Tað er stór kapping í Fuglafirði

Setningurin hjá TB er at varðveita plássið í bestu deildini

Albert Ellefsen og ÍF hava ikki mist móti um, at tað skal eydnast at røkka toppinum og at vinna FM heitið. Tað eru sjey stig fram til HB, men tað er áður sæð, at oddaliðið er farið í aldudal.

               

 Í dag fær ÍF vitjan av TB, og tað er stór kapping um plássini á ÍF liðnum, eftir at Dánjal á Lakjuni er komin úr Íslandi og Fritleif í Lambanum er komin úr Danmark. Ari Ó. Ellingsgaad er við aftur eftir leikbann, og Poul N. Mikkelsen verður miðverji í staðin fyri Bartal Eliasen, sum er á veg heim av Bermuda.

               

Jákup Johansen, sum fyri tað mesta hevur verið á beinkinum, er farin aftur til barndómsfelagið á Skála.

               

Hjá TB er setningurin at varðveita plássið í deildini. Fýra tær seinstu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Tá ið ÍF flaggdagin var í Trongisvági, var TB framanfyri 2-0, inntil tað restaðu sjey minuttir. Úrslitið varð 2-2. Hetta er ein av fleiri javnleikum, sum teir í TB iðra seg um, tí teir kenna seg at hava mist á stokkinum.

               

Fleiri av TB spælarunum hava verið burturstaddir í summarfrí, men teir eru tøkir aftur. Í summar hevur TB havt framrættaða Seamus Bartholdy, sum hevur spælt við Brabrand IF í donsku 2. deild vestur, til royndarvenjingar, men tummulin vendi niður hjá Hans Fróða Hansen og tískil er spælarin farin til hús aftur.

               

ÍF-TB: Petur Reinert í dag kl. 15.00