Bólkurin Boys In A Band tók øll á bóli, tá ið hann vann heimsfinaluna í Global Battle of The Bands í London og streyk avstað við teimum 100.000 dollarunum, sum vinningurin var.
Í kjalarvørrinum á kappingini, fór bólkurin á konsertferð á fleiri av heimsins størstu festivalum í USA, Kanada og Evropa og í 2008 gav bólkurin út fløguna Black Diamond Train.
Men eins brádliga og bólkurin trein á tónleikapallin, eins brádliga hvarv hann aftur.
Hann kom ikki undan kavi aftur, fyrrenn týski Waldstock festivalurin, sum hevði 20 ára hátíðarhald um vikuskiftið ”bønaði og bað boysarnar um at koma at spæla”, hóast teir ikki vóru til sum bólkur longur, sum tey, ið fyrireika G! Festivalin, taka til.
- Waldstock hevði bjóðað nøkrum úrvaldum bólkum, sum serliga høvdu fest seg í minnið hesi 20 árini, at koma til hátíðarhaldið.
- Boysarnir høvdu sostatt verið eitt av hæddarpunktunum á festivalinum hesi 20 árini, og máttu tí fáast á skránna einaferð enn.
- Og tá tað regnar á týskan prest, dryppar á føroyskan dekn og tað eydnaðist G! at lokka bólkin at spæla á G! eisini.
Tey, sum fyrireika G! Festivalin siga, at Boys In A Band fara at syngja og spæla øll tey góðu løgini, sum eftir ongari tíð gjørdu teir til ein hin best dámda føroyska bólkin nakrantíð.
Nær Boys In A Band fara at spæla, er ikki heilt greitt enn, tí skráin fyri G! er ikki kunngjørd enn.