Jacob og Annika hyggja frameftir

FÓLKAFLOKKURIN Bæði Annika Olsen og Jacob Vestergaard eru sinnað at líta frameftir ístaðin fyri at dvølja við tað, sum farið er

- Vit skulu hyggja frameftir og standa saman um ein maður.
Tað var heilsanin frá Anniku Olsen til floksfelagararnar á landsfund Fólkafloksins leygardagin.
Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin varð meiri tosað um persónar enn um politikk.
Í øllum førum á tí partinum á fundinum, sum var opin fyri fjølmiðlunum, tí sum vit greiddu frá mánadagin, vórðu fjølmiðlarnir koyrdir á dyr, tá ið tveir tímar vóru farnir.
Høvuðsevnið á landsfundinum var tann sannroynd, at Jørgen Niclasen varð afturvaldur til formann og Jákup Mikkelsen til landsstýrismann í fiskivnnumálum.
Men at tað er týðiligt, at ósemjan í flokkinum er bæði stór og djúp, tí teir báðar fyrstu tímarnar snúði nógv tað mesta prátið seg um, hví Annika Olsen ikki varð vald til forkvinnu og landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og hví Jacob Vestergaard ikki varð valdur til landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Men sjálvir lótu báðir høvuðspersónarnir seg í tann semjusøkjandi búnan og staðfesti, at nú var tað floksins politikkur, tað galt.

Ein maður
Í eini stuttari røðu ynskti Annika Olsen Jørgen Niclasen, hjartaliga til lukku við formansvalinum og eina hepna hond framyvir.
Hon ásannaði, at tað verður ein spildurnýggj avbjóðing at verða landsstýriskvinna í almannamálum, tí tað er heilt øðrvísi enn at umsita innlendismál.
- Avbjóðingarnar eru stórar at rationalisera og effektivisera, so at borgarin verður raktur sum minst.
- Men onkur fer at merkja nakað, tað er tað ongin ivi um.
Hon helt, at tað verður ein spennandi uppgáva at leggja eldraøkið undir kommunurnar í 2013 og í tí sambandi skal ein eldralóg gerast, sum ásetir, hvørjar rammur, kommunurnar skulu halda seg innanfyri í eldrapolitikkinum.
- Tað er eisini ætlanin at gera eina nýggja forsorgarlóg, sum skal vera til fyrimun fyri tey, sum av álvara hava brúk fyri hjálp, heldur enn tey, sum kunnu klára seg við eitt sindur minni.
Annika Olsen staðfesti eisini, at soleiðis sum samtykti játtanarkarmurin sær út, er ikki lagt upp fyri at útreiðslur verða til at reka ellis- og røktarheim hesi næstu fýra árini.
- Tað er ilt at meta um, hvat er hent, tá ið karmarnir vórðu lagdir í vár, men tað er altso ikki lagt upp fyri rakstrarútreiðslum til ellis- og røktarheim, so tað verður helst ein bardagi fyri at útvega játtan til tað, legði hon afturat.
Men hon heldur, at tað er ein spurningur um tað ikki er rætt at leggja á heilt annan bógv og føra ein politikk, sum hevur til endamáls at venja og endurvenja tey eldru so at tey eldru, sinnisveiku og tey við skerdum førleika, klára seg heima longri enn tey gera í dag.
Ætlanin er eisini at seta eitt barnahús á stovn at taka sær av børnum, sum hava verið fyri siðamisbrotið, tí tað er ein stórur trupulleiki.
- Tað er heldur ikki virðiligt, at vit senda børn av landinum, tí vit ikki megna at taka okkum av teimum, legði Annika Olsen afturat.

Ongin fram um flokkin
Eisini Jacob Vestergaard hevði eina semjusøkjandi røðu á landsfundinum.
- Flokkurin hevur verið settur í torførar støður eftir valið og nógv halda, at vit kundu havt valt øðrvísi.
- Eg kann halda, at okkurt val kundi verið til mín fyrimun, legði hann afturat.
Men hann heldur, at hann royndi at gera sín part til at flokkurin skuldi fáa eitt gott val.
- Eg bleiv ikki landsstýrismaður í fiskivinnumálum og tað má eg liva við og arbeiða á tí palli, eg eri á, til frama fyri fólkaflokspolitikk.
- Eg fái ikki sett meg fram um flokkin, tí eg má vera á tí liðnum, sum myndar floksins politikk framyvir, tí ongin kann ella má seta seg sjálvan fram um flokkin.
- Mín møguleiki kemur kanska eina aðru ferð og so skal eg nokk taka av honum tá.
Hann helt ikki, at tað var nøkur einstøk orsøk til, at Fólkaflokkurin fekk so gott væl.
- Orsøkin til valúrslitið var ein samanrenning av góðum valevnum, góðum politikki og góðum samstarvi.
Hann sigur, at hann offraði blokkin fyri at fáa tryggar karmar um fiskivinnuna og at fáa flatskattin, tí tað vigar serstakliga tungt hjá flokkinum.