Nú eru teir komnir til, at inntøkutrygd útróðrarmanna skal skerjast, hetta fyri at gjalda fyri útgjarðing teirra, dýru stóru skandaluna við keypi teirra av vaktarskipinum, eingin hevur ábyrgd av hesum [...] okkara sjófólki, sum eingin hevur nakað at mótmæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast av vinnulívsmonnunum [...] seinni at verða strikað. Tey, sum koma at gjalda gildið, verða okkara fiskimenn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild. Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna
matrósur til hann fór á A-pressuna sum blaðmaður. Um hetta mundið var tað, at hann av álvara fór at skriva. Tá tað so bar til at liva av tí, hann skrivaði av bókum, slepti hann blaðmannastarvinum. Fyrsta [...] tey, sum minnast hansara stóru luttøku í málinum um evnaveika Jacob Brølling, sum hevði fingið dóm fyri seksualmorð á Norðursælandi. Signa og Poul Ørum skrivaðu bókina »Gykl rættartrygdarinnar ? greinan
skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri slíka framførslu [...] Ja, í kirkjuni var neyvan stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga »stemningin«. Tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri, og ikki at gloyma kórleiðaran Hegin Kambsdal. Hasum komst tú væl frá [...] framførslu. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna unga solistin Eivør Pálsdóttir. Hennara klokkureina rødd setti prikkin yvir i-ið. Bert spell, at hvørki sjónvarp ella útvarp vóru til staðar, tí hesa løtu
tað ikki verið. Hesar báðar sendingarnar gera, at tú ikki fær teg til at finnast at SvF í 1997. Leiðslan í sjónvarpinum eigur stóra tøkk fyri, at hon dugdi at síggja hetta og tordi. Tey, sum gjørdu sendingarnar [...] eru dýrar at gera og krevja nógva tíð. Eisini verður sagt, sum rætt er, at fjølmiðlarnir skulu vera púra sjálvstøðugir eins og dómstólarnir. Teir skulu tæna fólkinum beinleiðis. Spyrja fyri tey, fáa svar [...] dagliga, tá er ikki altíð lætt at fáa alt við. Vit síggja skræðuna, men hóma viðhvørt, meir enn sum so, tað sum er undir. Nú hetta árið er liðugt eru tað fleiri enn eg, sum verða at minnast serliga tvær sendirøðir
Formaðurin fyri reiðarafelagið hevur nú eisini alment sagt, at hann væntar at sokallaði skattalættin fer at føra við sær, at hýrurnar skulu niður. Hyggja vit tó nærri at, hvat prísurin er fyri hendan háttin [...] tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum [...] háttin at royna at skapa skattalætta fyri sjómenn (ella rættari stuðul til reiðararnar), so síggja vit, at fakfelagsleiðarin Óli Jacobsen er í samgongu, og tykist í dag fult út at stuðla hugmyndaligu sj
Sigast kann, at útgangsstøðið fyri viðgerðum fyri tað mesta hevur snúð seg um rættleikan í at gera eina skipan fyri ein ávísan bólk, nevniliga fiskimenn. Aðrir samfelagsbólkar hava sagt seg hava sama rætt [...] Serliga er tað Sosialurin, sum hevur roynt at vent endamálinum við lóggávuni fyri at seta partarnar á arbeiðsmarknaðinum upp ímóti hvørjum øðrum. Seinasta nosið var at taka sjálvan landsbankastjóran inn í [...] Tað er ótrúligt, at Sigurd Poulsen letur seg brúka til at gera búskaparligar metingar av einum lógaruppskoti, har hann ger sína niðurstøðu uttan at taka høvuðsgrundgevingarnar fyri uppskotinum við í hesa
hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini vitandi um og fjaldandi fyri mær sjálvum, at lívssól hansara [...] så har du meget at leve op til;« her var sipað til sámiliga atburð faðirs míns. Tó at hetta eru umleið 15 ár síðan, standa hesi orð sum høgd í stein framman fyri mær enn berandi boð um, at eins og pápi var [...] umsíðir dagurin upprann, at pápi kom heim at ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis- og hátíðardagur. Nú var onki óført, øll familjan fór út á »Tjaldrið« ella »Drotningina« at veittra pápa væl heimafturkomnum
hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga høvdu fingið síni ynski uppfylt. Tey smáu byrja við jólakalendara, ikki bert einum, nei helst fleiri ymsar at velja í. Útvarp og [...] hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, alt ov nógv nissuprát og einki um J
samdir við orðingini um, at søgan hevur týdning fyri fatanina av fortíðini og nútíðini, men eisini fyri fatanina av ella áhuganum fyri framtíðini. Eitt sindur negativt kann sigast, at eitt »futuriskt element« [...] »in« (fyri nú at skriva nýføroyskt) at byrja við onkrari skroypiligari teori, áðrenn hugt var eftir, hvat ið keldurnar søgdu. Úrslitið kundi bara vera hareftir. Annar hornasteinurin er settur at vera at [...] tí besta við einari lærubók. Men hví skal sovorðið óestetiskt og býtt koma fyri sum at skriva súmbol fyri symbol og súntesa fyri syntesa? Er hetta ólærd heimføðinga málterrorisma av Debesartrøð, ella hvaðan
tíðarbili í lív Janusar, so væl, at vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstøðurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at »skriva vers« á pappírið [...] metir tær einstøku søgurnar at hava: Mangar av krønikunum um Janus eru bygdar upp rundan um hansara vertshúsvitjanir. Tú krevur ikki at kanna tær gjølla fyri at síggja, at at kalla allar hava ein bygnað [...] teirra ættarlið. Fús at virka fyri sínum hugsjónum uttan nakrantíð at spyrja um vinning umboðaðu tey eina mentan, sum var um at hvørva um tað mundið Janus andaðist, og sum fáur man duga at fata í dag. Í mínum