vatni, og bjargingarliðini siga, at vandi er fyri, at uppaftur nógv fleiri hús verða rakt av vatnflóðini. Í Bangladesh hava túsundtals hermenn og løgreglumenn roynt at hjálpa fólki, og meiri enn 500.000 [...] 000 fólk hava fingið boð um at fara heiman, tí vandi er fyri, at byrgingarnar fram við áunum fara at skrædna. Tað eru ikki bara India og Pakistan, sum eru rakt av ódnarveðrinum. Í Filipsoyggjunum og í [...] Eisini hinumegin Jørðina hevur vatnflóð rikið fólk frá húsum. Í Texas í USA hevur tað regnað so illa, at áirnar eru farnar upp um bakkarnar, og nógv hús standa undir í vatni. Stjórnin hevur lýst partar av
verður um, at Fram gjørdist Føroyameistari, kann valið forsvarast. Romica er góður leikari, men okkara fatan er, at hann hevur verið rættiliga svingandi í ár. Avgerandi hevur helst verið, at hann gjørdist [...] At valið fall á Marjuna Kalsø, kom helst ikki óvart á nakran. Marjun er gomul í garði, og sjálvt um hon ikki er nakar ársungi longur, hevur hon ferð eftir ferð víst, at tað framvegis er dugur í henni. [...] Umframt at vera góður hevari, er Marjun innpískarin á Mjølnir liðnum, sum í ár gjørdist ov stutt til at vinna meistaraheitið. Hinvegin vann Marjun gull á Oyggjaleikunum og eisini ta ferðina var hon fyrsti
sum boðaði frá, at Abu Zubaydah var tikin í Pakistan. Rumsfeld segði, at maðurin hevur verið ein av leiðarunum í al-Qaeda, og seinni segði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleicher, at amerikanska stjórnin [...] dirvið, sum hann hevur víst við at fara í hernað ímóti víðgongdum muslimskum felagsskapum í Pakistan. Spurdur, um talan veruliga er um Abu Zubaydah, svaraði Philip Reeker, at tað er alt, sum bendir á tað [...] løgreglan leitað leingi eftir Abu Zubaydah. Tann 28. mars kom løgreglan fram á hann. Zubaydah royndi at flýggja og varð raktur av fleiri skotum frá løgreglumonnunum, sum síðani tóku hann. Maðurin hevur síðani
serfikat uppá at kunna viðlíkahalda og geva ta røttu tænastuna, sum er í samsvar við treytirnar ið bilframleiðarin áleggur, og at tað verður rætt atborið við við t.d. burturbeining av CFC gassum, og at arbeiðið [...] Seinnu árini er tað blivi alt meira vanligt at nýggir bilar koma við aircondition. Hetta hevur ført við sær at bildeildin á Tekniska Skúla í Havn hevur skipað fyri skeiði fyri bilmekanikarar í viðlíkahaldi [...] aircondition skipanin lekur kann tað ávirka heilsuna hjá bilføraranum, soleiðis at hann fær høvuðpínu, búkilsku, og trupult við at anda. Tí skulu aircondition skipanir eftirhyggjast við jøvnum millumbilum.
hugnaligt, sigur Kjartan Christiansen. Hann leggur afturat, at tann longsti teinurin, sum verður gingin út í eitt er 15 kilometrar. Men tað er ikki at forsmáa, tí tað er nógv upp og niður, so tað kann tykjast [...] Hann greiðir eisini frá, at á túrinum fyrsta árið, vóru tað mest føroyingar við, meðan tað í fjør ikki vóru so nógvir føroyingar. - Eg veit ikki, um orsøkin til tað kann vera, at í fjør var eitt stórt enskt [...] sum nevnt eitt sosialt tiltak, har tað verður prátað nógv. So tað kann vera, at onkur helt seg aftur, tí tað var neyðugt at tosa enskt, sigur Kjartan. Gongutúrarnir hini bæði árini vóru úr Akrabergi til
Gerningsmaðurin hevur grulvað undir hjallin og er sloppin inn við at brota nakrar av gólvfjalunum. Sporini eftir innbrotstjóvin vísa, at hann hevur fingið sær ein bita inni í hjallinum. Tjóvurin hevur fingið [...] skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring og kunnu væntað sær at missa koyrikortið treytaleyst. Harumframt svóvu tríggir mans rúsin av sær á støðini, eftir at løgreglufólk høvdu tikið teir upp av gøtuni. Tveir mans [...] løgreglustøðini í Klaksvík verður annars sagt, at henda stevnan var stak friðarlig í mun til onnur ár. Ringa veðrið leygarkvøldið hevði eisini við sær, at tey flestu hildu seg mest innandura.
av olju og gassi er í landinum, og roknað verður við, at samfelagið fer at fáa ágóðan av náttúruríkidøminum um trý ár. Samstundis ætla leiðararmnir at menna aðrar vinnuvegir so sum fiskivinnuna, landbúnaðin [...] krónur í hjálp tey næstu trý árini, og eftir hátíðarhaldið sunnukvøldið kunngjørdu einstøk lond, at tey fara at veita stuðul. Fólkið í Eysturtimor er yvirhøvur fátækt, og arbeiðsloysið er heili 70 prosent [...] leiðarunum á staðnum ræðið, sum ST hevur umsitið seinastu trý árini. Í 1999 samtykti fólkið í Eysturtimor, at landið skuldi skipast sum sjálvsstøðugt lýðveldi eftir 450 ár undir portugisiskum hjálandastýri og
ákærdi er ákærdur fyri at hava staðið fyri hesi smuglingini. Talan er um 370 gramm av hassji í fleiri pakkum. Vitnið váttaði, at hann hevði latið 2.000 krónur til smuglingina, og at hann fekk burturav, so [...] er siteraður fyri at siga, at ein av vinmonnum hansara, sum eisini er skuldsettur, lat tí ákærda pening fyri hesar pakkarnar. Hesi orðini vildi hann tó ikki standa við, og hann segði, at løgreglan hevði [...] hevði lagt honum orð í munnin, og at hann hevði verið undir trýsti frá løgregluni. Harumframt setti løgreglan honum leiðandi spurningar sambært vitninum.
færri dystir. Tað kundi havt við sær, at tað hevði borið til at laga spæl og úrslit eftir dystunum, sum høvdu verið spældir frammanundan. Tí varð avgerð tikin um, at eingin dystur skal spælast, inntil ósemjan [...] sum Jákup Mikkelsen er á lønarlistanum hjá. Tað kundi kanska borið til at spælt onkrar dystir, men teir, sum skipa fyri, halda, at tað hevði verið órímuligt, um summi feløg høvdu spælt fleiri dystir samstundis [...] eingin dystur avgreiddur. Sum vit søgdu fyri tveimum vikum síðani, so hevði spælarafelagið boðað frá, at teir fóru í verkfall, um teir ikki fingu betri sømdir. Tað hava teir ikki fingið. Tað stendur í botni
Deydligt er fram við landinum. Minni er at fáa, enn tað onkuntíð plagar at vera, men tað ger einki. Smádronginum dámar best at sigla uppaftur, tí tá sleppur hann at stýra. Roynt verður fyrst á sandeygunum [...] Tað er stuttligt hjá einum smádreingi at damla fram við landi og fiska reyðfisk og smáfisk eitt góðveðurskvøld. Sleppur hann so eisini at stýra bátinum, er næstan einki, sum honum dámar betur enn tað. [...] Saltnesi, síðan á sandbotni heimanfyri vitan á Garðsenda, inni í taranum undir húsunum hjá Frits og at enda stutt innanfyri bátahylin í Oyrunum. Tá ið siglt verður innaftur í Oyrahavnina, er smádrongurin