heldur ikki so lætt í hesum døgum við sínum persónligu trupulleikum. Tí er tað nærmast utopi at fáa hann til Føroyar at spæla. Men fært tú ikki tað besta, mást tú noyðast við tí næstbesta. Tað hevur Rex í øllum [...] . Tað sermerkta við bólkinum er, at hann bert spælir løg hjá Robbie Williams. Bólkurin, ið hóskandi nevnist Robbie Williams Jam, hevur fimm ár á baki, og sigast má, at bólkurin hevur verið væl móttikin [...] Føroyar. Sostatt verður møguleiki at dansa og syngja við til løg, so sum ‘Let Me Entertain You’, ‘Come Undone’ og ‘Angels’ í Rex um vikuskiftið. Fleiri upplýsingar um bólkin eru at finna á www.robbiewilliamsjam
trúgvandi foreldur, fáa ov lítið at vita um kynslívið, og tað sæst aftur seinni í lívinum, siga norskir serfrøðingar. Gro Isachsen, sum er serkøn í kynslívi hjá fólki, sigur við NTB, at nógv trúgvandi í Noregi [...] kennir eisini trupulleikarnar. Hann sigur við NTB, at nógv ung fáa sín fyrsta kunnleika til kynslívið frá fjølmiðlum ella internetinum. -Eingin sigur teimum, at kynslívið kann vera ein spennandi partur av samlívinum [...] samlívinum millum mann og kvinnu. Ístaðin fyri fáa tey at vita, at kynslívið hoyrir til hjúnarlagið, sigur hann. -Hesa áskoðanina hava tey við sær inn í hjúnarlagið, og tað kann elva til trupulleikar, sigur
Alt annað líka eigur hetta at geva samgonguni ein fyrimun. Og so var eisini týsmorgunin, tá viðgerðin av løgmansrøðuni byrjaði. Teir 21 tingmenninir funnu til tíðir okkurt at vera ósamdir um, men tað var [...] helt í Útvarpi Føroya fyri, at hveitibreyðsdagarnir ella hunangsmánaðurin hjá samgonguni var ikki meira enn akkurát liðugur. Og tað hevur kanska heldur ikki verið so nógv tíð at finna ósemjur. Tá 21 tingmenn [...] samdir, var tað eisini so sum so at vera eygleiðari hendan týsmorgunin. Politisku framsøgufólkini hjá samgonguni róstu hvørjum øðrum dúgliga, og flokkarnir tóktust eisini at nærkast hvørjum øðrum í sjálv
undirskrivaður, tryggjaðu vit okkum, at neyðugu loyvini vóru í lagi. Reiðarin væntar, at skipið, sum fær annað navn, ið hann kortini ikki vil avdúka enn, verður klárt at fara til fiskiskap aftur um mánaðarskiftið [...] nakrantíð aftur at trola. Í løtuni liggur skipið í Hvalvík, har tað verður umbygt til línubát. Skipið fær rættindini hjá Vesturleitinum og Norðfinni, sum eru løgd saman í eitt loyvi. Háldan sigur, at trolspølini [...] tað sama sum við Vesturleitinum, 6-7 mans, og skipari verður Jan Haldansen. Háldan Haldansen sigur, at tann parturin av skipinum, sum verður umbygdur, eisini verður sandblástur og málaður av nýggjum. Lastin
Útgangsstøðan var, at tá vit høvdu bóltin, skuldi eg vera í álopinum, meðan eg skuldi hjálpa miðvøllinum í verjustøðu. Tað kostaði nokk so nógva renning, so tað var ikki altíð, at eg tíð at koma fram, tá vit [...] sjálvsagt nakað, sum Rógvi fegnaðist um. - Eg eri bara glaður fyri, at eg slapp inn á liðið. Tað var uppgávan hjá mær, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist. Men uppgávan hjá tær var ikki tann sami hesaferð [...] útskiftingina? - Ja. Hatta kostaði nakrar túrar. So eg var rættiliga troyttur, segði Rógvi Jacobsen at enda.
Franz Fischler, tí tað er hann, sum er komin við uppskotinum um at skerja sukurstuðulin. Men hann lat seg ikki ávirka. Kommiserurin vísti á, at sukurprísurin í ES-londunum er tríggjar ferðir hægri enn prísurin [...] á heimsmarknaðinum. Stuðulin til ES-bøndurnar ger, at sukur úr londum uttan fyri samveldið kann ikki kappast á ES-marknaðinum, Eingin kapping ger, at fólk í ES-londunum alt ov nógv fyri sukrið, segði Franz [...] Bøndur í ES-londunum eru í øðini, tí ES-nevndin hevur skotið upp at skerja stuðulin til teir bøndur, sum dyrka sukurrøtur. Fyrradagin savnaðust fleiri hundrað bøndur úr Spania, Portugal, Italia og Írlandi
Men samstundis siga teir, at starturin hjá teimum ikki var av teimum bestu. ? Vit hava sjáldan góðan start, sigur Jón Kamar, og hinir nikka samtykkjandi. Hetta var triðju ferð, at Fípan Fagra kom inn sum [...] ferð, at teir vóru so stutt frá fyrstaplássinum. ? Vit hava verið sera svingandi í ár, men í dag var rættuliga spennandi, siga teir. Vestanstevnuróðurin hevur givið teimum gott mót, og vóna teir, at tað [...] tað fer at eydnast teimum at vinna á ólavsøku. ? Tað hevði verðið ein super endi á hesum kappróðrarárinum, siga teir tríggir Jón Kamar, Eli og Benjamin.
púra vekk í henni. Forelskaði. Vit gleða okkum sera nógv til at møta henni, sigur Åse Tendernes. Festivalsstjórin sigur, at tey eru fegin um at hava føroyingar á ONS, har Eivør Pálsdóttir skal syngja fyri [...] sera stórt tiltak sambært Åse Tendernes. - Norðmenn hava hoyrt um Eivør, og eg trúgvi, at fleiri norðmenn fara at tekkjast tiltakinum, júst tí Eivør skal syngja. Hon er jú so ung, og tað hava vit raðfest [...] Men hví júst Eivør? Åse Tendernes er ONS-festivalsstjóri, og hon hevur staðið fyri at fáa Eivør Pálsdóttir til Noregs. - Vit hava jú fleir góðar vinir í Føroyum, og vit hava hoyrt fleiri av hennara løgum
Pinochet leingi verið sjúkur, og læknar hansara hava eisini sagt, at hann er ov veikur til at koma fyri ein dómstól. Reuter skrivar úr Santiago, at avgerðin hjá hægstarætti hevur býtt kilska fólkið sundur í tvey [...] tí átta av teimum seytjan dómarunum atkvøddu ímóti. Avgerðin ber í sær, at Pinochet kann dragast fyri rættin í sambandi við, at umleið 3.000 av hansara politisku mótstøðumonnum hvurvu ta tíðina, hann sat [...] sat við valdið frá 1973 til 1990. Fleiri sakførarar hava leingi roynt at fáa hann fyri rættin, men tað hevur ikki borið til, tí órin hansara sum fyrrverandi forseti hevur forðað tí. Harafturat hevur Pinochet
Tað er einki at ivast í, at B68 nú skal savna sær stig, um sleppast skal undan niðurflytingini, men alt bendir á, at tað verður trupult hesaferð. Bæði tí HB í løtuni er ovasta liðið á stigatalvuni, men [...] bara tapt higartil, tá teir hava vitjað B36, og í Klaksvík havt takið søguliga, tó at seinasti sigurin er trý ára gamalur. At enda tykist tað ganga javnt fyri seg, tá GÍ vitjar á Eiði. Gøtumenn hava tó lítlan [...] tí B68 vanliga hevur tað trupult móti júst HB. Sostatt er tað bara einaferð seinastu tíggju árini, at B68 hevur vunnið heimadyst móti HB. Heldur ikki ÍF tykist fáa nakran lættan dyst móti VB, sum hevur