Atlantic Petroleum mennist í enskum øki

Føroyska oljufelgið fer í hesum árinum at lata upp fyri nýggjari tekning av partapeningi uppá 30 milliónir kr. og sum nakað nýtt verður eisini møguleiki hjá útlendingum at seta pengar í felagið

Oljuvinna
Jan Müller




Føroyska oljufelagið P/F Atlantic Petroleum legði á ársaðalfundi felagsins týsdagin 22. juni roknskapin fyri 2003 fram. Úrslitið vísir eitt yvirskot uppá góðar 426 túsund krónur áðrenn skatt.

Virksemið hjá felagnum í 2003 hevur fyri tað mesta verið í Onglandi, har felagið rættuliga hevur fingið gongd á virksemið.

Atlantic Petroleum P/F tekur í løtuni lut í føroyska leitiloyvi 001. Harafturat luttekur felagið - umvegis enska dótturfelagið - í fimm loyvum í enska partinum av Norðsjónum. Trý av hesum loyvum fara at framleiða í næstum, tað fyrsta eftir ætlan longu komandi ár ella í 2006. Í útbyggingartíðarskeiðnum verða felagsins fíggjarligu skyldur munandi størri enn nú, og tí verður neyðugt at hækka kapitalin í næstum. Á aðalfundinum varð heimild givin til at fremja eina kapitalhækking innan árslok 2005. Felagið hevur havt tvær kapitalhækkingar síðan stovnan, eina í 1998 og eina í 1999. Partapenngurin er í løtuni DKK 46.250.000.

Ein týðandi broyting hendi við felagnum á aðalfundinum við tað, at viðtøkurnar vórðu broyttar soleiðis, at nú kunnu útlendingar gerast partaeigarar á líkafóti við føroyingar. Wilhelm Petersen stjóri sigur, at henda avmarkingin - at bert føroyingar kunnu vera partaeigarar - hevur verið trupul at umsitið, og fegnast um at adalfundurin hevur tikið undir við uppskotinum frá nevndini um broytingina.

Kapitalhækking

Atlantic Petroleum hevur ment seg munandi seinastu árini, so nú er ein kapitalhækking neyðug. Á aðalfundinum fekk felagið heimild til at hækka partapeningin við DKK 30.000.000. Kapitalhækkingin verður framd tíðliga í heyst í ár.

Ætlanin hjá føroyska oljufelagnum hevur frá byrjanini verið miðvíst at brúka føroysku oljuvinnuna sum lopfjøl til at finna hóskandi vinnumøguleikar uttan fyri Føroyar. Luttøka í einum føroyskum leitiloyvi skuldi geva felagnum neyðuga trúvirðið til at gerast partur av oljuvinnuni úti í heimi. Síðani skuldi felagið mennast fíggjarliga og førleika-mennast sum liður í víðari fyrireikingum til komandi virksemi á føroyskum oljuøki. Felagið skuldi mennast til eitt sterkt føroyskt oljufelag, sum javnvigaði ímillum leitiøki, øki undir útbygging og framleiðandi økir.

Atlantic Petroleum var í 2003 í seks samtøkum, sum telja tilsamans 12 ymisk altjóða oljufeløg, hetta hevur givið felagnum eina munagóða atgongd til vinnuna:





Føroyskt øki


Teigur / Block 6005/20,25 & 6004/16, Marjun
Amerada Hess, fyristøðufelag/operator42.957
British Gas39.960
DONG16.983
P/F Atlantic Petroleum0.100 (option to 5.000)

Bretskt øki

Teigur / Block 204/21, P.1027
Amerada Hess, fyristøðufelag/operator42.570%
British Gas39.600%
DONG16.830%
Atlantic Petroleum UK Ltd.1.000 (option to 2.50%)

Teigur / Block 204/16 & 176/20, P.1029
Amerada Hess, fyristøðufelag/operator42.570%
British Gas23.600%
DONG16.830%
Premier Oil16.000%
Atlantic Petroleum UK Ltd.1.000 (option to 2.50%)

Teigur / Block 15/21a,b,c,d, Perth
EnCana, fyristøðufelag/operator42.084
PetroCanada43.333
Kerr McGee10.833
Atlantic Petroleum UK Ltd.3.750

Teigur / Block 22/02, Chestnut
Venture, fyristøðufelag/operator69.875
Bow Valley15.125
Atlantic Petroleum UK Ltd.15.000

Teigur / Block 20/02a & 20/03a, Ettrick
Encana, fyristøðufelag/operator35.704 / 22.050
Bow Valley11.752 / 14.281
Roc Oil12.308 / 14.281
Svenska Petroleum7.350 / 9.800
Enterprise24.617 / 28.563
Atlantic Petroleum UK Ltd.8.269 / 11.025


Í ensku loyvunum eigur Atlantic Petroleum gott fimm milliónir føt av olju. Hetta er gott tvær ferðir árligu oljunýtsluna hjá øllum Føroyum. Tá framleiðslan frá hesum feltum verður upp á sítt hægsta, fer hon at geva Atlantic Petroleum góð 3.000 føt um dagin.

Virksemið hjá Atlantic Petroleum í ár 2004 verður væntandi væl størri enn undanfarin ár. Virksemið í sambandi við metingina av føroyska fundinum og víðari kanningar í hesum sambandið ensku megin markið heldur áfram. Ein leitibrunnur skal eftir ætlan borast í loyvi P.1027 í august 2004. Hetta verður triðji brunnur, ið verður boraður WOS í ár. Hesin brunnur verður boraður saman við BG og DONG. Samtakið hevur góðar vónir til henda brunn.

Arbeitt verður í løtuni við at leggja til rættis útbyggingina av Chestnut og Perth. Ætlandi verða rørleiðingar frá hesum feltum knýtt at feltum í økinum. Etrick kemur ætlandi í framleiðslu eftir at Buzzard byrjar at framleiða, ætlandi í 2006 - 2007. Loyvini hjá Atlantic Petroleum eru víst á niðanfyristandandi myndum.



Atlantic Petroleum luttók í ensku runduni, ið endaði 3. juni í ár. Hesi loyvi verða ætlandi givin í august í ár.

Næsta føroyska rundan, ið opnar í august í ár, verður næsta avbjóðingin hjá felagnum. Tað hepnaðist sera væl í fyrstu føroysku runduni at gerast partur av einum sterkum samtaki, og sum skilst er hetta eisini ætlanin nú.

Bording av Bedlington
Atlantic Petroleum fer at luttaka í borðingini av sokallaða Bedlington prospektinum í blokki 294/21, skamt frá føroyska markinum í august. Felagið hevur góðar vónir til henda brunn. Tað er boripallurin Eirik Raude hjá Ocean Rig, ið skal bora henda brunn. Eftir ætlan verður byrjað at bora um miðjan august. Eirik Raude er ein nýggjur boripallur, ið er gjørdur til djúpt vatn og "hart" havumhvørvi.