Føroyar ? úr eystri í vest

Aftur í ár skipar Kunningarstovan í Havn saman við hinum økisfeløgunum fyri einum gongutúri kring oyggjarnar. Í fjør og fyrra árið var tað Føroyar úr suðuri í norð, men í ár verður tað úr eystri í vest

Farið verður út til Fugloyar leygarmorgunin. Og so byrjar gongurtúrurin, sum endar úti í Mykineshólminum.
Kjartan Christiansen, ferðaleiðari á gongutúrinum, sigur, at undirtøkan hevur verið góð bæði tey undanfarnu árini, so tað verður hon væntandi eisini í ár.
- Talan er um eitt sera sosialt tiltak, tað verður prátað nógv og tað er sera hugnaligt, sigur Kjartan Christiansen. Hann leggur afturat, at tann longsti teinurin, sum verður gingin út í eitt er 15 kilometrar. Men tað er ikki at forsmáa, tí tað er nógv upp og niður, so tað kann tykjast strævið til tíðir.
Hann greiðir eisini frá, at á túrinum fyrsta árið, vóru tað mest føroyingar við, meðan tað í fjør ikki vóru so nógvir føroyingar.
- Eg veit ikki, um orsøkin til tað kann vera, at í fjør var eitt stórt enskt ferðalið við á túrinum, og onkrir føroyingar av tí orsøk hildu seg aftur. Hetta er sum nevnt eitt sosialt tiltak, har tað verður prátað nógv. So tað kann vera, at onkur helt seg aftur, tí tað var neyðugt at tosa enskt, sigur Kjartan.
Gongutúrarnir hini bæði árini vóru úr Akrabergi til Enniberg.