Um eldur ella stormur herjar

Fyri at ein festivalur kann haldast eru tað ein rúgva av trygdarkrøvum, sum skulu haldast.

Helgi Justinussen er trygdarovasti á G! festivalinum og er – sum navnið sigur – leiðari fyri allari trygdini.

- Sum trygdarovasti havi eg evstu ábyrgd av trygdini. Tað veri seg innan øll øki. Um okkurt innan trygdina gongur galið, so er tað mín ábyrgd, sigur Helgi, sum stendur á odda fyri trygdini á triðja sinni.

- Ymisk áhugafeløg hava ábyrgdina av ymsum økjum, eitt nú at standa vakt við ymsar inngongdir. Til tey meira tyngru endamálini - so sum tá tey stóru nøvnini spæla - standa vaktir fyri Ansni og halda vakt, samstundis sum tey eisini eru tøk til tilkalling.

Arbeiðið hjá Helga byrjaði so smátt fyri einum mánaði síðan.

- Tað verður sjálvsagt meira og meira at gera, so hvørt sum tað nærkast festivalbyrjan.

- Dømi uppá okkara uppgávur er at kanna pallarnar, um teir eru nóg tryggir. Eitt annað er at ganga gjøgnum tjaldingarøkið og vurdera, um alt er í lagi har.

Summi ár hava tað verið nakrar støður, ið hava kravt nógv av trygdarstjóranum.

- Fyrraárið tá tað fór at regna heilt øgiliga illa, diskuteraðu vit alla tíðina, hvat vit skuldu gera við sandin. Skuldu vit steðga øllum ella lata tað koyra eina løtu aftrat? Endin varð, at vit gróvu soleiðis, at áin rann annan veg, og tað hjálpti upp á støðuna.

Bólkurin, ið hevur við trygdina á G! festivalinum at gera, er kommunali brunaleiðarin, Landsverk, politi’ið, Ansni og umboð fyri G! festivalin.