Frits Johannesen
Beint niðan fyri kirkjuna í Oyndarfirði er Krabbhylur. Hetta var spælipláss hjá smádreingjum í mong ára tíggjur. Um sumrarnar var gylt av børnum, sum vóru í summarfrí í hesi bygd. Hugtakið at sigla við lunnum fór fram í hesum hyli, sum frá natúrunar hond var gjørdur til dreingirnar. Her fóru mangar løtur av stað í spæli, sum avmyndaði lívið hjá tí vaksna liðnum. Páparnir vóru allir burtur um sumrarnar. Skjótt var ímyndin av Íslandi og Grønlandi fest sum ein hugamynd í hylin. Lunnarnir vóru al oftast rekaviður, sum var komin við vindi, aldu og streymi av fjarum leiðum og var endaður í onkrum neysti í Støðni. Teir høvdu fingið ein drúgvan dóp, og í dópsgávu fingu teir frá dreingjunum tað skotsmál, at hetta var eitt framúr gott leika, sum Várharra hevði tilevnað á víðum havi og í Djúpunum. Lunnarnir fingu ymisk nøvn alt eftir hvørjum skipi, fedrarnir sigldu við. Tað var lív í Krabbhyli á hásumri, men um jóltíðir var steindeytt í hesum alheims hyli, men altíð varð steðgað á, tá ið gingið varð fram við hesum dammi um vetrarnar. Tá runnu tankarnir aftur til summarið og dreymin um eitt gott komandi summar saman við lunnunum, sum lógu og svóvu sín vetrarsvøvn í teimum myrku neystunum niðri í Støðni.
Sat tú í kirkjuni um jólahøgtíðina, hoyrdist alduskvatlið úr krabbhyli, og var tað brimgangur, so komu aldubrotini upp í sálmasang og lestur. Hetta fekk teg at hugsa um summarleikin í hesum brimbarda hyli. Tá ið sitið varð soleiðis, vandraðu tankarnir víða. Ljósini í stakunum blaktraðu undir kirkjuhválvinum, í altartalvuni og á andlitinum á yngri sum á eldri, men andlitsbrøgdini á teimum eldru fekk teg at droyma um farna lívið hjá hesum fólkum í hesi bygd. Menninir sótu sum høgdir úr teimum stóru klettunum, sum vóru komnir rullandi oman av Knúki. Kvinnurnar sótu við síðuna av hesum bulmiklu monnum og goymdi at tí strevi, sum hesir menn høvdu riðið av sær upp ígjøgnum árini. Teir fóru undir sítt lívsverk í Krabhyli.. Her gjørdu teir sín sáttmála við havgudin Poseidon, og hildu teir orð til likamið viknaði so mikið, at tað helt ikki til teir langu túrarnar undir Íslandi ella Grønlandi, men at liggja fyri berggyltum eitt summarkvøld við Høgna boða ella damla fram við landi á dyrgingarferð inn í Fjørð, var tváttur fyri sál og likam. Tá ressaðist aftur veiðihugurin hjá teimum eldru monnunum, sum vóru eitt við havið. Sálin var í havinum og havið var í teimum. Tá spældu viknaðar spengur og vøddar á stokkinum í tí váta vatninum og eitt bros fór um ennið, sum gjørdu løtuna til eitt tignaðarligt endurskin frá farnum døgum.
Tær gomlu genturnar sótu við einari innisælari sál undir turrikløðunum og hildu saman hendur - lítillætnar í hesi heilagu løtu. Øll fólk í kirkjuni vildu vera í kyrru, hóast at inn- og útsúðurin í Krabbhyli kundu leiða tankarnar aðra leið. Tær gomlu genturnar søgdu ikki nógv um tað guddómliga, men hví skuldu tær tað? Tær høvdu lurtað eftir Brockmann og Carl Moe ár um ár. Tað var lykilin til ríki Guds. Tær bóðu sínar bønir, sum vóru í ætt við katólska liturgi. Kirkjan var frístaður teirra, tí her vóru øll eins. Várharra gjørdi ikki mun ímillum høgan ella lágan. Hann var við dreingjunum, tá ið teir silgdu við lunnum í Krabbhyli, hann var við monnunum, sum baldust á havinum, og hann var við hvørjum mansbarni, sum sat undir bitunum í Oyndarfjarðar kirkju jólakvøld.
Fía við Stein sat á triðaftasta beinki konufólkamegin. Hon var sum ein stólpi høgd úr einum ævintýrakendum heimi. Sat kvirr undir sínum brúna sjali, sum fjaldi allari hennara synd. Sat við foldaðum hondum, sum vóru so ljóst hvítar av innilívi, men tær livnaðu í tí leiftrandi ljósinum í kirkjuni sum í málningunum hjá Rembrandt ella Eckersberg. Hevði annar teirrra verið oyndfirðingur, høvdu teir havt gjørt Fíu ódeyðiliga. Hon hevði verið teirra livandi vágur í myndagerðini.
Fía dugdi jólasálmarnar uttanat og blundaði við hvørt, hugdi við hvørt, men sat bara í einum andaligum sissheimi, sum í hennari vitsku og vilja leiddi til sálini, sum var undir tí ljóst brúna sjalinum, sum var eitt litfagurt íkast til teir myrku, døkku skuggarnar, sum vóru undir sperrunum, undir hválvinum og uppi undir tróðrinum, fóru upp á loftið og goymdu seg undir væðingini, har teir gomlu dreingirnir sótu. Okkergula sjalið, ljósið og tað svarta, var ein góður palettur, sum Rembrandt og Eckersberg ikki vóru ókunningir við, tí hevði Fía við Stein verið ein góð ond í teirra myndagerð og givið teimum íblástur til eina heimsmynd, sum bar heitið: Jólakvøld í Oyndfjarðar kirkju.
Skúla Jacob las lesturin til jólakvøld. Brillurnar sótu frammi á nøsini, og høkan flyrraði í hesum ljóspæli. Hann livdi seg inn í boðskapin, og til endans var Skúla Jákup ein standmynd, sum í mótljósi á kórsgáttini var rættvísgjørdur undir lestrinum av aldargamla boðsskapinum um barnið og tess anda og tign. Fía fylgdi væl við. Hon búði við Mataránna í einum ævintýrahúsum, sum enn munnu vera rist í minni hjá mongum, sum hava skoðað hesi hús. Fía var eitt við húsini við Stein. Hennara svarti búni, ljósabrúna sjall og hennara gráa hár vóru vóru í palettinum hjá Rembrandt ella Eckersberg. Ljósið í durinum á hesum húsi goymdi at einum ævintýri, sum fór fram jólanátt, tá ið Guð steig til jarðar í mannalíki og gjørdi menniskjum líkur í kjøti og blóði.
Fía sat nú á triðaftasta beinki konufólkamegin uppi í tróðrinum í durinum í barndómsheiminum. Hon hevði flutt seg. Skúla Jákup hevði eisini tikið seg upp frá og stóð nú og las lestur í durakovanum. Hann var so guddómsligur við einari gloriu um høvdið. Øll bygdin flyktist uppi undir takskegginum við Stein í tí innskaraða durinum. Her var ein guddómligur jólahýrur. Vættrarnar gingu uppi á tekjuni í tí okkergula vetrargrasinum bóltaðu rút, stóðu á høvdinum og spældu krógva og blunda í tí svøvntunga deyðagrasinum, men tá ið Skúla Jákup fór at lesa lesturin til jólakvøld, løgdu vættrarnar seg út á takskeggið uppi við innvikaða durin fyri at hoyra hvat Jákup hevði at siga hesum kátu smáfólkum, sum jólakvøld vóru serliga lívlig.
Summar vættrar vóru so forvitnar, at tær lupu niður á lestrarfjølina, sum var eitt rekatræ úr Guttaneystinum. Ikki var hetta sprek fremmant. Hetta var ein so sera góður lunnur, sum mangan brattan hevði farið í Krabbhyli. Hann hevði eisini tikið til sín allar tær silvitnisløturunar, har kirkjuskjøldur hevði blankað sær í hesum dreingjavatni dag um dag, viku eftir viku og ár um ár. Rekatræið var komið langvegis frá í froðandi brotum sendandi inn eftir Djúpunum millum Kall og Nasa og hevði lagt seg til hvíldar í eini afturundirgerð norðuri í Reyðurð og tikin heim í Guttaneystið av onkrum gløggum rekamanni. Her var hann reivaður og var eitt gott leika hjá óvitunum í bygdini, men eisini hjá teimum dreingjum, sum um sumrarnar leitaðu sær til Oyndarfjarðar at ríða summarið av sær í einum ævintýri, sum rakk úr Vatnsdali oman í Støðna.
Lestrarfjølin var kanska komin úr Sibiria, hevði siglt fram við Novaja Semlja og farin um Hvítahavið, fram við skergarðinum í Noregi og var endað sum sker í sjónum í Djúpunum og hevði nú í ár so mong ligið til terra í Guttaneystinum og var vorðið eitt gott lunnaskip at floyta við í Krabbhyli.
Skúla Jákup las: Johs. Evang. 1, 1 14. I begyndelsen var ordet, og ordet var hos Gud, og ordet var Gud. Dette var i begyndelsen hos Gud. Alle ting var blevet til ved det.. Tú hoyrdi vættrarnar teska sína millum, at sjálvandi var lestrarlunnafjølin eisini vorðin til við einum orði. Garðshornsvætturin, sum var so belest, meinti, at lunnurin var farin oman eftir Jenisej sum eitt stórt træ, men varð sindrað sundur av tí stríða streyminum í ánni og tað, sum áin ikki kláraði, tað kláraði havið við sínum ævigu brotasjógvum at piða av bulinum restina av tí, ið Várharra hevði skapt við einum orði á einari víðari fløtu í Sibir.
Gulligi rekaviðurin lýsti hetta jólakvøld uppi undir tróðrinum í durinum hjá Fíu við Stein....... Skúla Jákup setti høkuna fram ímóti lestrarfjølini úr Sibir og las: Når vi nu igen bliver indbudt til at holde julefest, gælder det jo om at få en virkelig velsigneslse ud deraf, så det ikke blot bliver en fest for kødet.... Fía og alt bygdarfólki sótu undir orðinum og lurtaðu við andakt eftir, hvat Skúla Jákup hevði at siga bygdarfólkinum. Lesturin bar heitið: Har du modtaget Guds julegave? Vættrarnar søgdu allar við ein munn: - Ja, sjálvandi hava vit tað. Vit eru manngóðar. Vit gera bara góðar gerðir... ja, vit gera bara góðar gerðir. Fía við Stein sat í sínum heilaga heimi og smánikkaði. Ella var hon sovnað? Nei, eingin kann sova jólakvøld í Oyndarfjarðar kirkju undir takskegginum við Stein. Tað ber ikki til. Knappliga leyp ein vættur niður á pannuna og sat nú á herðunum á Fíu og lýddi henni okkurt í oyrað. Hon lat eyguni renna eftir hesum fitta, forniska skapningi. Tað sást tíðiliga, at tey kendust. Eingin ivi var um, at hetta var Steinavætturin, sum var so góður við Fíu, og hon við hann, at her var skinni ikki undan aðrari lon enn við Stein. Fía brosaði og vætturin brosaði. Øll í kirkjuni í durinum við Stein vendu sær á og brosaðu.. Øll sóu vætturin og hvussu Fía lýsti í sínum okkergula sjali, sum nú varð drivið í livandi ljósi undan penslinum hjá Rembrandt ella Eckersberg. Skúla Jákup hoyrdi væl hetta suðið, sum nú fór um alt skotið við Stein jólakvøld 1951. Hann kendi til lótirnar í bygdini, um vættralív, gamlamannalív, mandómslív, ungdómskæti, barnagaman og barnafjas.
Jákup lyfti høvdið upp og menti sína rødd í einum drynjandi lagi, legði áherðslu á orðini og á stavilsini, sum settu seg í ta ljósu høkuna, sum var eins ljós sum rekatræið. Brillurnar gjørdust so livandi at onkur vættur var bangin fyri, at tær fóru at detta av nøsini,. Gjørdu tær tað og brustu í gólvið og fóri í sor, so vóru jólini oyðiløgd. Eingin kundi lata jólakvøld í ein so heilagan dám við sínum ikoniska atburði, lata upp fyri ein dýrd úr lestrarbókini hjá Carl Moe , sum Skúla Jákup. Hann var í ljósinum í Oyndarfjarðar kirkju undir skotinum hjá Fíu við Stein.... Ordet blev kød, det vil sige, da Jesus, som fra evighed af var hos Gud og selv var Gud, og ved alle ting er skabt, forlod denne herlighed og steg til det fornedrede liv på en jord, hvis fyrste er djævelen... Skúlavætturin leyp niður á lestrarfjølina at sita til reiðar at lofta brillunum hjá Skúla Jákup, um tað skuldi borið á, at brillurnar fóru eina flogferð í tí tóma rúminum jólakvøld, so skuldi hann lofta teimum. Skúla Jákup vildi hava at øll, sum sótu undir Guds orði í kvøld, skuldu taka við orðinum, tí menti hann seg upp, nú tað líkasum fór sum eitt vættrasjóð um næstan øll húsini við Stein. Vætturin nærkaðist lestrarbókini. Jákup tók hondina upp frá lestrarfjølini og fór at kína vættrinum. Vætturin brosaði og tað gjørdi Jákup eisini. Hinar vættrarnar, ið hingu uppi undir takskegginum í durakovanum, brosaðu, og tær áttu eisini onkran, sum sat í dusraskotinum í Oyndarfjarðar kirkju við Stein hetta kvøldið. Tær smáflentu og peikaðu eftir sínum eigarafólkum. Har vóru vættrar undan Garðshorni, Marknagili, av Flótti, úr Skúlanum, av Grundlendi, Dunganum, úr Ansastovu, Heiðriksstovu, Móritsarstovu, Stovuni, Breytini, Stórustovu , Billustovu, av Gutta, Garðamørk, úr Víkum, Kinn, Hálvmørk, Tarti, Langagarði og undan Garði. Teimum vaksnu vístu vættrarnar seg ikki altíð fyri, men jólakvøld komu tær undan væðingunum og fóru beina leið oman og heim í Sjóvartún. Hetta var eitt av teimum fáu kvøldunum, tær samlaðust á árinum. Hetta var teirra kvøld, tí tær vóru so manngóðar, og jólaboðskapurin talaði til teirra smáu sálir, sum tær væl kundu kenna seg aftur í. Tær vístu seg fyri øllum kirkjufólkinum undir takskegginum í durinum við Stein hetta kvøldið.
Børnini brosaðu, tá ið tey sóu vættrarnar og tað vóru glómur í teimum, tá ið Skúla Jákup fór at kína sínari eygagóðu vættur á lestrarfjølini. Hetta var eitt satt ævintýr, sum ikki hevði sín líka kring tann víða heim.
Tá ið lesturin var liðugur undir durahválvinum við Stein, tók Skúla Jákup lestrarfjølina og skuldi seta hana á pláss, men tá bleiv slík trongd frammi í kór. Øll, sum inni vóru, vildu sleppa upp á hesa lunnalestrarfjøl. Flestu teirra kendu lunnin aftur, sum hevði havt nógvar góðar dagar í Krabbhyli. Skúla Jákup fekk einki gjørt. Hann stóð bara og hugdi at. Til endans varð rópt til hansara: - Kom við, Jákup, tað er eisini pláss fyri tær!- Hvar fara tit? Vit fara yvir í kirkjuna. Tað er jólakvøld. Skúla Jákup setti seg á fjølina, men Fía við Stein vildi ikki. Hon vildi ganga sjálv, sum hon altíð hevði gjørt. Hon kom í sínum jólahýri einsamøll, sum hon var von um Sjóvartún.
Í nøkrum kastingum sigldi lunnurin undan durinum, fram við húsunum hjá Ellu á Breyt, Stórustovu og smiðjuni. Lunnurin fann vegin sjálvur og allar vættrarnar hildu í hesum kosmiska spreki, so hann stýrdi beina leið til kirkjuna. Komin í forkirkjuna skóru øll útí at syngja:
Søde Jesus, Davids rod,
kæmpestærk og barnegod,
høvding stor i Englehjem,
barnefødt i Bethlehem,
du, som giver nytår bedst,
kom herind og vær vor gæst,
gør en liflig julefest!
Tann okkerguli liturin, sum spældi sær allastaðni í viðinum, kastaði sítt glaruta ljós yvir andlit og hendur á teimum , sum sótu á lunninum, nú hann kom siglandi inn eftir gólvinum. Sjálvt í lunninum var hetta ljósið. hetta var tað æviga ljósið, sum var í orðinum, sum Skúla Jákup hevði lisið um. Fía kom í sínum ljósabrúna sjali smoykin inn um og setti seg í sín stól. Hon helt hetta var í so nógv avgjørt at fara inn eftir kirkjugólvinum á einum lunni, men vættrarnar søgdu við Fíu, at vættrajól vóru bara einaferð um árið, og so skóru tær út í at syngja.
Nu ville vi os samle
i Jesus Kristi navn,
de unge med de gamle
skal løbe ham i favn.
Hann er vor julegave,
vor glæde, lyst og liv,
i ham vi og vil have
vor jule-tids-fordriv.
Knappliga vaknaði eg úr einum søtum svøvni við ommusa lið. Brá mær á og hugdi yvir har, sum Fía sat. Hon sat sum ein skínandi gloria í sínum fedranna beinki, har hon sum heilt ung hevði hildið til og nú á ellini sat einsamøll. Høgtíðin var í andlitinum og sáliggjørdi hennara andans vitsku í barninum, sum borið var jálanátt í tí játtaða landinum.
Jákup kom út á kórsgáttina og las útgangsbønina. Biðisløgini fóru um bygdina, Stórá og Krabbhyl. Eftir kirkjugongdina smeyg eg mær oman í Krabbhyl at vita, um lunnurin, sum alt kirkjufólkið hevði sitið á, lá í Krabbhyli. Nei, har var eingin lunnur. Fór í somu ferð yvir at Guttaneystinum. Jú, har lá hann í einum okkergulum ljósi, sum bara sæst jólakvøld í tí myrka neystinum, væl reivaður jólakvøld 1951.