Írskir dreymar

Bókasíðan hevur latið sær fortalt, at írskir høvundar leingi hava verið millum teir best umtóktu hjá føroyskum bókasavnsbrúkarum. Vit hava forvitnast og kaga afturum permuna á nøkrum av toppskorarnum

Ingrid Bjarnastein/Anna V. Ellingsgaard


Frank McCourt, Angelas Ashes
og Tis: A Memoir
Týtt Jan Bredsdorff, Angelas Aske, 1996; Lykkens Land, 2000




Angelas Ashes er vorðin ein av størstu, altjóða bestseljarunum, síðani hon kom út miðskeiðis í 90unum. Harafturat hevur bókin eisini fingið framúr ummæli frá ummælarum kring allan knøttin.
Talan er um eina lýsing av barndóminum hjá írska høvundanum, Frank McCourt, sum varð føddur í Brooklyn í 1930. Um trongu korini, hann og systkin hansara vuksu upp undir, og um hvussu tey hvønn dag noyddust at stríðast fyri at fáa nóg mikið av mati og peningi til dagin og vegin.
Fyrstu fýra árini av lívinum búði McCourt saman við familjuni í USA, men familjan flutti síðani aftur til Írlands. Og at flyta aftur til Írlands mitt í 30unum við einum norðurírskum pápa varð ikki væl móttikið. Hvørki av familju ella hinum í býnum Limerick, har McCourt-børnini vaksa upp.
Endurminningarnar eru ein blanding av fátækradømi, drykkjuskapi og deyða, sum írska familjan stríðist við. Men alt hetta uttan at gerast ov nógv av tí góða. Frank McCourt hevur nevniliga ein heilt serligan eginleika. Og tað er at gera bókina skemtiliga. Mitt í svárastu neyð og sorg dettur ein lítil setningur inn í millum, sum ger, at ikki ber til at lata vera við at smílast. Harumframt hevur bókin nakrar framúr persónslýsingar, sum gera hann uppaftur meira livandi og nærverandi.
Tis: A Memoir byrjar har Angelas Ashes slepti, og tey, sum bíðaðu eftir framhaldinum, verða ikki vónbrotin. Við sínum vánaligu tonnum og áhaldandi bruna í eygunum er Frank komin aftur til Amerika, landið, har øll eru vøkur og hava hvítar tenn. Men bókin verður ikki søgan um avísdrongin, sum gjørdist millióningur. Í fyrru helvt fylgja vit Frank inn og út úr vertshúsum, størvum og hjúnalagnum í einum lívi, sum meir og meir minnir um ræðuliga pápan, sum pestaði bæði Frank og allari familjuni lívið. Sjálvt um Frank giftir seg inn í eitt skúladømi um tann amerikanska dreymin, verður hann verandi ein tilflytari. Ringa samvitskan um ikki at halda seg til "sítt egna slag" nívir, meðan Frank roynir at koma til sættis við sín tvíbýtta írsk-amerikanska samleika. Ikki fyrr enn Frank gerst lærari og seinni so smátt byrjar at skriva, byrja vit at hóma okkurt slag av sálarfriði hjá ørkymlaða unga íranum.
Meðan endurminningarnar hjá Frank McCourt higartil hava verið ein hugtakandi men náðileys persónlig frásøgn, byrja bøkurnar í seinnu helvt av Tis at líkjast eini skaldsligari heild. Heitið Tis (stytting av "it is") er svarið hjá Frank uppá seinasta spurningin í Angelas Ashes, har ein sjómaður spyr, um Amerika í grundini ikki er eitt frálíkt land. Seinna bókin verður sostatt ein góðtøka av lagnuni, og ein máti at seta punktum, tá bókin endar við, at øskan av mammuni Angela verður stroydd á einum kirkjugarði í Limerick. Men samstundis, sum prentaða útgávan av lívinum hjá Frank McCourt endar her, byrjar ein nýggjur partur. Við Angelas Ashes og Tis situr lesarin nú við uppfylta dreyminum hjá Frank McCourt í hondini - dreyminum um at gerast ein víðagitin rithøvundur. Ta søguna hava lesarar framvegis til góðar.