Aðalfundur
Tað skal ikki bera til soleiðis hissini á sjálvum aðalfundinum at koma við uppskotum um, hvør ella hvørji skulu manna nevndina í Fótbóltssambandinum. Hetta var breið semja um á aðalfundinum fyri einum ári síðani, og tí varð grein sjey í ásetingunum fyri Fótbóltssambandið broytt, soleiðis at hon m.a. sigur, at uppskot um val til nevndina skulu vera FSF í hendi í seinasta lagi tíggju dagar fyri aðalfund.
Fyrsti aðalfundurin eftir hesa broytingina í ásetingunum verður nú leygardagin. Tað vil siga, at uppskot um nevndarlimir skuldu verið FSF í hendi mikudagin í síðstu viku.
Tað eru limafeløgini sum saman við nevndini í FSF hava rætt at koma við uppskotum um fólk at manna nevndina. Mikudagin í síðstu viku var freistin úti, og tá var einki uppskot um nevndarlimir komið á FSF skrivstovuna.
Hesa ferð standa tríggir limir fyri vali. Teir eru næstformaðurin Børge B. Hansen og nevndarlimirnir Óli Holm og Jens Erik Magnussen. Sambært skrivinum til feløgini um aðalfundin, sum er dagfest 8. februar, verður sagt, at teir omanfyri nevndu taka við afturvali. Men tá vit fregnaðust hjá aðalskrivaranum í FSF, um nakar hevði skotið teir omanfyri nevndu ella kanska onkran annan upp til nevndarlim, so var svarið nei.
? Tað var nevndarfundur eftir at freistin at koma við uppskotum var farin. Tá varð staðfest, at einki uppskot var innkomið. Nevndin hevði ikki skotið nakran upp, og einki av limafeløgunum hevði latið við seg koma.
Hetta sigur Ísak Mikladal, sum er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
FSF hevur í skrivi til feløgini 4. og 15. januar boðað til aðalfundar, aðalfundurin var eisini kunngjørdur á fundi við feløgini 20. januar, og lýsing um aðalfundin hevur verið í bløðunum. Fjórða punktið á skránni er at velja nevndir og varalimir. Tað skulu vera tveir varalimir. Teir verða valdir fyri eitt ár í senn. Í fjør varð bara ein varalimur valdur. Tað var Sveinbjørn Danielssson í Hvalba.
Men hvussu verður við nevndarvalinum leygardagin?
? Nevndin staðfesti á fundinum í síðstu viku, at einki uppskot var innkomið, tá tíggju daga freistin var farin. Tí verður tað ivaleyst upp til aðalfundin at gera av, hvussu tað skal farast fram í sambandið við nevndarvalið, heldur Ísak Mikladal.
Oftast friðarligt
Umframt teir tríggjar, sum standa fyri vali hesa ferð, manna fýra aðrir nevndina í FSF. Teir eru Torleif Sigurðsson, formaður, Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt. Hesir vórðu allir afturvaldir uttan mótvalevni á aðalfundinum fyri einum ári síðani. Teir standa fyri vali aftur á aðalfundinum um eitt ár.
Drúgvir í sessunum
Felags fyri nevndarlimirnar í Fótbóltssambandinum er, at teir hava verið í nevndini í mong ár. Næstformaðurin, Børge B. Hansen, var í fótbóltsnevndini í ÍSF og kom í fyrstu nevndina, tá Fótbóltssambandið varð sett á stovn í 1979.
Tað kemur so at siga ikki fyri, at onnur valevni verða skotin upp enn teir, sum standa fyri afturvali. Einasta undantakið nógvu tey seinastu árini var í fyrraárið. Tá vóru tvey uppskot til næstformanssessin. Mortan Poulsen varð stillaður upp ímóti Børga B. Hansen, og tað var rættuligur dramatikkur undir uppteljingini. Tá ein atkvøða var eftir í hattinum stóð á jøvnum. Síðsta atkvøðan var til Børga B. Hansen, sum tískil var afturvaldur.
Merkisvert á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani var tað, at atkvøðan hjá nevndini í FSF var blonk. Formaðurin, Torleif Sigurðsson, segði, at hann hevði atkvøtt blankt, tí hann vildi ikki taka dagar ímillum Børga B. Hansen og Mortan Poulsen.
Nýggjur orðstýrari og nýggjur karmur
Jógvan Arge hevur verið orðstýrari á øllum aðalfundunum hjá Fótbóltssambandinum. Hesa ferð liggur tað ikki fyri hjá roynda útvarpsmanninum. Men alt bendir á, at fundurin kortini fer at vera í góðum hondum. Vit hava skilt, at nevndin í FSF ætlar at skjóta upp, at Christian Andreasen, advokatur, verður orðstýrari leygardagin.
Nógvu tey seinnu árini hevur fundurin verið í Norðurlandahúsinum, men hesa ferð verður fundurin í Útvarpshøllini. FSF og feløgini hava verið stak væl nøgd við Norðurlandahúsið, sum hevur verið mett sum tignarligur karmur um aðalfundin. Men hesa ferð bar tað ikki til at finna ein dag, sum bæði passar húsinum og fótbóltinum.