Soleiðis segði ungi maðurin, sum var í morgunsendingini á Rás2 týsmorgunin, tá evnið var "Alt millum himmal og jørð".
- Eg havi altíð verið opin fyri tí yvirnattúrliga, og longu sum barn kundi eg tosa við fólk, ikki vóru har i veruleikanum, sigur hann.
Maðurin ynskir at vera ónevndur, tí áður hevur hann fingið keðiligar viðmerkingar, tá hann hevur fortalt øðrum um síni serligu evni og upplivingar.
- Eg havi fyri tað mesta upplivað, at síggja fólk, sum onnur ikki síggja, og so eisini at fáa boð, har eg skal ávara onkran persón, sigur maðurin.
Sum oftast fær hann boð í dreymum.
- Eg skal líkasum geva boðini víðari, sum eg fái í dreymunum. Til dømis fekk eg einaferð boð um at ávara mostur mína, um ikki at fara út ein ávísan dag millum klokkan 14 og 16. Eg veit ikki, um hon var blivin yvirkoyrd ella okkurt annað, um hon var farin út tá, men í hvussu so er ávaraði eg hana, og hon fór ikki út, greiðir maðurin frá.
Hann sigur seg javnan uppliva at hoyra ymisk ljóð, eitt nú tá hann fer inn í eldri hus og gamlar bygningar.
- Eg haldi ikki, at tað er sálin hjá einum deyðum persóni, ið spøkir, men meira ein orka, sum er eftir frá fólkunum, sigur maðurin.
Hoyr alla samrøðuna, har Barbara Holm prátar við unga mannin um hansara upplivingar við tað yvirnattúliga við at trýsta á pílin undir myndini.