23 ára gamli landsliðsleikarin, Bjarni í Selvindi leingir sáttmálan við Val í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Nýggi sáttmálin er sambært Morgunblaðnum galdandi til summarið 2029.
Ágúst Þór Jóhansson, venjari hjá Vali fegnast stórliga um, at Bjarni verður partur av hópinum komandi fýra árini. Hann heldur talan er um ein framúr góðan leikara.
Bjarni hevur stríðst við ein skaða í økslini, og hevur tí ikki verið tøkur farnu umførini.











