inntil vit endaliga komu fram til tey, sum vóru komin ímóti okkum. Tey hugdu at okkum, og vit hugdu at teimum. Øll og serliga børnini vóru jú eitt sindur broytt hetta heila ella hálva árið, vit ikki høvdu [...] í Lamba og Haldu (f. Hammer) av Hamri á Toftum. Tey búðu í Runavík. Børnini hjá Jákupi og Annelenu eru: 1. Zacharias Zachariassen, føddur 1935 2. Hermundur Zachariassen, føddur 1937 3. Marni Zachariassen [...] føddar 1942 6. Flóvin Tyril (f. Zachariassen), føddur 1943 7. Jan Tausen Zachariassen, føddur 1952 Øll eru deyv uttan Zacharias og Flóvin, um búgva í Norðragøtu. Hermundur býr á Argjum. Hini systkini búgva
sínum trupulleikum, eru fólk, sum børnini kenna frammanundan og hava álit á. Summi børn senda ógvuliga veik tekin frá sær, og tá er tað serliga umráðandi, at tey vaksnu, sum eru um tey, eru vakin og kenna tey [...] sunnan fyri København, at halda fyrilestur á ársfundinum. Evnið var, hvussu vit best kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru evnismisnýtarar. Lisbeth Rask segði, at tað er sera umráðandi, at umhvørvið [...] trupulleikum, um eingir professiolnellir møguleikar eru fyri at hjálpa teimum, sigur Lisbeth Rask. Tað er ógvuliga umráðandi, at bæði fólk og høli eru til taks, til at hjálpa hesum børnunum. Tað er alt
tíðindastovur, fær seg ikki at trúgva, at hetta er eitt blaðhús. - Føroyar eru ein perla. Hóast tit eru partur av heiminum, so eru tit so heilt øðrvísi, og tað er ótrúliga hugtakandi, sigur 87 ára gamli [...] eiga samstundis, sum vit skuldu hava okkara seinastu konsertir. Men eg vildi ikki avlýsa, tí nú vóru konsertirnar tilrættalagdar og Frederic Balazs hevði játtað at vera við. So tá vit fóru til tað seinastu [...] Er hetta veruliga eitt miðlahús, spyr Frederic Balazs, sum vit seta okkum niður til eitt prát inni í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað er fríggjadag seinnapart, og húsið er eitt sindur stilt. Frederic Balazs
sjey umfør vóru fingin frá hondini. Tíverri høvdu vit í síðstu viku ikki umstøður at hava umrøðu í blaðnum eftir 8. umfar. Nú taka vit afturíaftur, og vit kunnu staðfesta, at summi lið hava fingið luft undir [...] fyrstu sjey umførini tóktust vera púra einsamøll í kappingini um gullkrónurnar. At hesi trý liðini eru komin tættari at uppflytingarmøguleikanum kemst m.a. av, at bæði B36 og AB hava mist tær báðar seinastu [...] aftur og aftur. Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast. ?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst
vóru teir upp ímóti tjúgu til venjing. Onkrir, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg aftur, og onkrir, sum eru skipsmenn, eru komnir heim og steðga kanska einar tveir mánaðir. Alt hetta hevur við [...] Støðutalvan, eftir at fýra umfør eru farin afturum, boðar frá, at kappingin kann fara at gerast javnari í ár, enn hon so ofta áður hevur verið. Í hvussu so er tykist tað ikki sum at nakað upplagt evni [...] ofta fáa onkrar av eykamonnunum hjá 1. deildarliðnum at hjálpa sær, og tað styrkir øgiliga væl um. Vit hava í farnu vikunum staðfest, at Skáli so at siga hevur verið í dvala. Teir hava verið aftastir, og
síðan Jákup Oluf byrjaði, hava vit tikið ímóti 4,6 miljónum tonsum av fiski. Hetta svarar til, at 1900 Tróndar í Gøtu lógu fullfermdir á fjørðinum! Í hesum tíðarskeiði eru framleidd 920.000 tons av mjøli [...] nær tey verða inni. 10 ferðir størri Bergur segði, at nótabátarnir eru nógv størri í dag, enn teir vóru fyrr ? ja, teir størstu eru upp til 10 ferðir størri enn fyri 30 árum síðan. Hóast hetta, er góðskan [...] við, nú pápin kundi hátíðarhalda sín 35 ára starvsdag. Heilsaðu og takkaðu Fleiri av teimum, sum komin vóru at gleða Jákup Oluf og familju hansara, nýttu høvi at siga nøkur orð og takka honum fyri tíðina
rættvísi og fólkaræði. Mong av teimum eru hvørki almennar hetjur ella kend av heiminum, men fruktirnar av teirra støðufesti og trúgv upp á tað góða kunnu vit njóta í dag. Tað kann mannaættin nú vera [...] skifti til enskt vegna føroyingarnar, takkaði fyri seg. Vit takkaðu so hjartaliga aftur og royndu eftir besta førimuni at vísa henni, hvussu nógv vit meintu tað. Á ein hátt vildi man sleppa út, tí túrurin [...] og fangarnir í Stasi fongslum vórðu viðfarnir sum í ringastu miðøld. Tað ringasta av øllum er, at vit skulu bara góð 20 ár aftur í tíðina fyri at finna hesar ræðuleikar, og hetta gekk fyri seg bert tveir
kendu teir. Petur Jensen var javnaldri og spælibróður mín. Sum vaksnir høvdu vit mong viðurskifti saman, millum annað sótu vit 4 ár í sóknarstýrinum saman, og aldri kann eg minnast, at eitt øvugt orð er [...] eg var 13 ár. Tað var so nógvur fiskur at fáa Tíðin nærkaðist, at eg skuldi fara úr skúlanum, men vit gingu ikki í skúla hvønn dag, so tað vóru ikki so nógvar dagar, eg forsømdi. Pápi orðaði við Danbjørg [...] 600 pund, av stórum toski. Nú var eg sætti maður, og fongurin var aftur 36 sentnarar tann dagin. Vit royndu við snøri og agnið var kúðingur. Vanliga vóru tveir á hvørja ferð, og hetta vóru rættiligir
julegave? Vættrarnar søgdu allar við ein munn: - Ja, sjálvandi hava vit tað. Vit eru manngóðar. Vit gera bara góðar gerðir... ja, vit gera bara góðar gerðir. Fía við Stein sat í sínum heilaga heimi og [...] av Íslandi og Grønlandi fest sum ein hugamynd í hylin. Lunnarnir vóru al oftast rekaviður, sum var komin við vindi, aldu og streymi av fjarum leiðum og var endaður í onkrum neysti í Støðni. Teir høvdu fingið [...] ríða summarið av sær í einum ævintýri, sum rakk úr Vatnsdali oman í Støðna. Lestrarfjølin var kanska komin úr Sibiria, hevði siglt fram við Novaja Semlja og farin um Hvítahavið, fram við skergarðinum í Noregi
upptøkur av leivssjov. Vit fara úr Skopun kl. 8.10. Neyðugt er at tekna seg til túrin á tlf. 211921. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið [...] drekkamuður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Mánadagin 18. feb. Vit lurta eftir »Mors og fars historie«. Mikudagin 20. feb. Fríðbjørg Jensen kemur at syngja við okkum. 27. feb. Fara vit til Havnar at vera [...] og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri