Minningarorð um Trúgva Egholm f. 21.04. 1967, d. 21.01.2007

Trúgvi Egholm var sonur Hans Michael P. Egholm úr Streymnesi og Ragnhild fødd Heinesen úr Tjørnuvík. Kalli var sonur Sámal Jacob Egholm, bónda í Streymnesi og Siggu fødd Magnussen av Kvíggjarhamri í Saksun. Ragnhild var dóttir Jákup Heinesen og Súsonnu Elisabeth fødd Hermansen í Tjørnuvík.
    Trúgvi kom óheldiga inn í henda heim, við tað at hann kom fyri tí vanlagnu at gerast spastiskt lammaður orsakað av eini truplari føðing.
    Sum tvey ára gamal fór Trúgvi niður á Ríkissjúkrahúsið at verða kannaður, og har kundu tey skjótt staðfesta, at tað einasta á kroppinum, sum hann hevði tamarhald á, vóru eyguni.
    Av tí at einki stað var í Føroyum fyri børn við slíkum breki, kom hann at búgva á ymsum stovnum í Danmark. Longst búði hann á Geelsgård, og har fekk hann nógvar góðar vinir, sum hann seinni vitjaði og hevði samband við alt lívið. Tá hann var 16 ára gamal flutti hann heim og kom at búgva á Eirargarði 16A.
    Tað má hava verið strævið hjá honum, sum var so gløggur, ikki sjálvur at kunna úttrykkja tað, sum hann hugsaði og vildi, men mátti lata tað yvir til hini at spyrja seg fram til tað, sum hann hevði upp á hjarta. Hann hevði lært seg at siga ja við at hyggja upp og nei við at hyggja niður. Hetta kom so stórt sæð at vera einasta máti, hann kundi samskifta við onnur uppá, men haraftrat hevði hann so sítt stóra sjarmerandi smíl og sín ótrúliga humoristiska sans, sum gjørdi hann so væl umtóktan av øllum, sum komu at vera um hann og sum eisini hjálpti honum væl at koma gjøgnum hansara strævna lív.
    Treiskur var hann, tá ið hann vildi siga ella gera okkurt, og hann gavst ikki, fyrr enn tann, hann tosaði við, hevði funnið út av, hvat tað var, sum hann vildi. Tað kundi vara bæði tímar og dagar, men hann gavst ikki fyrr enn gátan var loyst.
     Honum dámdi væl at búgva á Eirargarði. Hvønn morgun fór hann saman við hinum búfólkunum niðan á Virkni, har tey kunnu fáast við ymisk ítriv. Hetta at kunna fara heimanífrá um morgunin og hava eitthvørt virksemi at fara til um dagin hevur ómetaliga stóran týdning fyri hesi fólkini, sum búgva á stovni, og tað er jú eisini tað at kunna fara til eitthvørt arbeiði, ið er við til at geva teimum fullføru meining og innihald í lívinum.
Tey starvsfólkini, sum gjøgnum árini hava lagt sína sál í arbeiðið við at hjálpa og passa Trúgva hava ein stóran part av æruni av, at hann fekk eitt so innihaldsríkt lív, sum hann hevði. Á onkrum av teimum stovnunum, hann var á tey fyrstu árini, spáddu tey honum at liva í mesta lagi til hann varð sjey ára gamal. Seinastu tíðina var Trúgvi farin at gleða seg til sín 40 ára føðingardag, og hann var saman við starvsfólkunum longu farin so smátt undir at leggja ætlanir fyri tí stóra degi. Tað kom tí sum ein skelkur fyri øll, at hann uttan nakra fyriboðan ikki vaknaði aftur, men svav seg inn í deyðan hesa sunnunáttina.
Trúgvi var, hóast allar sínar trupulleikar við at anda, eta og samskifta, ómetaliga glaður fyri lívið. Honum dámdi væl at fara útferðir, at fara túrar í býin, til konsertir og ikki minst ferðirnar til Zarepta og Nesvíkar. Hann lurtaði nógv eftir tónleiki og fylgdi væl við í tí, sum fyrifórst í samfelagnum. Hann var familjukærur og dámdi sera væl, at nógv skyldfólk komu eitt nú til føðingardagar og til tiltøk á stovnunum. Trúgvur var hann móti øllum, sum høvdu við hann at gera og var eisini hjartaliga takksamur fyri alt, sum gjørt var ímóti honum, og hann gloymdi heldur ongantíð at vísa sítt takksemi.
Trúgvi var eitt merkisvert menniskja, sum bar sína lagnu við fyrimyndarligum tolni. Vit, sum kendu hann, høvdu stóra virðing fyri honum, og vit fara altíð at sakna hansara blíða sinnalag, hansara humoristiska sans og hjartaliga látur. Hann gav okkum so ómetaliga nógv.
Friður veri við minninum um gudsonin Trúgva Egholm.

Katrin og Eilif