Føroyar í ódn og logn

Er tað rætt, at veðrið var betri fyrr? Ella er tað rætt og slætt nostalgi, sum fær fólk at halda tað? Kanska finnur tú svarið í bókini »Veður og tíðindi 1875-2002« eftir Petur Skeel, sum kom út í gjár. Sólin skein meira fyrr, vísir hon millum annað. Men hon er samstundis tað longsta yvirlitsverkið yvir nýggja søgu higartil

Øll tosa um veðrið. Petur Skeel Jacobsen ger nakað við tað.
Mikudagin varð ein sjáldsom bók útgivin í hansara navni. Hon er um veður og tíðindi í Føroyum frá 1875-2002. Eitt sjáldsamt yvirlitsverk, sum bæði lýsir veður og vind og úrval av føroyskum tíðundum í 128 ár. Føroyingar, sum elska at tosa um veðrið og gamlar dagar, hava rættiliga fingið nakað at práta um.
Bókin er tríbýtt. Hvør opna viðger eitt ávíst ár. Á vinstru síðu eru veðurhagtøl fyri hvørt árið sær, sum okkara egni Petur Skeel Jacobsen hevur viðgjørt. Á høgru síðu eru tíðindi, sum Petur Skeel Jacobsen partvíst hevur skrivað, og Finnbogi Ísakson hevur ritstjórnað, tikið burturúr og lagt afturat. Harafturat eru søguligar myndir, sum Alan Brockie hevur fingið til vega og tikið sjálvur.
Til ber at lesa um mesta hita, miðal hita, minsta hita og avfall mánað fyri mánað og ár fyri ár. Tú fært eisini yvirlit yvir frost, mjørka og storm. Og so fært tú enntá at vita, hvørjar ættir hava verið flestar eitt árið.

Samanhangandi søga
Eitt eru veðurhagtølini, sum í sjálvum sær eru eitt slóðbrótandi arbeiði. Her verður nógv av tí, sum fólk halda seg vita, skjalprógvað, váttað ella avsannað. Harafturat kemur tekstsíðan, sum er úrval av tíðindum, sum hava verið frammi tað árið. Tíðindini eru ikki vald eftir nakrari meginreglu, men okkurt serliga áhugavert er tikið fram. Ein mynd er eisini til hvørt árið, og í hvørjum einasta føri er skrivað um sjálva myndina.
? Hetta er óivað størsta samanhangandi tíðindayvirlit, skrivað á føroyskum, yvir hendingar fyri ár fyri ár eitt so langt tíðarskeið. Nógvar vanlukkur eru nevndar fyrstu árini, og tað hava óivað verið høvuðstíðindini tá eins og nú, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Fyri tað harrans árið 1903, síggja vit eitt nú, at Niels Finsen fekk Nobel-heiðurslønina í læknafrøði fyri gransking sína í strálum móti koppasjúku. »Færøsk Politik« eftir Jóannes Patursson kom út. Tað fyrsta politiska felagið »Føroya Framburðsfelag« varð stovnað. Havnar Hornorkestur var stovnað. Og Kvívíkar kirkja varð vígd. Alt tað hendi fyri júst 100 árum síðan.
Á myndasíðuni síggja vit eitt nú fiskimenn á veg til Íslands, Klaksvíksstríðið, mótmælisgongu á Vaglinum og jólaódnina í 1988, sum Finnbogi Ísakson hevur spunnið eina enda burturúr.

Nostalgi passar
Men aftur til veðrið, sum alt snýr seg um. Í bókini er eisini eitt yvirlit yvir allar stormdagar síðan 1872. Eftir øllum at døma vóru fleiri stormar fyrr, men tað komst av, at mátitólni ikki vóru so neyv tá. Váttað verður, at jólaódnin í 1988, tá viðarlundin í Havn lá skerfløt og heil hús fóru av grundini, var tann ringasta í 20. øld.
Petur Skeel Jacobsen heldur, at tað er áhugavert at fylgja veðrinum so langt aftur í tíðina, tí eingin, sum livdi tá, er eftir at siga frá.
? Broytingarnar eru ikki stórar, men nakrar broytingar hava verið. Skal roknast eftir sóltímum, hevur veðrið verið vánaligast í sjeytiárunum. Verður hitin roknaður sum veðurmát, og tíðarskeiðið verður býtt sundur í 30 ára skeið, er broytingin ikki stór burtursæð frá einum tíðarskeiði. Miðalitin hevur verið 6,5 stig, men tíðarskeiðið frá 1935-64 var tó heitari. Tá vóru 7,1 stig í miðal, greiður Petur Skeel frá.
Men hóast smáar broytingar søguliga sæð, er tað kanska nakað um tað, sum fólk flest halda, at veðrið varð betri fyrr. Serliga tá ið tey vóru smá.
? Vit síggja, at sóltímarnir fækka í tali og gerast færri, sum árini líða, undantikið í 2000, sum var sjáldsama sólríkt. Annars hevur miðaltalið á sóltímum verið javnt fallandi frá 1922 til 1981, men síðan hevur verið frægari. Verður hugt eftir sóltímunum í 10 ára skeiðum sæst, at vit høvdu 140 sóltímar færri um árið í sjeytiárunum enn í tjúgunum, sigur Petur Skeel Jacobsen.

Ríkt samstarv
Bókin hevur verið leingi í umbúna. Hugskotið kom í 1996, og fyrimyndin er bókin »Det danske vejr i 100 år«. Talan er um samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunn.
? Vit sóu bókina á bókamessu, spurdu Petur Skeel, sum beinanvegin játtaði at vera við. Hetta er stórarbeiði. Fyrst ætlaðu vit, at hon skuldi fevna um stórthundrað ár, men tíðin fór við okkum, og so gjørdu vit av at fara heilt fram til dagin í dag, so hon gjørdist meiri fullfíggjað. Hetta er ein sjáldsom bók, og forlagið er fegið um bókina, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á BFL.
Bókin liggur á markinum millum bøkur til undirhalds og bøkur til skúlabrúks, og tí er Føroya Skúlabókagrunnur eisini við.
? Talan er um dokumentatión av data, og tí eru vit eisini við. Tað ber til at lesa annað burturúr henni, og tað ber til at kanna og lesa samanhangir av ymiskum slag. Tí er hon góð til at gera undirvísingartilfar burturúr, sigur Heðin Klein, leiðari á Skúlabókagrunninum.
Bókin »Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2002 er 286 síður. Hon er umbrotin hjá Hestprent og kostar 290 krónur.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, hevur við bók síni latið fleiri hurðar upp. Bæði aftur í tíðina og til fólk at finna nýggjar samanhangir til framtíðina
Mynd: Jens K. Vang