Bíta negl í Gøtu

Aftur í dag er kavsvart í mjørka í Vágum og tað elvir til bivan á G!-festivalinum, tí onkur útlendsk nøvn eru ikki komin enn

Mjørkin hevur forstýra G! Festivalin fyrr- og hann ger tað aftur í ár.

Í Vágum hava tey verið so illa plágað av mjørka í summar, at Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, segði, at hetta er tað ringasta hann hevur vitað øll hesi 18 árini, hann hevur verið stjóri í føroyska flogfelagnum.

Men mjórkin hevði ikki meiri enn lætt sær á í fyrrakvøldið, so køvdi hann avaftur og nú er aftur ólag á flogferðsluni.

Ikki minst elvir hetta til stúran í Gøtu, har tey framvegis bíðað eftir at fáa nøkur av teimum stóru, útlendsku nøvnunum til landið.

Úr Gøtu upplýsir Fróði Tórálvsson Stenberg, miðlasamskipari, at Alina Devecerski kom til landið í gjár.

Íslendska Angist og Earth Devide er eisini komnir til landið

Men verri er við Reptile Youth, sum ikki eru komnir til landið og teir skulu spæla á sandinum í kvøld.

Eitt annað høvuðsnavn, Nephew, eru ikki komnir enn, men teir skulu so ikki spæla fyrrenn leygarkvøldið

Tey á G! hava so vítt gjørligt roynt at fáa útlendsku nøvnini til Føroya einar tveir dagar áðrenn fyri at hava eitt skotbráð og tí vóna tey tað besta-men tað er so tað einasta, tey fáa gjørt, siga tey.

Fyribils eru ikki floglíkindi í Vágum. Nærri fæst at vita um flogferðsluna seinnapartin í dag.

Annars sigur hann at kalla sama veðrið alt vikuskiftið við einum lítlum loti av útsynningi, lýggjum veðri, mjórka og sólglottum inn ímillum.

 

So burtur sæð frá floglíkindunum er av fínasta festivalveðri.