at fleiri av føroysku spælarunum kundu farið beinleiðis inn á lið í bestu deildini í Skotlandi. Eg