Oddagrein· Okkurt má gerast annars steðgar alt samfelagið upp

Verkfallið hjá maskinmeistarunum hjá SEV hóttir nú av álvara við at leggja alt landið lamið. Hóast ymsu partarnir av landinum "bara" liggja í streymloysi part av degnum, so er hetta ein heilt ónøktandi støða fyri vinnulívið og øll onnur í samfelagnum. Verandi støða átti ikki at verið íkomin eru øll samd um. Hóast tann staðfestingin ikki bøtir um støðuna nú, so átti skipanin við hesum partinum av arbeiðsmarknaðinum at verið broytt fyri langari tíð síðani. Vit áttu at havt lært av støðuni fyri tveimum árum síðani.

Í blaðnum í dag verður funnist harðliga at eitt nú leiklutinum hjá landsstýrinum í aktuella málinum. Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur sigur, at tað gevur púrt onga meining at samráðast undir slíkum fyritreytum. Bárður Nielsen skuldi verið komin uppí leikin beinanvegin. Alt annað er tekin um óveruligar samráðingar, sigur Jógvan Mørkøre um støðuna millum SEV, Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Hann leggur heldur ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal lýsa leiklutin hjá landsstýrinum í hesum máli.
- Landsstýrið sum arbeiðsgevari má heilt einfalt taka annað skinn um bak, tí hetta er at halda mótparin fyri tað turra spott. Verandi støða er eitt tekin um vantandi skipan á arbeiðsmarknaðinum. Ein fortreyt fyri einum vælvirkandi arbeiðsmarknaði er, at samráðingar fara fram undir skipaðum viðurskiftum, og at talan er um veruligar samráðingar. Tann, sum situr við samráðingarborðið, má hava fult mandat til at taka avgerðir, ella má tann, sum gevur mandatið, vera við undir samráðingunum, sigur samfelagsfrøðingurin.

Advokatur blaðið hevur tosað við heldur ikki, at verandi skipan við SEV er nøktandi. Tað er neyðugt, at tað almenna hevur eftirlit við sáttmálum hjá eini monopol-fyritøku sum SEV, tí at ein slík fyritøka nýtist ikki at vera eins varin við útreiðslunum og ein fyritøka, ið virkar undir marknaðarbúskaparligum treytum, sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann heldur, at SEV sleppur ov lætt at hækka lønirnar hjá maskinmeistarunum uttan at taka onnur fyrilit og vísir á, at samskiftið millum SEV og Fíggjarmálaráðið burdi verið betri. Undir øllum samráðingum er tað ein grundleggjandi fortreyt, at samráðingarnevndirnar eru suverenar og kunnu taka endaligar avgerðir ístaðinfyri at skriva undir sáttmálar við fyrivarni. Tað er ein keðilig støða, at vit hava ein triðja part, ið ikki tekur lut í samráðingunum, tí sjálvandi er tað betri, at tann parturin, ið hevur síðsta orðið, er við í samráðingunum, sigur Bjørn á Heygum, sum harvið mælir landsstýrinum til at taka lut í samráðingunum, so at eitt møguligt úrslit altíð var endaligt. Advokaturin heldur, at vit kunnu seta eitt stórt spurnartekin við, um her er talan um realitetssamráðingar, tá almenni eftirlitsmyndugleikin ikki er við.

Hetta eru so bert nakrar av viðmerkingunum til aktuellu støðuna í blaðnum í dag. Tað er greitt, at føroyska samfelagið kann ikki framhaldandi liva við, at partarnir bara lata standa til. Hvør enn kann ábyrgdast fyri íkomnu støðuna, so verður neyðugt at finna eina skjóta loysn. Einki samfelag heldur til eina slíka støðu. Orkuveiting er ein so vitalur partur av samfelagnum, at slíkt verkfall kann als ikki samanberast við nakað annað. Her má og skal henda nakað, og tað alt fyri eitt. Um ikki partarnir sjálvir megna at seta seg saman aftur, so eigur Semingastovnurin at koma uppí aftur. Ber tað heldur ikki til, so má landsstýrið, í fyrsta lagi fíggjarmálaráðharrin taka stig til eina loysn, í øðrum lagi má sjálvur løgmaður uppí og brúka sína støðu til at fáa glið á. Hvat partarnir og fólk enn halda um skeivleikar í skipanini og tilgongdini annars, og hvussu hesir kunnu broytast og bøtast, so stendur eitt fullkomiliga greitt, og tað er, at ein endi má fáast á hesi fyri alt samfelagið púra óhaldbaru støðu.

Sosialurin