Kjøttjóvur á Norðoyarstevnu

Svongdin gjørdist so nívandi hjá nøkrum stevnugestum fríggjakvøldið, at teir gjørdu av at bróta inn í ein hjall, ið stóð við Klaksvíksvegin

Gerningsmaðurin hevur grulvað undir hjallin og er sloppin inn við at brota nakrar av gólvfjalunum. Sporini eftir innbrotstjóvin vísa, at hann hevur fingið sær ein bita inni í hjallinum.
Tjóvurin hevur fingið væl burturúr hesum innbrotinum, tí hann tók heili seks turr tjógv við sær. Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er, men kannar málið nærri.

Fýra tiknir
Løgreglan í Klaksvík tók fýra bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir. Teir eru allir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring og kunnu væntað sær at missa koyrikortið treytaleyst.
Harumframt svóvu tríggir mans rúsin av sær á støðini, eftir at løgreglufólk høvdu tikið teir upp av gøtuni.
Tveir mans vórðu handtiknir á hesi Norðoyarstevnuni. Onkur boðaði frá, at ein maður hevði sparkað ein bil í fyllskapi. Løgreglan tók mannin við á støðina, har hann varð avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Hann svav rúsin av sær í klivanum.
Ein annar ungur maður varð handtikin, tá hann gjørdi seg inn á eina flaggstong í miðbýnum.
Av løgreglustøðini í Klaksvík verður annars sagt, at henda stevnan var stak friðarlig í mun til onnur ár. Ringa veðrið leygarkvøldið hevði eisini við sær, at tey flestu hildu seg mest innandura.