Skattabroytingarnar eru bankatrygd hjá vinnulívsmonnunum

Ikki kann roknast við nøkrum bata so leingi sum verandi borgarliga samgongan heldur saman. Teir hava væl dugað at troytt landskassan teimum til fyrimunar. Tann vanligi borgarin, hann sum stóð við endan, tá alt samfelagið var um at fara av knóranum, hvør røkir teirra áhugamál.

Nú eru teir komnir til, at inntøkutrygd útróðrarmanna skal skerjast, hetta fyri at gjalda fyri útgjarðing teirra, dýru stóru skandaluna við keypi teirra av vaktarskipinum, eingin hevur ábyrgd av hesum.

Tann samtykti skattalætti hjá okkara sjófólki, sum eingin hevur nakað at mótmæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast av vinnulívsmonnunum og teirra skrivstovum. Við hesm eru rættindi fiskimannsins førd 70 ár aftur í tíðina.

Samtyktin um skattabroytingarnar er í veruleikanum fyri at bøta um viðurskiftini hjá okkara sokallaðu vinnulívsmonnum. Fólkaflokkurin hevur kunngjørt, at skattabroytingarnar verða fylgdar upp við einum lønarniðurskurði, og ein skal ikki undrast, um tað næsta verður, at inntøkutrygdin verður tikin burtur soleiðis, sum teir hava gjørt við okkara útróðrarmenn. Tað, sum alt hetta fer at kosta, verður ikki goldið av okkara sokallaðu vinnulívsmonnum. Teir hava frammanundan fingið strikað milliónir av skuld, og hava so sanniliga fingið lánigjøldini útsett til seinni at verða strikað.

Tey, sum koma at gjalda gildið, verða okkara fiskimenn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild.

Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna út. Tað eru framdar lóggávur, sum bert hava eina uppgávu: at bøta um viðurskiftini hjá okkara vinnulívsmonnum, og teir og tey sum koma at gjalda gildið, eru okkara sjómenn og okkara tímaløntu. Tað var eingin, sum mótmælti, at skatta-lættin skal sambært fólkaflokkinum mótroknast í einum lønarniðurskurði, og hetta eftir at milliónir eru strikaðar ella niðurfrystar. Jú, vinnulívsmenn kunnu bæði halda jól og nýggjár, tí teirra viðurskifti eru væl úr hondum greidd, og sum sagt, ágangurin heldur fram. Teir næstu, sum standa fyri skotum, eru okkara útróðrarmenn, inntøkutrygdin skal skerjast, og við verandi samgongu og stuðli frá teimum sokallaðu kristiligu er eingin ivi um, at so verður. Tað er greitt, at okkara sjófólk og okkara útróðrarmenn ongan góðan eiga innan karmarnar av verandi meiriluta. Fakfelagsrætturin hjá okkara sjófólki sjálvir at ráða yvir inntøku síni, er nú avtikin og rættindi teirra eru førd 70 ár aftur í tíðina.

Tað verða tung tøk at venda hesum ágangi, men Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til, at rættindi hjá okkara sjófólki og verkafólki verða vird, og tí krevst ein politisk broyting, ongantíð ov skjótt.


   Sverre Midjord