Umborð
Tá vit seinnapartin mikudagin vóru ein túr eftir bryggjukantinum á Toftum, lá línuskipið Thomas Nygaard ytst í havnini. Dragilúkan stóð opin, bjart ljós skein út undan tronga dragiholinum – og í rútinum í skottinum aftureftir sást, at ljós eisini var inni á arbeiðsdekkinum. Beint undir skipssíðuni stóð ein skutari, so likt var til, at her var onkur umborð.
Og so var.
Vit steðgaðu eina løtu, tí her sá út til at fara at "bíta" á!
Maðurin, sum nú kom undan dekkinum, var toftamaðurin, Hansmar Mikkelsen. Løtu seinni kom ein annar maður út í dragiholið - og hesaferð var tað Jørgen Gleðisheygg.
Vit tóku mynd av tí yngra, sum var tann fyrri, vit hittu og spurdu, um hann hevði hug til lítið prát.
Jú, tað var gamaní.
- Í ár havi eg siglt í 30 ár. Eg fór sum 15 ára gamalur umborð á Geyta Reyða í 1976. Tá royndi skipið við kraftblokki. Vit fiskaðu sild, makrel og eisini brisling, bæði her um okkara leiðir og í Norðsjónum. Skipari var Martin Gøthe, svágur.
Hansmar sigur, at hann var við Geyta Reyða í eini tvey ár.
- Ta einu tíðina royndu vit út fyri Newcastle og landaðu í Peter Head. Vit royndu eisini eftir sild í Skagerak og landaðu í Hirtshals. Royndin í Skagerak minti mest um útróður. Vit sigldu út á fiskileið í tveir tímar, fiskaðu, sigldu síðan innaftur og landaðu sjálvir. Í vikuskiftinum var marknaðurin stongdur, sigur hann.
Av teimum 30 árunum, Hansmar hevur staðið á skipsdekki, hevur hann verið nevndu tvey árini við kraftblokki, 10 ár við trolara og 18 ár við línu.
- Tá eg fór av Geyta Reyða seint í sjeytiárunum, fór eg umborð á línuskipið Mascot til umleið 1983, tá eg fór við ísfiskatrolaranum Saturn. Eg var síðan við Saturn árini 1983-1992, tá ið kreppan hetta seinasta árið rakti alt samfelagið. Vit partrolaðu við Sporinum og seinni Ólavi Hvíta.
Árini, hann sigldi við Saturn, var hann eitt summar á landleiðini við trolbátinum, Randi.
Í 1993 róði Hansmar út við útróðrarbátinum Helen, til hann aftur fór umborð á Mascot, sum hann var við til seint í nítiárunum.
Nú gekk leiðin umborð á Stapan, fyrst gamla Stapan, síðan umborð á tann nýggja.
Síðan tíðliga í heyst hevur Hansmar so verið við línuskipinum Thomasi Nygaard við Knúti Høgagarð sum skipara.
- Jú, hetta er gott sjólív. Vit ganga 6 og 6, og tað dámar okkum væl. Hetta er betri sjólív enn við teimum gomlu og longu vaktunum. Eru menn royndir við línu, fellir arbeiði lætt, tí tá gongur alt hond úr hond. Øðrvísi er, um nógvir nýbyrjarar eru umborð. Men sjálvsagt; teir ungu eiga eisini at sleppa at royna seg, og eg haldi, at oftast roynast teir best, sum hava staðið í egningaskúri, áðrenn teir komu umborð. Sjóverkurin spælir eisini inn.
Hann heldur annars, at miðalaldurin umborð á línubátunum er øktur seinastu árini.
- Eg vil siga tað soleiðis, at vit hava bæði "nýtt og gott gamalt umborð" á Thomasi Nygaard, sigur Hansmar og smílist.
Spurdur, hvussu teir eldru roynast, sigur hann:
- Jú, rutinan hevur avgjørt nógv at siga, og teir "gomlu" roynast mangan drúgvir. Rullið er teirra størsti fíggindi. Men Thomas Nygaard er eitt óføra sjógott skip, og eg havi skilt, at nýggju stabiliseringstangarnir hava gjørt skipið uppaftur betri. Skipið rullar ikki so illa – og fer ikki so langt, leggur hann aftrat.
Hansmar sigur, at tað hevur gingið hampiliga væl hjá Thomasi Nygaard, síðan hann kom umborð í heyst, og skipið hevur gjørt góðar túrar.
- Vit hava kanska ikki fiskað tær ógvusligu nøgdirnar, men prísirnir hava verið óføra góðir, og tí er eisini væl komið burtur úr. Eg haldi, vit hava tjent einar 100.000 krónur síðan siðst í august, og tað er bara gott. Væntandi gera vit tveir túrar aftrat til jólar, og eg ætli mær at verða við báðar túrarnar.
Hann sigur, at teir fyrstu tveir túrarnar, hann var við, fingu teir ávikavist 109.000 og 126.000 pund. Umleið ein helmingur av veiðini var longa, og teir seldu fyri góðar 800.000 krónur tann besta túrin.
- Seinastu túrarnar hava vit fingið minni, men vit hava selt fyri einar 18 krónur í miðal fyri kilo, sigur hann at enda.
Foreldur hansara eru Jákup Mikal og Nina Mikkelsen. Pápin sigldi sjálvur fleiri ár sum stýrimaður og eisini sum skipari við Mascot.
Vit takka fyri hugnaligt prát.