ÍF ferðalagið hevur seinastu dagarnar verið í norðurírska høvuðsstaðnum. Í kvøld er setningurin at vinna 2-0 tapi á heimavølli fyri einari viku síðani innaftur. Ta ferðina vóru fuglfirðingar leikliga omaná í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta mál, og so vendi tað heilt eftir steðgin.
Mótstøðumenninir í Linfield vóru sum vera man ógvuliga fegnir um sigurin á útivølli. Tað var ikki at undrast á, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1966, at liðið megnaði at vinna á útivølli í europeisku kappingunum. Fyri 47 árum síðani kom sigurin til høldar í Oslo, har Vålerengen legði rygg til 4-1 tap.
Síðani mánadagin hevur ÍF fyrireikað seg í Belfast, og í gjárkvøldið vandu Albert Ellefsen og hansara menn á Vindsor Park, har dysturin verður í kvøld klokkan 19.45.
Sammett við dystin á Tórsvølli síðsta mikukvøld, so er ÍF liðið eitt sindur broytt. Jákup Mikkelsen verður í málinum í kvøld, og ivaleyst verður Poul N. Mikkelsen í miðverjuni saman við Bartali Eliasen.
Í Linfield mugu teir finna seg í at vera favorittar undan dystinum í kvøld. Men teir í norðurírska felagnum rokna ikki dystin í kvøld at vera avgreiðsluspurning. Teir siga, at á liðnum hjá fuglfirðingum eru fleiri vandamiklir framrættaðir spælarar. Serliga vísa teir á Ara Ó. Ellingsgaard og Øssur Dalbúð, sum sambært norðurírsku miðlunum sýndu bestu avrikini í fyrra dystinum.
Á Vindsor Park í Belfast í Norðurírlandi í kvøld klokkan 19.45: Linfield-ÍF: Dejan Jakimovksi úr Makedonia.