Starvsdagur
Gott lag var á Jákup Olufi, og skjótt visti tú, hvør konan hjá honum, Rosmunda, var, tí hon kom ímóti tær og bjóðaði tær vælkomnum. Long tíð gekk heldur ikki, til tú visti, hvørjar tvær av døtrunum, Hanna og Ann-Elisabeth, vóru, tí báðar vóru líka fyrikomandi og blíðar. Seinni prátaði tú eisini við Sonju, sum er tvíburðasystir. Bróðurin, Andras, er í Danmark; so hann var ikki við, nú pápin kundi hátíðarhalda sín 35 ára starvsdag.
Heilsaðu og takkaðu
Fleiri av teimum, sum komin vóru at gleða Jákup Oluf og familju hansara, nýttu høvi at siga nøkur orð og takka honum fyri tíðina á Havsbrún.
Fyrstur at bera fram sína heilsan, var stjórin á Havsbrún, Bergur Poulsen.
Hann vísti á, at sunnudagin, 30. juni, verða 36 ár, síðan Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini, og tað var Beinir, sum landaði.
- Og sunnudagin, 16. juni, vóru 35 ár, síðan Jákup Oluf trein inn um gáttina á Havsbrún, sum ein ungur og spelkin fuglfirðingur. Hann hevur arbeitt á Havsbrún síðan. Nú er hann bert 35 ár eldri, men framvegis líka spelkin.
Bergur segði, at Jákup Oluf hevur havt ymiskar uppgávur hesi mongu árini.
- Hann byrjaði í sjálvari framleiðsluni, men seinastu nógvu árini hevur hann havt við skip og landing at gera.
Síðan nam stjórin við nøkur áhugaverd tøl.
- Eg kann nevna, at síðan Jákup Oluf byrjaði, hava vit tikið ímóti 4,6 miljónum tonsum av fiski. Hetta svarar til, at 1900 Tróndar í Gøtu lógu fullfermdir á fjørðinum! Í hesum tíðarskeiði eru framleidd 920.000 tons av mjøli og 400.000 tons av lýsi! segði Bergur.
Streyka teir Í Vágunum?
Røðan hjá Bergi var bæði álvarsom og til tíðir rættiliga skemtilig.
- Tað, sum altíð hevur eyðkent Jákup Oluf, er arbeiðssemi, trúfesti og loyalitetur. Hann hevur altíð verið so serstakliga loyalur móti Havsbrún og tess leiðslu. Tað eru slík fólk, eitt hvørt arbeiðspláss hevur staðiliga brúk fyri. Talaði onkur ringt um Havsbrún ? ja, so var og er Jákup Oluf skjótur at svara
ímóti.
Bergur segði, at Jákup Oluf er ? sum hann tók til ? næstan altíð positivur og vælhýrdur; har er einki grenj.
- Hann kann vera eitt sindur ótolin og kann eisini skjóta við skørpum, um tað er neyðugt, og hann kann vera bersøgin.
Stjórin segði, at eitt, sum hann ofta fílist á, er, at leiðslan á Havsbrún ferðast heldur nógv.
- ?Nú, er streika vesturi í Vágunum?? spurdi hann einaferð Andreas, tá ið hann møtti honum á kaiini. ?Nei?, svaraði Andreas, ?hví spyrt tú?? Og tá svaraði Jákup Oluf, so skemtiligur hann kann vera: ?Nei, eg tonkti tað bara, tí nú eru tit báðir her í dag!?
?Eg eri hjá lækna?
Bergur segði, at hesi mongu árini, hevur Jákup Oluf tosað við nógvar skiparar og nógvar menn.
- Telefonin hevur kimað dúgliga hjá honum, bæði dag og nátt ? fyrst heima við hús, á virkinum og seinnu árini eisini í lummanum! Men hann var altíð fúsur. Eg hoyrdi ein mann nú ein dagin siga, at hann bara einaferð hevur upplivað, at Jákup Oluf ikki kundi tosa í telefon. ?Ring aftur um eina løtu, eg eri hjá lækna
beint nú!!?
Og rættiliga skemtiliga tók Bergur síðan til: - Um Rosmunda (tað er kona Jákup Oluf) í eymum ástarleiki onkra náttina er skumpað til viks, tí telefonin ringdi, havi eg einki hoyrt um?
Stórar broytingar
Stjórin á Havsbrún vísti á, at Havsbrún er ómetaliga nógv broytt hesi 35 árini. Fyrr vóru skipini, sum landaðu, nógv í tali, og tey fyrstu árini vóru tey flestu skipini føroysk. Síðan hava íslendsk og eitt nú skotsk skip vitjað Havsbrún nógv seinastu 20 árini.
- Og her lá væl fyri hjá Jákup Olufi, tí hann var stinnur í íslendskum og dugdi væl at ?jóa?. Eitt sindur verri var við tí enska, tá ið skotsku bátarnir ringdu
? og onkur misskiljing mundi vera, tí onkuntíð var leingi at bíða eftir summum skipum!
Bergur segði skemtiliga, at okkurt av hesum skipum helst mundi sigla framvið, tí tey komu ongantíð fram.
- Fyrr gekk samskifti við skipini fyri seg gjøgnum Tórshavnar Radio, og tað kundi taka langa tíð at fáa samband, fleiri tímar viðhvørt. Ofta visti tú ikki av skipum, fyrr enn tey komu inn um Ennið, og ofta komu fleiri í senn. Góðskan á fiskinum bleiv eisini hareftir.
Stjórin vísti á, at í dag tekur tú telefonina úr lummanum, har tú stendur, ringir út á feltið, har skiparin kann siga nágreiniliga, hvussu nógv hann hevur fingið, og hvussu nógv er í tógunum beint nú ? og eisini, nær tey verða inni.
10 ferðir størri
Bergur segði, at nótabátarnir eru nógv størri í dag, enn teir vóru fyrr ? ja, teir størstu eru upp til 10 ferðir størri enn fyri 30 árum síðan. Hóast hetta, er góðskan á fiskinum nógv betri enn tá.
Um leiklutin hjá Jákup Olufi Joensen framyvir, segði stjórin á Havsbrún:
- Eg veit, at sjálvt um hann framyvir ikki verður so nógv at síggja á kaiini, so fer hann altíð at hava ein brennandi áhuga fyri tí, sum gongur fyri seg har, segði Bergur Poulsen.
Skilagóður og nærlagdur
Atli Hansen var næstur í røðini at heilsa Jákup Olufi.
Hann segði, at Felagið Nótaskip er á leið javnaldur við Havsbrún, men visti
ikki, hvør hevur munin.
- Tá ið alt byrjaði, var hetta eitt stórt felag við lutfalsliga nógvum limum. Tí vóru nógvar landingar á Havsbrún, og nógv fólk, sum tók sær av hesum.
Atli segði, at felagið minkaði sum frá leið, og tá ið tað reisti seg aftur, var tað við nógv størri skipum og størri eindum.
Hann segði, at Jákup Oluf hevur verið ógvuliga góður at samstarva við um landingar, og hann hevur leitt hetta arbeiði skilagott og við nærlagni.
- Eg ynski tær og konuni nógv góð og rík ár framyvir, og vóni, at tit bæði fara at njóta tykkara otium, nú tit hava høvi til tess, segði Atli Hansen.
Landingin broytt
Hans Jakku Hansen segði, at hann landaði á Havsbrún í 23 ár ? í fleiri ár við kvísl, og tað var strævið.
Hann vísti á, at tann eina dagin kom Eiler Jacobsen tvær ferðir inn at landa, og sjálvur var Hans Jakku við til at landa báðar lastirnar hendan dagin.
- Eg havi arbeitt nógv undir Jákup Olufi, og eg má siga, at hann er góður at hava við at gera, segði Hans Jakku. Beint eftir, at Hans Jakku hevði heilsað ?føðingardagsbarninum?, vísti Jákup Oluf á, hvussu vælsignað tað er at hava gott fólk, eina góða leiðslu ? og ikki minst lært fólk, sum duga síni ting.
Eiler Jacobsen nýtti eisini høvi at takka Jákup Olufi fyri hesi 35 árini, hann hevur staðið so frammaliga á Havsbrún.
- Eg haldi, at hann hevur verið ein góður ?meglari? millum reiðaríini um landingartørn, og hann hevur havt eini fantastisk evni at fáa alt at bera so væl til, sum tað nú einaferð hevur gjørt. Hetta kann ikki altíð hava verið so lætt. Tú hevur dugað væl at ?hagreitt? okkum allar, bæði í tíð og ótíð.Reiðarin segði, at Jákup Oluf hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri hendan partin av virkseminum hjá Havsbrún, og hann ynskti honum og konuni, Rosmundu, nógv góð ár aftrat. Somuleiðis takkaði hann landarunum á Havsbrún fyri tíðina, hann hevur havt við virkið at gera. Eiler segði, at tað var við Ísborg, hann landaði tvær ferðir sama dag, sum Hans Jakku nevndi.
- Jú, nógv er broytt. Í dag taka trý tey størstu skipini, vit hava í dag, líka
nógv, sum allir teir 24 bátarnir tóku, sum vóru í hesi vinnu í sínari tíð.
Í puntutum kolli
Alfred Klein, sum væl og virðiliga er farin um tey áttati, hevur landað á Havsbrún í mong, mong ár. Hann segði, at hann hevði siglt í sjey ár saman við Jákup Olufi; hetta var við Gulldrangi.
Alfred hevði alt gott at bera Jákup Olufi.
Vegna landararnar, takkaði Arnfríður Jacobsen eisini fyri góða samstarvið.
Skemtiliga tók hann til, at tá ið skotsk skip landa á Havsbrún, plagar Jákup
Oluf at seta ein puntutan koll á høvdið!
- Vit vænta avgjørt at síggja Jákup Oluf aftur her niðri á kaiini, segði hann.