Gamla Sæborg umbyggjast til línubát

Seinni í heyst fer gamla Sæborg aftur til fiskiskap, men hesaferð verður tað ikki við troli. Í løtuni verður skipið umbygt til línubát og fær rættindini hjá Vesturleitinum og Norðfinni

Umlegging

Gamla Sæborg, sum Háldan Haldansen eigur, fer neyvan nakrantíð aftur at trola. Í løtuni liggur skipið í Hvalvík, har tað verður umbygt til línubát. Skipið fær rættindini hjá Vesturleitinum og Norðfinni, sum eru løgd saman í eitt loyvi.
Háldan sigur, at trolspølini verða tikin úr skipinum, og síðan verður línuspæl og egningarmaskina sett í skipið, sum eisini fær dragilúku.
- Vit keyptu gomlu Sæborg í vár, men áðrenn keypssáttmáli varð undirskrivaður, tryggjaðu vit okkum, at neyðugu loyvini vóru í lagi.
Reiðarin væntar, at skipið, sum fær annað navn, ið hann kortini ikki vil avdúka enn, verður klárt at fara til fiskiskap aftur um mánaðarskiftið, september/oktober.
Manningartalið umborð á gomlu Sæborg verður á leið tað sama sum við Vesturleitinum, 6-7 mans, og skipari verður Jan Haldansen.
Háldan Haldansen sigur, at tann parturin av skipinum, sum verður umbygdur, eisini verður sandblástur og málaður av nýggjum.
Lastin verður fyribils óbroytt.