Tað var amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, sum boðaði frá, at Abu Zubaydah var tikin í Pakistan. Rumsfeld segði, at maðurin hevur verið ein av leiðarunum í al-Qaeda, og seinni segði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleicher, at amerikanska stjórnin hevur álítandi ábendingar um lutin hjá Abu Zubaydah í yvirgangsfelagsskapinum hjá Osama bin Laden.
Sambært Ari Fleicher hevur pakistanska løgreglan leitað leingi eftir Abu Zubaydah. Tann 28. mars kom løgreglan fram á hann. Zubaydah royndi at flýggja og varð raktur av fleiri skotum frá løgreglumonnunum, sum síðani tóku hann. Maðurin hevur síðani fingið viðgerð á einum hernaðarsjúkrahúsi í Pakistan.
Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Philip Reeker, segði í gjár, at Abu Zubaydah hevur verið høgra hond hjá bin Laden, og hann metti handtøkuna sum eitt álvarssamt bakkast fyri al-Qaeda. Hann rósti samstundis pakistanska forsetanum, Pervez Musharaf, fyri tað dirvið, sum hann hevur víst við at fara í hernað ímóti víðgongdum muslimskum felagsskapum í Pakistan.
Spurdur, um talan veruliga er um Abu Zubaydah, svaraði Philip Reeker, at tað er alt, sum bendir á tað. M. a. hava fólk, sum kenna hann, greitt løgregluni frá, hvør hann er. Amerikanskir umboðsmenn skulu nú avhoyra tann tikna.










