Todi er orduliga í rætta lagnum

Fyri aðru ferð í fýra dagar skoraði hann sunnukvøldið sera týdningarmikið mál fyri FCK, og Zuma vónar, at samstarvið teirra millum verður drúgt hesa ferð

Tað ræður um at taka ein dag og ein dyst í senn. Tað veit eingin betri enn Todi Jónsson. Fyri tveimum árum síðani var hann skaddur, tá ið FCK spældi ímóti Lazio í Europa Cup, og spælararnir høvdu møguleika fyri at vísa altjóða fótbóltsheiminum hvør dugur var í teimum. Fyri einum ári síðani var hann saman við Zuma roknaður at vera besta álopið í Danmark. Og tað er bara eitt fjórðing ár síðani, at alt bendi á, at naggatódnin um nýggjan sáttmála við FCK og oyðimarkagongd í hálvt ár skuldi enda við sáttmálaloysi.
Í løtuni ríður Todi Jónsson rættuliga á aldukambinum. Tað gongur við tí rúkandi ferð. Hann hevur skorað í trimum Europa Cup dystum í summar, og sunnudagin var hann aftur í miðdeplinum, tí hann skoraði fyri fyrstu ferð í landskappingini í hesum kappingarárinum. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum í heimadystinum ímóti FC Nordsjælland, spurtaði hann framum tveir miðverjar, skræddi seg leysan av teimum og setti hegnisliga bóltin framvið málverjanum, sum var á veg út. Harvið hevði hann skorað sigursmálið til 2?1, og ein stóran tíma seinni varð hann valdur til dagsins spælara. Í BT var eingin ivi. Todi og Zuma fingu báðir tíggju.
? Teir fáa tvey mál í 1. hálvleiki, og eg kann sjálvandi siga, at tað var ikki nóg gott verjuspæl hjá okkum. Men vit skulu minnast til, at okkara verja spældi ímóti besta álopsparinum í Danmark, segði venjarin hjá FCN, Christian Andersen, eftir dystarlok. Zuma skoraði til 1?0, tá ið hann sneiddi seg framvið trimum spælarum og krúllaði seg heilt leysan við málverjanum, áðrenn hann setti í netið.
Tá ið FCN javnaði til 1?1, var talan um fríspark úr 25 metrum, omanfyri manngarði og dygst niðri við stólparótina. Eitt mál, sum ungverski FCK málverjin, Balázs Rabócki, noyddist at taka á sín kappa. Hetta fekk beinanvegin danska fjølmiðlaheimin at tosa um, um tað nú fór at verða neyðugt hjá FCK at skifta málverja, áðrenn teir næstu dagarnar skulu spæla tveir týdningarmiklar dystir, men tað helt Hans Backe ikki.

Frágera gott samstarv
Í Danmark er eingin endi á lýsingarorðunum, sum fjølmiðlarnir nýta um Toda og Zuma. Álopsspælararnir báðir tykjast hava bæði beinini á jørðini, men teir eru greiðir yvir, at undanvindurin hevur ikki so lítið við tað at gera, at teir eru makkarar.
? Vit hava áður spælt saman, og tað hevur gingið væl. Steðgur er komin í, tí Todi hevur verið skaddur. Soleiðis sum tað gongur hjá okkum í løtuni, so vóni eg sanniliga, at Todi ikki verður skaddur aftur, segði Zuma eftir tepra og serliga kærkomna sigurin í Parkini.
Í 73. minutti kom Peter Møller á vøllin fyri Toda, sum teir flestu av teimum stívliga seytjan túsund áskoðarunum klappaðu av vøllinum.
FCK skal leygardagin spæla landskappingardyst í Brøndby, og annan mikudag skulu teir ímóti Glasgow Rangers finna út av, um FCK fyri fyrstu ferð skal sleppa upp í part í bólkaspælinum í Europa Cup fyri meistaralið. FCK leiðslan hevur biðið um, at landskappingardysturin ímóti Brøndby varð fluttur, soleiðis at teir kundu havt verið uppaftur betri fyri ímóti Rangers, men tað hevur ikki borið til.