4. partur
Óli Jacobsen
Tað hevur alla mína tíð verið nógvur útróður í Porkeri til nú, so lítið av fiski er at fáa. Ikki minst var nógvur útróður undir krígnum, og tað var nógv fólk til arbeiðis. Tað vóru eisini so fáir menn við hvørjum skipi, at tað var ikki lætt at fáa kjans. Men at rógva út kundu allir fara.
Eg fór at rógva út, tá ið eg var 13 ár. Tað var so nógvur fiskur at fáa
Tíðin nærkaðist, at eg skuldi fara úr skúlanum, men vit gingu ikki í skúla hvønn dag, so tað vóru ikki so nógvar dagar, eg forsømdi. Pápi orðaði við Danbjørg, um tað var í lagi, at eg fór, og tað var tað eisini.
Pabba hevði verið á útróðri dagin fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir vóru fimm menn, og teir fingu 36 sentnarar, 3.600 pund, av stórum toski.
Nú var eg sætti maður, og fongurin var aftur 36 sentnarar tann dagin. Vit royndu við snøri og agnið var kúðingur. Vanliga vóru tveir á hvørja ferð, og hetta vóru rættiligir toskar, so tað rúgvaði skjótt upp. Toskarnir vigaðu ikki minni enn 10-15 pund hvør.
Pápabeiggi mín merkti hvønn fisk, sum eg fekk, so eg ikki skuldi fáa meira burtur úr, enn eg gjørdi nyttu fyri.
Men eg fekk tað sama sum hinir, og úrtøkan henda dagin var nóg mikið fyri konfirmatiónsklædningin.
Bátarnir við manningum sum eg minnist róðu út undir krígnum vóru:
Ergifoss 7 menn
Tóri 6/7 menn
Arkin 7 menn
Dalfoss 7 menn
Sjógvormurin 7 menn
Sjúrður 5 menn
Esther 7 menn
Løvan 7 menn
Hvessingur 7 menn
Myllufossur 6 menn
Skemming 7 menn
Selnes 5 menn
Brekkkubátur 7 menn
Knúkin 7 menn
Bryfort 7 menn
Otto 7 menn
Viking 7 menn
Hattarsteinur 7 menn
Lovisa (Heygsbátur ) 6 menn
Búgvin 8 menn
Her vóru ikki færri enn 20 bátar við meira enn 100 monnum, sum róðu út. Tað var ikki altíð møguligt at manna allar bátarnar. Men heldur enn at vera undirmannaðir, lótu teir bát standa eftir fyri at kunna fullmanna hinar. Tað var eisini neyðugt at vera fullmannaðir, tí ofta skuldu bátarnir bæði dragast oman á morgni og niðan um kvøldið. Hetta kravdi fulla manning.
Men tað kravdust skilamenn at rógva út, tí nógv kom ann uppá vind og streym, so tað var ikki altíð líka lætt.
Búgvin fórst
Porkeningar duga so væl at leggja uttan Stein, Sumbiarstein, soleiðis at teir reka við streyminum vestur eftir og eystur aftur. Teir koma tí ikki at missa kennið undir vanligum umstøðum.
Hetta var til mein fyri teir á Búgvanum 21. februar 1940, tí hildið varð, at streymurin var tann sami dag um dag. Men hendan dagin bleiv Búgvin burtur.
Henda dagin var so greytasvart. Skiparin Petur Jensen í Hólinum var ein sera skilagóður maður, men teir hava verið ov eystarlaga. Tað vóru fleiri bátar, sum komu illa fyri hendan dagin, tí tað ikki rak soleiðis, sum menn roknaðu við.
Absalon Absalonsen skrivar eisini um hesa hending í bókini um Jóan Petur hjá Mouritsi, sum henda dagin var á útróðri við Cheerful. Ein av manningini var Ove Leo, svágur mín.
Tað var eisini um reppið, at teir ikki fóru á land á Sumbiarhólmi. Tá ið teir vóru komnir heim vóru framvegis á midnátt fýra bátar saknaðir á fjørðinum, hinir tríggir komu tó aftur. Cheerful fór saman við Nólsoyarpáll at leita. Teir fóru eisini inn á Sumbiarfjørð at hyggja, um nakað var at síggja. Tá funnu teir afturdekkið av Búgvanum. Hetta vóru ring boð at koma at landi við.
Teir hoyrdu róp í Sumba klokkan fimm um dagin, og hildið var, at hann var farin tá. Seinni um kvøldið rak ein taska hjá einum av manningini á land.
Sumbingar gingu so vakt fram við strondini í fleiri dagar, dag og nátt. Náttina millum 26. og 27. februar sóu teir, at eitt lík fleyt fyri Sunnbiarmøl. Tað var formaðurin á bátinum, Petur Jensen. Hann hevði urið í vestalummanun, og tað var steðgað kl. 8.
Eg minnist væl, tá ið teir komu her við líkinum. Hetta var 28. februar. Petur var í eini skjúrtu og hosum. Mamma hansara fortaldi, at hann hevði biðið um at fáa nýggjar hosur sama morgun, tí man visti ikki, hvar ein kundi koma aftur at landi!
Teir funnu eisini ein yvirpart av einum manni. Teir roknaðu við, at tað var Dánjal Müller í Bøkkum.
Tað vóru fleiri likamslutir, sum komu uppá land, so tað var ikki hugnaligt at ganga fram við strondini.
Jarðarferðin var 29. februar. Ein slík mongd av fólki hevur sjáldan verið til nakra jarðarferð fyrr, øll bygdin syrgdi og øll oyggin luttók í sorgini.
Hóast tað var langur vegur millum Sumba og Porkeri tá í tíðini, so vóru fólk í stórum tali komin haðani til Porkeris henda dagin, eins og fólk úr øðrum bygdum í oynni.
Danbjørg bar vegna tey avvarðandi í bløðunum hjartans tøkk til øll, sum høvdu víst samkenslu í hesum tungu døgum.
Ein serlig tøkk varð send sumbingum, serliga teimum, sum tóku líkið úr sjónum, bóru tað í kirkjuna í Sumba og fylgdu við líka til Porkeris. Teir bóru líkið fyrst í heimið og dagin eftir til kirkjuna í Porkeri og síðan í kirkjugarðin.
Prestur til jarðarferðina var Thulesen, pápi Svend Thulesen, sum seinni gjørdist stjóri hjá J.F. Kjølbro.
Postbáturin Sigmundur førdi líkið úr Lopra til Porkeris, og vildi ongan pening taka fyri tað.
Teir sum doyðu við Búgvanum vóru
Petur A Jensen, 44 ár, ógiftur
Michael Mortensen, 31 ár,
giftur, 1 barn
Peter E Djurhuus, 21 ár, ógiftur
Michael Djurhuus, 19 ár, ógiftur
Johan E M Müller, 26 ár,
giftur, 1 barn
Daniel Jacob Müller, 32 ár, ógiftur
Poul O. M. Müller, 25 ár, ógiftur
Kærleiv Petersen, 15 ár
Her er aftur eitt dømi um, hvussu hart summi húski kundu verða rakt. Petur Jensen var mammubeiggi at øllum uttan Kærleivi. Hinir seks vóru sostatt systkinabørn. Mikkalina var mamma at Peturi og tískil omma at hesum seks monnunum. Hetta var ikki teir einastu, hon misti, sum komið verður aftur til. Hon eigur ræðandi nógv nøvn á minnisvarðanum yvir sjólátnar.
Her var eisini eitt dømi um, hvussu menn av tilvild kundu sleppa undan lagnuni. Johan Müller hevði verið sjúkur í fleiri dagar. Veðrið hevði verið gott. Sámal, beiggi hansara, hevði so passað motorin. Hendan morgunin nú kemur Johan oman á støðna. Teir fóru umborð við einum lítlum báti, tí Búgvin var ov stórur at kunna leggja at. Tá biðja teir Johan koma við. Sámal sigur, “at so fari eg til hús aftur”. Hann var ikki so sterkur fyri útróðri, í hvussu er ikki tá ið tað var dag um dag. Hetta bjargaði honum.
Danbjørg: Nøkur orð til áminnis um teir ið sjólótust við m.b. Búgvin 21. februar 1940
Danbjørg var ein ógvuliga skrivandi maður, og tað kann vera hóskandi at endurgeva grein, sum hann skrivaði í Føroya Socialdemokrat 5. Mars 1940.
Sjáldan hevur havið verið so gávumilt móti suðuroyingum sum seinasta ár og teir tveir mánaðirnar, ið farnir eru av hesum ári.
Porkeningar hav havt ein góðan vetur og vunnið nógv, og alt tóktist at laga seg til tað allarbesta, men so kom hin óbodni gesturin.
Deyðin vitjaði bygd okkara
Deyðin hevur vitjað tey somu húsini fyrr. Týsdagin hin 20. februar varð ein ung kona, 33 ára gomul, útborin av Miðjørð í Porkeri, og dagin eftir fór Michael Mortensen, 31 ár, úr sama húsi.
Kona hansara, sum dagin fyri fylgdi systrini til gravar, sat nú einkja. Einasti bróðir hennara druknaði 1935 í Víkarsundi, og mamman situr einkja, hevur mist tveir menn.
Í Hólinum er ikki mætari. Hin gamla einkjan, Mikkeline Jensen, 83 ár, misti nú sín seinasta son, 44 ára gamlan, og 6 ommusynir í bestu árum.
Í 1904, tá ið maður hennara gekk burtur við Heygabátinum við 2 vaksnum synum, var Petur einasti sonur, hon átti eftir. Hann var tá 9 ára gamal, men stutt eftir giftist ein dóttir, og tá kom ein maður í húsið. Í 1910 druknaði tann maðurin við Norðstjørnuni, og Petur var aftur einsamallur, undantikið tveir smáir synir, sum systir hansara hevði fingið. Tann fyrrnevndi Michael Mortensen, sum nú doyði var annar teirra, og hin doyði seinasta summar. Seinri giftist ein onnur systir inn aftur. Hon fekk eisini tveir dreingir, Peter Emil og Michael Djurhuus, sum báðir druknaðu nú við Peturi og tríggjar aðrar systursynir hansara, brøðurnir Daniel Jacob, Johan og Poul Müller, sum eisini vóru faðirleysir.
Bert tann 17 ár gamli Kærleiv Petersen av manningini var úr eini aðrari familju, men hann var úr næsta grannahúsinum.
Allir uttan Petur eru fyrrverandi skúladreingir mínir, so eg kundi havt nógv at sagt um teir, men tað rúmast ikki í eini lítlari blaðgrein. Eg vil bara siga, at eg havi alt gott at minnast á teir bæði sum børn og vaksnir, og tað sama siga øll, sum kendu teir.
Petur Jensen var javnaldri og spælibróður mín. Sum vaksnir høvdu vit mong viðurskifti saman, millum annað sótu vit 4 ár í sóknarstýrinum saman, og aldri kann eg minnast, at eitt øvugt orð er fallið okkara millum. Petur var ein friðarligur maður og av allarraskastu monnum. Hann var trúfastur í starvi sínum, og sæst tað týðiliga í tí, at hann í 14 ár var bestimaður við tí sama skipinum, Agnes Louise, við tí sama skiparanum, Lars Larsen, her í bygdini, og báðir skuldu aftur í ár verða saman við Agnes Louise. Men nú gekk tað annarleiðis enn ætlanin var.
Petur arbeiddi fyri gomlu móður sína. Hann var ein góður sonur, bróður og fosturpápi, sum hugsaði meira um onnur enn um seg sjálvan. Slíkir menn verða bara sjáldan bornir í heim. Hann fall í starvi sínum saman við teim vinum, sum hann sjálvur hevur fostrað og vant til rættar menn.
Kann nakar vakrari deyði finnast?
Friður veri yvir minni teirra.
Arbeiddi fyri tokulúður
Danbjørg hevði í samband við hesa vanlukku eina stóra grein í Sosialinum, har hann talaði fyri at fáa tokulúður á Akrabyrgi, sum kundi ávara útróðrarmenn í mjørka sum var henda dagin.
Hesin tokulúður kom ikki tá. Men eftir at Hilmar Bech varð valdur á ting í 1970 eftir Danbjørg kom tokulúður, sum tá var eitt framstig fyri útróðrarmenn.
----
Sorgarljóð
Í sambandi við hesa vanlukku vóru fleiri yrkingar um henda tilburð.
Carl Thormann Sørensen hevði hesa yrking í Dimmalætting:
So myrk hekk tokan yvir hav og landi,
tó løgdu allir bátar út frá sandi,
tí sunnan Stein ei mundi fiskur tróta,
ei var at lata bát sín heima flóta.
Á fiskimiði allir bátar lógu,
við gleðibrosi menn við snøri stóðu,
og tá á degi komin var ein endi,
við fullum bátum aftur heim teir vendu.
Har heima fólk til strandar oman gingu,
tá ljós frá bátum eygað á tey fingu,
tey gleddust, tá tey bátar aftur sóu,
og fyri teimum øll á brúnni stóðu.
Men fyri mong tað ei bleiv nøkur lukka,
við gráturødd tey millum hini sukka,
tí full við bátar var tann heila brúgvin,
har saknaðist ein bátur, tað var Búgvin.
Á brúnni hoyrist einki uttan grátur,
tey hugdu øll, men ei sást nakar bátur,
har grótu mammur, systrar, brøður, konur,
og gamla móðir segði: Kom mín sonur!
Tað var við bátum leitað væl og leingi,
men vinir lógu longu tá í tangi,
tað boðar frá, ið upp á land var rikið,
at deyðin hevði teir í favn sín tikið.
Tey sorgarboð um landið ljóða víða,
at burtur er tann skútan lítla fríða,
við átta monnum hon mót landi rendi,
og deyðin harði hann var teirra endi.
Um teirra neyð og róp, vit einki vita,
bert sorgarbundin eftir heima sita,
við gráturødd og niðurboygdum høvdi,
um teir í vátu grøv seg niður løgdu.
Ja, havið vonda hevur okkum sárað,
tað okkum fyrr so mangan fekk at tára,
tey sorgarsár seg festu djúpt í minni,
men sárið stóra varð á hesum sinni.
Teir kæru vinir, ið frá okkum fóru,
í himnaborg Guds einglar tykkum bóru,
har inni grát tit aldri hoyra ljóða,
men gleðisong um himnakongin góða.
Við táravátum eygum, vit nú siga:
Hoyr, Harri kær, okkum, ið teg biðja,
tú lær í hesi sorg at skilja,
at tað hon hendi, var við tínum vilja.
-----
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá vanlukkunu við Heygsbátinum og frá snurriváðbátinum Ósa.