Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Ein bilur rendi í tveir bilar í Gøtudali í gjár.

Ein harmonikusamanstoytur hendi í Gøtudali í gjár, tá ein bilur, sum kom koyrandi oman gjøgnum Gøtudal steðgaði á fyri at snara til høgru inn í bygdina við innkoyringina við Magnstøðina. 

Annar bilurin aftanfyri steðgaði eisini, men tað megnaði tann triði ikki. Hann rendi í bil nummar tvey, sum síðani rendi í fremsta bilin. 

Fráboðanin kom til løgreglun klokkan 15:45. Allir tríggir bilførararnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Óhappið fær helst eitt eftirspæl fyri bilføraran í triðja bilinum, sum ikki helt frástøðuna og tí var orsøkin til óhappið.