Tøkk, SvF

Ofta verður funnist at SvF, sum rímiligt er, ynski um fleiri føroyskar sendingar gongur so altíð aftur.

Men tær eru dýrar at gera og krevja nógva tíð.

Eisini verður sagt, sum rætt er, at fjølmiðlarnir skulu vera púra sjálvstøðugir eins og dómstólarnir.

Teir skulu tæna fólkinum beinleiðis. Spyrja fyri tey, fáa svar til teir spurningar, sum tey bera uppá. Nærkast »sannleikanum« so langt sum slepst.

Men sjónvarpið eins og hinir miðlarnir eru tól, sum skulu fóðrast dagliga, tá er ikki altíð lætt at fáa alt við. Vit síggja skræðuna, men hóma viðhvørt, meir enn sum so, tað sum er undir.

Nú hetta árið er liðugt eru tað fleiri enn eg, sum verða at minnast serliga tvær sendirøðir, ið standa sum prúðir stakkar í minninum.

Sendingarnar um útróðurin í Grønlandi, ein frálík søgulig sending, við eggjandi boði til nútíðina, og so tær tríggjar um kreppuna og bankarnar.

Hetta er til fulnar eitt føroyskt sjónvarp. Betri fær tað ikki verið.

Hesar báðar sendingarnar gera, at tú ikki fær teg til at finnast at SvF í 1997.

Leiðslan í sjónvarpinum eigur stóra tøkk fyri, at hon dugdi at síggja hetta og tordi.

Tey, sum gjørdu sendingarnar, hava til fulnar prógvað sítt hegni og dugnaskap. Jú, lat bara tey ungu sleppa framat. Stirðil er í.

Og DAGUR OG VIKA er sterkasta politiska kelda vit eiga. Henni slepst ikki undan hvørki so ella so.

Tað lítla brotið við Richard Mikkelsen, sum endaði seinastu sendingina, segði alt, og verður seint gloymt.


Steinbjørn B. Jacobsen