og ikki sum vit fyrr kendu til, at tað bert var ein ítróttar grein fyri nøkur fá múgvandi fólk. Í dag spæla alskyns fólk golf, og hevur ítróttargreinin stóran áhuga ímillum fólk, sum eru komin nakað til [...] verður tikið hædd fyri tørvinum hjá úrvalsítróttini í sama umfari, er ein sjálvfylgja nú á døgum. Sjósvimjarar eru ein alsamt vaksandi fjøld, og hetta eins og annar ítróttur er gott fyri likam og sál. [...] betur karmar. Men tað eru altso eisini nógvar aðrar ítróttargreinar, sum somuleiðis hava tørv á betri kørmum. Og tað er skylda kommunurnar at býta tær skattakrónurnar, ið ætlaðar eru ítróttinum, javnt ímillum
knívin í ryggin. Og manningarfeløgini eru ikki smettin frægari. Tað er ein álvarsom vandakós at koyra grús í maskinuna hjá mótpartinum á henda hátt. Nú ber til at seta fólk upp ímóti hvør øðrum [...] eingin almenn umbering komin frá teimum enn. Tað er lítið sømiligt og vísir, at persónlig maktgirnd skuggar fyri aðalendamálinum, at virða vunnin rættindi. Vit kunnu halda fram í politikkinum [...] Og rætt hevur hann. Reiðarafelagið er eitt gott dømi um tað, at menn sum eru eina frægast fyri, fella fyri freistingini at bróta samanhaldið, sum eigur at vera – bæði millum reiðarar og millum
eygunum er Frank komin aftur til Amerika, landið, har øll eru vøkur og hava hvítar tenn. Men bókin verður ikki søgan um avísdrongin, sum gjørdist millióningur. Í fyrru helvt fylgja vit Frank inn og út úr [...] móttikið. Hvørki av familju ella hinum í býnum Limerick, har McCourt-børnini vaksa upp. Endurminningarnar eru ein blanding av fátækradømi, drykkjuskapi og deyða, sum írska familjan stríðist við. Men alt hetta [...] írsk-amerikanska samleika. Ikki fyrr enn Frank gerst lærari og seinni so smátt byrjar at skriva, byrja vit at hóma okkurt slag av sálarfriði hjá ørkymlaða unga íranum. Meðan endurminningarnar hjá Frank McCourt
Trygvi hevur verið eitt álitis- og skilafólk. Soleiðis kendu vit hann eisini. Sigast kann um Silviu, at hon er eitt lívstykki. Vit eru komin at kennast í føðingardøgum hjá hennara ættarfólki. Sylvia er [...] her hevur hon fótað sær. Hóast bert annar armur er fullførur, bindir hon framvegis sum fyrr. Hon er nú flutt av Argjaboða niðan á Berjabrekku. Trygvi og Sylvia fingu tvey børn. Jórun er gift við Árna Jakoksen [...] Lindberg, og tey eiga Andreas og Leu. Sum aðrar ommur er Sylvia púra býtt uppi í ommubørnunum, og tey eru so sanniliga eisini góð við hana. Sylviu verður ynskt hjartaligu tillukku við teimum 75 árunum, sum
fortreyt, at samráðingarnevndirnar eru suverenar og kunnu taka endaligar avgerðir ístaðinfyri at skriva undir sáttmálar við fyrivarni. Tað er ein keðilig støða, at vit hava ein triðja part, ið ikki tekur [...] endaligt. Advokaturin heldur, at vit kunnu seta eitt stórt spurnartekin við, um her er talan um realitetssamráðingar, tá almenni eftirlitsmyndugleikin ikki er við. Hetta eru so bert nakrar av viðmerkingunum [...] Í blaðnum í dag verður funnist harðliga at eitt nú leiklutinum hjá landsstýrinum í aktuella málinum. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur sigur, at tað gevur púrt onga meining at samráðast undir slíkum
jørðini, men teir eru greiðir yvir, at undanvindurin hevur ikki so lítið við tað at gera, at teir eru makkarar. ? Vit hava áður spælt saman, og tað hevur gingið væl. Steðgur er komin í, tí Todi hevur verið [...] tvey mál í 1. hálvleiki, og eg kann sjálvandi siga, at tað var ikki nóg gott verjuspæl hjá okkum. Men vit skulu minnast til, at okkara verja spældi ímóti besta álopsparinum í Danmark, segði venjarin hjá FCN [...] Rabócki, noyddist at taka á sín kappa. Hetta fekk beinanvegin danska fjølmiðlaheimin at tosa um, um tað nú fór at verða neyðugt hjá FCK at skifta málverja, áðrenn teir næstu dagarnar skulu spæla tveir týdn
Tað er ógviliga hugstoytt at síggja, hvussu lagt verður eftir arbeiðarafeløgunum, nú tey eru í verkfalli. Umstøðurnar hjá teim tímaløntu verða ikki tikin uppá tunguna, men tey verða lagd undir grádigheit [...] veruliga er við beráddum huga, at Tjóðveldið er farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum? Tí hvussu skulu vit annars skilja hetta: ?at mitt sum arbeiðarafeløgini sita í samráðingum um nýggjan sáttmála við arb [...] við tí úrslitið, at uppaftur størri munur verður millum partarnar - ?at mitt sum semingsmaðurin er komin upp í leikin, kemur landsstýrismaður Tjóðveldisins í fíggjarmálum sum ketta úr høvdatrogi, og ógildar
Júvíst eru summi fólk ómøguligari enn onnur. Tað er eisini sjón fyri søgn í Javnaðarflokkinum. Men hetta er eisini politikkur, men um hetta fer at javna seg, fáa vit at síggja. Í gjár fingu vit eitt [...] Vit hava sæð tað í Javnaðarflokkinum seinastu dagarnar. Flokkurin er komin í rættiligt ódnarveður, tí ting- og landsstýrismanningin hjá flokkinum í frustratión sendi út eina eftirlýsing [...] at fáa prísin fyri Eik upp. Tað eru áhugaverdir og vælsaktans álítandi upplýsingar sum uttanríkisráðharrin í heimastýrinum Føroyum kemur við – uttan at vit hava blandað WikiLeaks uppí.
gjørt fyri at betra um støðuna, men vit eru ikki komin á mál, og størri raðfesting av sálarligari heilsufremjan er neyðug á fleiri stigum, tí vit í størri mun mugu seta átøk í verk í Føroyum, sum fremja [...] seg vera ringast fyri sálarliga. Vit kunnu blíva við at kjakast um, hví støðan er, sum hon er, men avleiðingarnar av mistrivnaði og fleiri við sálarligum trupulleikum eru veruleiki. Ymiskt gott verður gjørt [...] partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum gevur tær kenslu av gleði og meining. Tí vilja vit í ABC vikuni eggja øllum til at hyggja at áhugaverdu ABC skránni, sum er ein skrá við ókeypis tiltøkum
Føroyar hava. Vit gera nógv skeivt í okkara fiskivinnupolitikki, sum ger, at vit sum samfelag - og vinnulív - ikki fáa nóg nógv burturúr, hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga. Eitt nú fiska vit alt ov nógv [...] 19,6 prosent av heildarkvotuni. Nú eru Føroyar eisini í tí støðu, at avgerð skal takast um, um vit skulu halda fram við samstarvinum við Russland um Barentshavið. Um vit ikki halda fram við tí samstarvinum [...] Føroyska fiskiríkidømið kundi verið umsitið nógv betur, og vit kundu møguliga verið eins rík og Noreg, um vit bara valdu ein øðrvísi politikk, enn vit gera á fleiri økjum í fiskivinnuni. Noreg hevur nevniliga