sindur truplari at fingið fólk, síðan vit fingu at vita, at skipið gevst í føroyskum sjógvi til heystar. Og tó; nú mynstrað verður aftur í Fuglafirði (seinasta fríggjakvøld), ivast Lion ikki í, at fólk er á [...] skipari, og eg meini, at hesin fyrsti túrurin, eg var við, vardi í seks mánaðir og eina viku, sigur Lion. Hann heldur ikki, at tíðin fall so ógvuliga long á túrinum og minnist, at teir fingu hampiligt burtur [...] keyptu Palla hjá Marionnu, sum fór at fiska rækjur. Vit royndu bæði á Flemmish Kap og í Eysturgrønlandi. Lion sigur, at 1998 fóru teir við Palla hjá Marionnu í Suðuríshavið at fiska tannfisk, og á leiðini úr
uttanlands, tá eg frætti, at Óli stóð ikki mát, nú veljast skuldi formaður av nýggjum í fiskimannafelagnum. Eg má siga, at eg varð ikki sørt bilsin, tá eg hoyrdi úrslitið. Tó, eftir at hava hugsað eina løtu [...] og sum reiðari, og siga má eg sum Július á Viðareiði á sinni, at Óli hevur ikki veirð bardagamaður, tó at hann hevur ikki ivast í at sagt sínar meiningar, tá tað var neyðugt, bæði í skrivt og talu. [...] Djurhuus, tá M. A. Jacobsen var farin um sýnina. Nú eg setti meg at skriva nøkur orð um Óla Jacobsen, runnu mær hesi orð í huga og haldi eg, at hetta ørinidi hóskar so væl til Óla og tað verk, sum hann hevur
aðalfundinum við tað, at viðtøkurnar vórðu broyttar soleiðis, at nú kunnu útlendingar gerast partaeigarar á líkafóti við føroyingar. Wilhelm Petersen stjóri sigur, at henda avmarkingin - at bert føroyingar kunnu [...] løtuni við at leggja til rættis útbyggingina av Chestnut og Perth. Ætlandi verða rørleiðingar frá hesum feltum knýtt at feltum í økinum. Etrick kemur ætlandi í framleiðslu eftir at Buzzard byrjar at framleiða [...] loyvum fara at framleiða í næstum, tað fyrsta eftir ætlan longu komandi ár ella í 2006. Í útbyggingartíðarskeiðnum verða felagsins fíggjarligu skyldur munandi størri enn nú, og tí verður neyðugt at hækka kapitalin
triðja borði. Stuttligt at veteranarnir, Rani, Steintór og Petur Hans Poulsen, eru saman um tað eina liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild. Teir fara í ár helst at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting [...] Talv Oddadysturin í Vestmanna endaði 2-2. Eitt skiftið varð líkt til, at vestmenningar fóru at enda omaná, men veteranurin og føroyameistarin frá 1983, Andrias Ziska, vann eitt gott talv á 4. borði ímóti [...] (avbýtisvarianturin í fronskum), at hann var nøgdur við javnleik við hvíta fólkinum ímóti John Rødgaard. Okkara einasti altjóða meistari kýtti seg hann var mentur fyri at fáa okkurt lívligt burturúr jøvnu
yvirlit yvir allar stormdagar síðan 1872. Eftir øllum at døma vóru fleiri stormar fyrr, men tað komst av, at mátitólni ikki vóru so neyv tá. Váttað verður, at jólaódnin í 1988, tá viðarlundin í Havn lá skerfløt [...] tann ringasta í 20. øld. Petur Skeel Jacobsen heldur, at tað er áhugavert at fylgja veðrinum so langt aftur í tíðina, tí eingin, sum livdi tá, er eftir at siga frá. ? Broytingarnar eru ikki stórar, men nakrar [...] Skeel, sum beinanvegin játtaði at vera við. Hetta er stórarbeiði. Fyrst ætlaðu vit, at hon skuldi fevna um stórthundrað ár, men tíðin fór við okkum, og so gjørdu vit av at fara heilt fram til dagin í dag
trupulleikin er, at hesar køkurnar eru so góðar, at tær við eitt gerast víðagitnar. Tey gerðast tí øll høvuðrík og aftaná eitt ár eiga tey øll eina sera stóra fyritøku. Men ikki er lætt at vera (ný)ríkur [...] starv til at bera teim eina fínari mentan í beinini. Hon gerst ástartikin í hesum mentamanni, men hann er bert áhugaður í peningi hennara. Ray mistrívist skjótt við at vera ríkur, honum dámar best at eta burgarar [...] fáa frið at sita í undirbuksum og hyggja at sjónvarpi og drekka øl. Frenchy er ein fyrrverandi strippari og Ray ein vánaligur bankaránari. Tey hava enn ikki eitt studentaskúlaprógv og royna tó at tosa uppi
summarið tá veðrið var gott, plagdu vit at fara út í fjøruna ella hagan at læra um djór og plantur. Tílíkt kendu tey onki til tá, sigur Ásmundur, sum leggur afturat, at fyri stuttum hitti hann ein gamlan næming [...] næming frá 1. flokki. Hesin næmingur hevði sagt við Ásmund, at hann minsti væl, tá tey fóru út at hyggja eftir blómum. Ásmundur heldur, at tað er nógv broytt síðani hann byrjaði sum lærari. ? Tað er nógv [...] ? Tey vóru frá 7 til 14 ár. Tá tey vóru liðug at ganga í skúla her fóru tey so til Havnar á realskúla. ? Næmingarnir vórðu býttir sundur. Tað kom fyri, at tveir árgangir vóru í sama flokki. Tey elstu børnini
helst. Men tá tann útsendi roynir at fara í dýpdini, so flóta vit skjótt aftur. Royni at spyrja um boðskapurin er nóg sterkur í hennara ævisøgu, men svarið er bert, at hon hevur ongan boðskap. Nakrar meiningar [...] seta meg at telja, men eg veit faktiskt ikki upp á standandi fót, hvussu nógvar bøkur, eg havi skrivað. Og ikki finn bara okkurt á netinum, tí tað er altíð skeivt", sigur Fay. Tað kennist sum um, at vit hava [...] og fólk høvdu eisini høvi at seta nakrar spurningar. - Vanliga luttaki eg á stevnum eini 2-3 ferðir árliga. Koma tey eftir mær og koyra meg heimaftur, so havi eg einki ímóti at fara avstað, sigur Fay Weldon
í 1992, at landsstýrið gjørdi avtalu við donsku stjórn-ina, sum hevði við sær, at danski tjóðbankin skuldi veita Sjóvinnubankanum 500 milliónir krónur. Treytin fyri at hetta varð gjørt var, at landsstýrið [...] enn eina roynd at halda føroyingardag. Ikki var har ólíkt at vera í einum ervi. Og helst verður tað eisini til móttøkuna seinnapartin í gjár, at føðingardagshaldið í mesta lagi fer at strekka seg til [...] tá tað frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, skrivar blaðið á forsíðuni. Inni í blaðnum sigur Helgi Fossádal, stjóri í Fossbankanum, at danska bankaeftirlitið
fram ímóti endanum noyddist at taka seg burturúr, tí hann hevði trupulleikar við liðbondunum í fótliðnum, so varð púra greitt, at KÍ fór at vinna trivaligan sigur og harvið at tryggja sær øll seks stigini [...] tí eftir at KÍ hevði fingið Jacob Bymar til felagið tóktist ætlanin vera, at Hjalgrím skuldi vera miðvallari í vinstru, meðan Bymar skuldi hava Ova Nysted undir liðini á sær í álopinum. Eftir at belgiumaðurin [...] verða noyddir at gera, tá ið teir hóskvøldið fara á vøllin í Molde. Higartil hevur tað ikki eydnast hjá Jacob Bymar at fáa mál í KÍ troyggjuni. Fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at tað eydnaðist