Ódnarveður við stormi og gloprarregni hevur herjað stór øki har suðuri í Asia teir seinastu dagarnar, og serliga tey tætt bygnu økini í India og Bangladesh eru meint rakt av ódnarveðrinum.
Tær stóru áirnar Ganges, Brahmaputra og Meghna eru farnar upp um bakkarnar nógvastaðni, og tað hevur elvt til stóra vatnflóð. Í indisku landspørtunum Assam og Bihar standa minst 300.000 hús undir í vatni, og bjargingarliðini siga, at vandi er fyri, at uppaftur nógv fleiri hús verða rakt av vatnflóðini.
Í Bangladesh hava túsundtals hermenn og løgreglumenn roynt at hjálpa fólki, og meiri enn 500.000 fólk hava fingið boð um at fara heiman, tí vandi er fyri, at byrgingarnar fram við áunum fara at skrædna.
Tað eru ikki bara India og Pakistan, sum eru rakt av ódnarveðrinum. Í Filipsoyggjunum og í Suðurkorea herjaðu melduródnir um vikuskiftið, og minst 15 fólk skulu hava latið lív í teimum báðum londunum.
Eisini hinumegin Jørðina hevur vatnflóð rikið fólk frá húsum. Í Texas í USA hevur tað regnað so illa, at áirnar eru farnar upp um bakkarnar, og nógv hús standa undir í vatni. Stjórnin hevur lýst partar av statinum sum vanlukkuøki.