Støðutalvan, eftir at fýra umfør eru farin afturum, boðar frá, at kappingin kann fara at gerast javnari í ár, enn hon so ofta áður hevur verið. Í hvussu so er tykist tað ikki sum at nakað upplagt evni til niðasta plássið av álvara hevur givið seg til kennar higartil. Undanfarin ár hevur tað ofta verið soleiðis, at aftasta plássið so at siga hevur verið bílagt beinanvegin!
Undantakið frá øllum hinum liðunum hevur higartil verið B36. Gongdin hjá teimum er meinlík henni hjá besta liðnum. Teir í árstalsfelagnum hava kveistrað alla mótstøðu til síðis. B36 hevur eitt gott lið. Góða gongdin hjá besta liðnum ger, at teir á 3. deildarliðnum títt og ofta fáa onkrar av eykamonnunum hjá 1. deildarliðnum at hjálpa sær, og tað styrkir øgiliga væl um.
Vit hava í farnu vikunum staðfest, at Skáli so at siga hevur verið í dvala. Teir hava verið aftastir, og VB var undan vikuskiftinum næstaftast. Botnliðini hittust á Vágs eiði, og Skáli vann síni fyrstu stig. Vit skilja á lagnum, at tað verður roknað við, at stigaposin á Skála fer at tyngjast uppaftur meiri tær næstu vikurnar.
Til dystirnar í teimum fyrstu umførunum vóru teir á Skála hálvavegna noyddir at biðja fólk, tí tað møttu so fáir upp at venja. Nú er betri vorðið, og tey fyrru kvøldini í hesi vikuni vóru teir upp ímóti tjúgu til venjing. Onkrir, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg aftur, og onkrir, sum eru skipsmenn, eru komnir heim og steðga kanska einar tveir mánaðir. Alt hetta hevur við sær, at tað eisini verður hugaligari at venja hjá teimum, sum higartil hava saknað nógv fólk.
FS Vágar og AB spældu ikki í Vágum. Orsaka av syndarligu bilvanlukkuni sunnumorgunin varð allur fótbóltur avlýstur, sum skuldi vera í Vágum síðsta sunnudag. Vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at FS Vágar og AB komandi sunnudag skulu spæla útsetta dystin frá fjórða umfarinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at sunndagin tekur AB ímóti VB, og FS Vágar skal suður á Tvøroyri, og so hittast FS Vágar og AB tveir dagar seinni. Tá hava øll hini liðini í deildini frídag.
B68?B71
Toftamenn eru so smátt farnir at ota seg fram móti tí plássinum, sum tað undan kappingarbyrjan var sannlíkt, at teir fóru at vera í nánd av. Á B71 liðnum var Ib Mohr Olsen veteranurin, sum hevði nógvar ungar menn rundanum seg. Einki at ivast í, at fleiri teirra komandi árini fara at spæla í 1. deild.
Hjá B68 vóru einstakir ungir menn, t.d. Kristian Poulsen, sum hevur verið skaddur, men sum nú tykist vera komin fyri seg aftur. Men hjá B68 vóru eisini fleiri veteranar. Ein teirra var Jóannes Jakobsen, sum fyrstu 78 minuttirnar var á miðvøllinum og skoraði tvey mál. Ein annar var Aksel Højgaard, sum varð skiftur inn í 71. minutti, og sum skoraði bæði í 80. og 85. minutti. Og ein triðji superveteranur a B68 liðnum var Ingolf Petersen. Hann hevur ikki verið so nógv at hoyrt til í fleiri ár. Men nú er hann aftur á klettunum, og sunnudagin spældi hann teir síðstu tólv minuttirnar.
B36?TB
Talan var um ein rættuliga spennandi dyst. Gestirnir fylgdu leingi væl við. TB kom tvær ferðir á odda, men teir í B36 vóru drúgvari. Tvær ferðir megnaðu teir at koma afturíaftur, og tá tað restaði eitt korter, skoraði liðformaðurin, Regin Arge, sigursmálið.
Merkisvert var annars, at málverjin á besta hondbóltsliðnum hjá Neistanum, Petur Magnusson, hesa ferð vardi málið hjá B36 í 3. deild. Tað var eisini merkisvert, at Allan Manai í 2. hálvleiki varð skiftur inn á B36 liðið. Fyri tveimum árum síðani var hann fleiri ferðir á besta liðnum hjá B36. Í fjør helt hann frí frá fótbólti, og fyrsta partin av hesum kappingarárinum hevur hann spælt í 4. deild. Men nú kom hann altso inn á 3. deildarliðið, og so er spurningurin, um vongverjin ella miðvallarin ætlar at gera meiri við venjingina.
ÍF?KÍ
Klaksvíkingar høvdu Allan Joensen í álopinum. Sera evnaríki maðurin, sum miðskeiðis í níti árinum spældi fleiri ferðir á landsliðnum, hevur ikki fingið spælt fótbólt í næstan tvey ár. Og sjálvt um hann hesa ferð hjálpti illa mannaðu liðfeløgunum við so at siga at standa frammarlaga á vøllinum, so røkist einki fyri, at Allan Joensen fær førleikan av álvara at fara aftur at venja.
ÍF hevði fleiri ungar og evnaríkar menn á liðnum, men hóast teir høvdu yvirvág alla tíðina, so kom hol ikki á fyrrenn eftir steðgin.
Ein nýggjur Lakjumaður skoraði tvey tey fyrstu málini. 16 ára gamli vinstrabeinti miðvallarin, Leivur á Lakjuni, sett hol á við fínum fríspark, og hann økti til 2?0, tá hann var fyrstur á, eftir at málverjin hevði hálvbjargað.
Ein annar av ungu og evnaríku monnunum, 16 ára gamli Hanus Eliasen, sum var innskiftur seint í 1. hálvleiki, økti til 3?0 eftir gott skift í høgru. Klaksvíkingar settu nógvar rangstøðufellur, sum riggaðu væl. Men tá tað restaðu tíggju minuttir kiksaði ein, og tað gjørdi vongverjin, Sigfríður Abrahamsen, sær dælt av.
Bogi Isaksen lobbaði upp um málverjan, tá hann pyntaði um fyri KÍ. Innleggið var komið úr vinstru.
VB?Skáli
Endiliga eydnaðist tað hjá Skála.
Superveteranurin, Egil Steintórsson, setti hol á fyri heimaliðið eftir innlegg og verjudrál, men tað varð skjott greitt, at tað fór at bera á hitt borðið. Skáli hevði mest spælið og flestar møguleikar.
Pauli Hansen góður tilrættisleggjari á miðvøllinum, og hann stútaði til 1-1 eftir horna. Uppskriftin var tann sama, álopsmaðurin, Ólavur Klein Olsen, levði gestirnar framum.
Miðvallarin, Marius Joensen, var blankur, tá hann økti til 3-1, og málskjúttin spældi høgra vongverja, Arnhold Berg leysan, so hesin kundi økja til 4-1.
Álopsmaðurin, Jón Rasmussen, hevði misnýtt brotsspark, tá støðan var 2-1, men hann sveik ikki, tá Pauli Hansen lyfti upp um VB verjuna. Síðsta skálamálið skoraði Ólavur Klein Olsen eftir innlegg úr høgru frá Arnhold Berg.
Gestirnir vóru allir grammir eftir at skjóta enn fleiri mál, og so stóð Egil Steintórsson leysur í hinum endanum, so hann kundi pynta um úrslitið fyri vertirrnar.
Úrslit
4. umfar
FS Vágar?AB útsettur
B68?B71 7?3 (1?0)
1?0: Jákup Djurhuus 10.
2?0: Kristian Poulsen 48.
2?1: Kristoffur Vidtfeldt 51.
3?1: Jóannes Jakobsen br 54.
4?1: Bogi Petersen 58.
4?2: Mourits Mohr Viderø 74.
5?2: Jóannes Jakobsen 76.
6?2: Aksel Højgaard 80.
7?2: Aksel Højgaard 85.
7?3: Rúni Joensen 89.
B36?TB 3?2 (1?1)
0?1: Kaj Roest 34.
1?1: Bjarki Sørensen 40.
1?2: Jan Albinus 60.
2?2: Petur Martin Johansen 63.
3?2: Regin Arge
ÍF?KÍ 4?1 (0?0)
1?0: Leivur á Lakjuni 54.
2?0: Leivur á Lakjuni 62.
3?0: Hanus Eliasen 70.
4?0: Sigfríður Abrahamsen 80.
4?1: Bogi Isaksen 86.
VB?Skáli 2-6 (1-2)
1-0: Egil Steintórsson
1-1: Pauli Hansen
1-2: Ólavur Klein Olsen
1-3: Marius Joensen
1-4: Arnhold Berg
1-5: Jón Rasmussen
1-6: Ólavur Klein Olsen
2-6: Egil Steintórsson
5. umfar
fríggjadagin ? dýra biðjudag
TB?FS Vágar
KÍ?B68
B71?B36
Skáli?ÍF
AB?VB
sunnudagin
FS Vágar?AB (útsettur frá 4. umfari)
Máltindurin
Signar JohannesenAB5
Dánial Petur JohansenB364
Aksel JohannesenKÍ4
Egil SteintórssonVB4
Regin ArgeB363
Vinjard GuttesenB363
Jóannes JakobsenB683
Kristoffur VidtfeldtB713
Jákup BaldvonssonÍF3
Just JohannesenTB3
Bárður JohannesenAB2
Fróði StenbergAB2
Svend PoulsenAB2
Tumas Eli HansenB362
Aksel HøjgaardB682
Arnfinn OlsenB682
Bogi PetersenB682
Kristian PoulsenB682
Magnus SimonsenFS Vágar2
Petur NiclasenFS Vágar2
Leivur á LakjuniÍF2
Bogi IsaksenKÍ2
Bogi GregersenSkála2
Ólavur Klein OlsenSkála2
Eyðun SvalbardTB2
Kaj RoestTB2
Niels Gunnar PetersenTB2
Hans A. NiclasenVB2
Kári í LágabøVB2










