spæld 24. august. Tað er nevniliga í kvøld, at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar. NSÍ er tvungið til at fáa mál ímóti Víkingi í kvøld, eftir at Víkingur vann fyrru hálvfinaluna í Sarpugerði [...] báðum liðunum er eftir øllum at døma gott í løtuni, nú bæði NSÍ og Víkingur vunnu sín dyst í landskappingini um vikuskiftið. NSÍ megnaði við tveimum málum seint í dystinum at vinna 3-2 ímóti liðnum á næstfremsta [...] Víkingur vann 2-1 ímóti kreppurakta KÍ í Klaksvík. Við Margáir er púra opið millum EB/Streym og KÍ, eftir at fyrra hálvfinalan í Klaksvík endaði við 1-1-javnleiki. EB/Streymur hevur seinastu árini staðið seg
Atlantic Airways fáa nú úr at gera. Í morgin - leygardagin - flýgur felagið fyrsta túrin til Milano í Italia, og ætlaða fráferðin er úr Føroyum klokkan 06. Atlantic Airways veit at siga, at flogfarið til Milano [...] Atlantic Airways sigur á síni heimasíðu, at nýggju Airbus-flogførini hava økt munandi um virkismøguleikarnar hjá felagnum, og flogførini eru beinleiðis orsøkin til, at felagið hevur gjørt tvær samstarvsavtalur [...] í morgin er eisini eitt vegamót í flogsøguni. Nú ber føroyingum til at flúgva beinleiðis úr Vágum til norðuritalska høvuðsstaðin at skoða verkini hjá so mætum listafólkum sum Leonardo da Vinci og annars
Albert Ellefsen og ÍF hava ikki mist móti um, at tað skal eydnast at røkka toppinum og at vinna FM heitið. Tað eru sjey stig fram til HB, men tað er áður sæð, at oddaliðið er farið í aldudal. Í dag fær ÍF [...] aftur til barndómsfelagið á Skála. Hjá TB er setningurin at varðveita plássið í deildini. Fýra tær seinstu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Tá ið ÍF flaggdagin var í Trongisvági [...] ÍF vitjan av TB, og tað er stór kapping um plássini á ÍF liðnum, eftir at Dánjal á Lakjuni er komin úr Íslandi og Fritleif í Lambanum er komin úr Danmark. Ari Ó. Ellingsgaad er við aftur eftir leikbann,
við, at Jákup Zachariassen hevði framleitt eitt ordiliga gott lag. Og so hugsaði eg at gera nakað øðrvísi við lagið, og kom eg í tankar um Jákup Veyhe. Hann er nevniliga meistarliga dugnaligur at skriva [...] Veyhe skal hinvegin framføra á G! – tó ikki sum tónleikari. - Mín uppgáva er at vera frásøgumaður á stóra pallinum. Eg havi valt at presentera bólkarnar sum í einum hoyrispæli. Tað ger tað heila eitt sindur [...] gentu, sum bara rennur undan sær. Til síðst fellur hon tó fyri honum, og tey blíva par. Moralurin er, at man bara skal blíva við, inntil hon bítur á, sigur eina helvtin av stuttligu Salt og Pipar duo’ini
sum vera man ógvuliga fegnir um sigurin á útivølli. Tað var ikki at undrast á, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1966, at liðið megnaði at vinna á útivølli í europeisku kappingunum. Fyri 47 árum síðani kom [...] Linfield mugu teir finna seg í at vera favorittar undan dystinum í kvøld. Men teir í norðurírska felagnum rokna ikki dystin í kvøld at vera avgreiðsluspurning. Teir siga, at á liðnum hjá fuglfirðingum eru [...] kvøld er setningurin at vinna 2-0 tapi á heimavølli fyri einari viku síðani innaftur. Ta ferðina vóru fuglfirðingar leikliga omaná í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta mál, og so vendi
ein fyrireikari og framsýnari, heldur, at tað kann ørkymla, at Heystbólkurin letur framsýning upp um summarið. Men listafólkini í bólkinum hava í nøkur ár umhugsað at sýna fram um summarið, tá ið útisetar [...] hava listina sum høvuðsmál. Tey siga, at saman við listini, hava hesi heilt serligu hølini megnað at hildið hesum hópi av listafólkum saman í øll hesi árini, tó at limirnir í bólkinum eru spjaddir um fleiri [...] skuldi tað so vera. Listahøllin í Skipasmiðjuni er fastur táttur í framsýningarlívinum í Havnini, eftir at hava hýst Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011. Eisini hava einstaklingaframsýningar
ger tað aftur í ár. Í Vágum hava tey verið so illa plágað av mjørka í summar, at Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, segði, at hetta er tað ringasta hann hevur vitað øll hesi 18 árini, hann hevur verið stjóri [...] í Gøtu, har tey framvegis bíðað eftir at fáa nøkur av teimum stóru, útlendsku nøvnunum til landið. Úr Gøtu upplýsir Fróði Tórálvsson Stenberg, miðlasamskipari, at Alina Devecerski kom til landið í gjár [...] ikki spæla fyrrenn leygarkvøldið Tey á G! hava so vítt gjørligt roynt at fáa útlendsku nøvnini til Føroya einar tveir dagar áðrenn fyri at hava eitt skotbráð og tí vóna tey tað besta-men tað er so tað einasta
verður sjálvsagt meira og meira at gera, so hvørt sum tað nærkast festivalbyrjan. - Dømi uppá okkara uppgávur er at kanna pallarnar, um teir eru nóg tryggir. Eitt annað er at ganga gjøgnum tjaldingarøkið [...] tað fór at regna heilt øgiliga illa, diskuteraðu vit alla tíðina, hvat vit skuldu gera við sandin. Skuldu vit steðga øllum ella lata tað koyra eina løtu aftrat? Endin varð, at vit gróvu soleiðis, at áin rann [...] stendur á odda fyri trygdini á triðja sinni. - Ymisk áhugafeløg hava ábyrgdina av ymsum økjum, eitt nú at standa vakt við ymsar inngongdir. Til tey meira tyngru endamálini - so sum tá tey stóru nøvnini spæla
Maðurin ynskir at vera ónevndur, tí áður hevur hann fingið keðiligar viðmerkingar, tá hann hevur fortalt øðrum um síni serligu evni og upplivingar. - Eg havi fyri tað mesta upplivað, at síggja fólk, sum [...] eisini at fáa boð, har eg skal ávara onkran persón, sigur maðurin. Sum oftast fær hann boð í dreymum. - Eg skal líkasum geva boðini víðari, sum eg fái í dreymunum. Til dømis fekk eg einaferð boð um at ávara [...] greiðir maðurin frá. Hann sigur seg javnan uppliva at hoyra ymisk ljóð, eitt nú tá hann fer inn í eldri hus og gamlar bygningar. - Eg haldi ikki, at tað er sálin hjá einum deyðum persóni, ið spøkir, men
prest, dryppar á føroyskan dekn og tað eydnaðist G! at lokka bólkin at spæla á G! eisini. Tey, sum fyrireika G! Festivalin siga, at Boys In A Band fara at syngja og spæla øll tey góðu løgini, sum eftir ongari [...] Waldstock festivalurin, sum hevði 20 ára hátíðarhald um vikuskiftið ”bønaði og bað boysarnar um at koma at spæla”, hóast teir ikki vóru til sum bólkur longur, sum tey, ið fyrireika G! Festivalin, taka til [...] - Waldstock hevði bjóðað nøkrum úrvaldum bólkum, sum serliga høvdu fest seg í minnið hesi 20 árini, at koma til hátíðarhaldið. - Boysarnir høvdu sostatt verið eitt av hæddarpunktunum á festivalinum hesi