Verkfall í Noregi

Spælararnir vilja hava betri umstøður, enn teir hava havt. Arbeiðsgevararnir eru ikki samdir í hesum, og tí er tað framvegis óvist, nær bólturin aftur fer á rull í Noregi

NOREG

Hóast tað sambært leikskránni skuldi havt verið spælt í vikuskiftinum, so var eingin dystur avgreiddur. Sum vit søgdu fyri tveimum vikum síðani, so hevði spælarafelagið boðað frá, at teir fóru í verkfall, um teir ikki fingu betri sømdir. Tað hava teir ikki fingið. Tað stendur í botni í samráðingunum um tryggingarviðurskiftini og sáttmálaviðurskiftini annars, og tí verður ikki spælt. Í gjár var púra óvist, nær tað aftur verður farið undir fótbóltskappingina í Noregi. Men tað er greitt, at tá verður talan um eina rúgvu av dystum.
Spælarar úr ellivu av teimum fjúrtan feløgunum í bestu deildini eru í verkfalli. Millum hesi feløgini er eisini Molde, sum Jákup Mikkelsen er á lønarlistanum hjá.
Tað kundi kanska borið til at spælt onkrar dystir, men teir, sum skipa fyri, halda, at tað hevði verið órímuligt, um summi feløg høvdu spælt fleiri dystir samstundis sum onnur feløg høvdu havt spælt færri dystir. Tað kundi havt við sær, at tað hevði borið til at laga spæl og úrslit eftir dystunum, sum høvdu verið spældir frammanundan. Tí varð avgerð tikin um, at eingin dystur skal spælast, inntil ósemjan er loyst og verkfallið harvið verður av.