Sylvia Olsen 75 ár

Leygardagin 18. august varð Sylvia Olsen í Havn 75 ár. Hóast tað er í seinna lagi, fara vit at senda henni eina heilsan.

Sylvia er ættað úr Leirvík. Foreldur hennara vóri Henrietta og Poul Johan Magnus Kristiansen í Líð. Tey vóru níggju systkin, seks systrar og tríggir beiggjar, og var Sylvia yngst av teimum. Sylvia var ikki meira enn 2 ára gomul, tá doyr pápin av sjúku. Tá ið fólk doyðu av sjúku var eingin trygging og annars var sera avmarkað hjálp. Tí hevur hetta verið hart hjá teimum, men tað gekk!

Tá ið Sylvia var ung var vanligt hjá gentum at fáa sær húspláss, men hon fór 16 ár gomul til Havnar at læra til defektrisu á apotekinum. Seinni fingu systrarnar Tony og Hjørdis eisini arbeiði á apotekinum, og enn seinni kom mamman eisini at arbeiða har, og flutti hon tá til Havnar. Eitt skifti arbeiddu allar fýra á apotekinum í senn. Apotekarin fyrstu tíðina var Johannes Aage Juul, sum var apotekari 1934-1949. Aftaná hann var tað Dávur Magnussen. Hetta var, tá ið Apotekið var í miðbýnum.

Í Havn rann saman millum Sylviu og Trygva Olsen, sum var av Argjaboða. Tey giftast í 1956 og búsettust á Argjaboða, sum tá var langt av landið skotið. Men tey fingu sær motorsúkklu, og tað bøtti væl um møguleikan at koma aftur og fram. Tá ið Sylvia var gift, gavst hon á apotekinum eftir at hava arbeitt har í átta ár.

Trygvi arbeiddi á telefonverkinum alt sítt lív og kom at arbeiða har í ikki færri enn 53 ár. Hann kom tískil at uppliva ein stóran part av menningini av telefonini, millum annað automatiseringina. Í hesum sambandi búðu tey eitt ár í Stockholm, har Trygvi fekk setti seg inn í nýggju tøknina. Í sambandi við automatiseringina í Klaksvík búðu tey har í eitt hálvt ár. Alt hetta sigur, at Trygvi hevur verið eitt álitis- og skilafólk. Soleiðis kendu vit hann eisini.

Sigast kann um Silviu, at hon er eitt lívstykki. Vit eru komin at kennast í føðingardøgum hjá hennara ættarfólki. Sylvia er sera ættarkær, og hon kemur í hvønn føðingardag, tá ið tað liggur. Hon er so positiv, altíð í góðum lag, og hon dugur væl at greiða frá. Stutt sagt kann sigast, at tað er stuttligt at kenna Sylviu!

Eitt av hennara áhugamálum hevur verið Zarepta, har hon hevur verið trúføst í køkinum í tíggjutals ár. Sigast kann at hon saman við øllum hinum, sum hava hjálpt til á Zarepta, hevur mettað eitt ótal av munnum!

Tað var ein hvøkkur og eitt bakkast, tá ið Trygvi knapliga doyði í 2000, men Sylvia fótaði sær aftur. Fyri nøkrum fáum árum síðan fekk hon eitt strik, sum hevur skert hennara førleika. Men eisini her hevur hon fótað sær. Hóast bert annar armur er fullførur, bindir hon framvegis sum fyrr. Hon er nú flutt av Argjaboða niðan á Berjabrekku.

Trygvi og Sylvia fingu tvey børn. Jórun er gift við Árna Jakoksen, og tey eiga Pætur, Barbaru, Rakul, Rebekku og Kristinu. Pàll er giftur við Ann Lindberg, og tey eiga Andreas og Leu.

Sum aðrar ommur er Sylvia púra býtt uppi í ommubørnunum, og tey eru so sanniliga eisini góð við hana.

Sylviu verður ynskt hjartaligu tillukku við teimum 75 árunum, sum hon ber heilt væl.


ó.