Skipari á reyðfiskatúri

Ein løta í góðveðri á Skálafjørðinum

Tað er stuttligt hjá einum smádreingi at damla fram við landi og fiska reyðfisk
og smáfisk eitt góðveðurskvøld. Sleppur hann so eisini at stýra bátinum, er næstan einki, sum honum dámar betur enn tað.
Hendan myndin er tikin síðsta fríggjakvøld út fyri Saltnesi. Tað er stilli og
slætt sum á gólvinum. Eina løtu andar hann av landnyrðingi, og tá er eitt sindur
kølið. Lýggjan er ikki komin í luftina enn.
Onkur reyðfiskur og brondingur er fram við, men ikki er tað nógv. Agnið er fesk gágga og sild, sum Páll og Jógvan Hans Jakku áttu niðri í skúrinum.
Deydligt er fram við landinum. Minni er at fáa, enn tað onkuntíð plagar at vera, men tað ger einki. Smádronginum dámar best at sigla uppaftur, tí tá sleppur
hann at stýra.
Roynt verður fyrst á sandeygunum út fyri Saltnesi, síðan á sandbotni heimanfyri vitan á Garðsenda, inni í taranum undir húsunum hjá Frits og at enda stutt innanfyri bátahylin í Oyrunum.
Tá ið siglt verður innaftur í Oyrahavnina, er smádrongurin troyttur og kanska eitt sindur kaldur, men væl nøgdur við hesar báðar tímarnar á floti.







.